Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 eina við, ikki at kunngera ætlanina, fyrrenn tað eisini varð greitt, hvar í Suðuroy, Strandferðslan skuldi vera. – Høvdu vit boðað frá, at Strandferðslan skuldi flyt­ast til Suðuroyar, uttan sam­stundis at boða frá, hvar hon skuldi vera, hevði ein tvídráttur tikið seg upp ímillum kommunurnar, hvar hon skuldi vera, og tað kundi for­komið ætlanin, sigur hann. – Tað eru forðingar sum hesar, ið eg vænti, at ein komm­unusamanlegging kann beina av vegnum, legg­ur hann afturat, tí tá ið øll Suður­oyggin er ein kommuna, slepst púra und- an tvídráttum av hesum slagi. Krevur meiri Jóannes Eidesgaard stað- fest­ir, at sum støðan er nú, gongur tað bara ein veg í Suðuroynni, og tað er aftur­ eftir, tí fólkatalið minkar. Nógv hevur verið ført fram um, hvat krevst fyri at venda gongdini og í hesum sambandi er tað samferðslan, sum rættiliga ofta verður nevnt. Men her er jóannes Eides- gaard ikki samdur. – Um so Smyril so hevði siglt í pendulfart, hevði tað ikki bjargað Suðuroynni, og tað verður heldur ikki ein undirsjóvartunnil, sum fer at bjarga Suðuroynni. Hann sigur, at tað, sum krevst, er, at vit fáa fleiri før­ leikakrevjandi størv í Suður­ oynni. – Tann tíðin er farin, har loysnin var at útvega vanligt arbeiðsspláss, leggur hann afturat. Hann sigur, at hetta skal ikki misskiljast, tí hann er sannførdur um, at eitt gott ferðasamband hevur al­ stóran týdning. Og virki, sum Varðin Pelagic, og onn­ ur virki, hava somuleiðis al­ stóran týdning. ­– Men tað loysir ikki tann bygnaðarliga trupulleikan í Suðuroy, sum er tann, at fólkatalið minkar alsamt. – Trupulleikin í Suður­oy er, at tað unga fólkið flyt­ur burtur, ofta í útbúgv­ingar­ ørindum, og tey koma ikki aftur, tí her eru ongi størv til tey. Hann heldur at tað kann illa gerast til ein trupulleika, at ungdómurin fær sær út­ búgving, men vansin er, at tað er bara ein evarska lítil partur kemur aftur, tí tað eru at kalla ongi størv til tey, sum hava eina akademiska, ella hálvakademiska, út­ búgv­ingar. – Tað eru ikki marghallir og vatnrusjibanar, sum eru avgerandi fyri, hvar vit seta búgv, tí tað eru starvs­møgu­ leikarnir, sum eru fyrsta for­treytin fyri, hvar vit seta búgv. Alt hitt er hent og stutt­ligt at hava, men tey koma í aðru røð. Hinvegin ivast Jóannes Eidesgaard heldur ikki í, at vóru størvini til taks, hevði fólkið eisini flutt aftur, tí at seta búgv í Suðuroy kostar bara ein brotpart av tí, tað kostar at búsetast í Havn. Mugu taka í egnan barm Men Jóannes Eidesgaard stað­festir samstundis, at tey førleikakrevjandi størvini koma ikki dettandi inn á Suður­oynna Og fyri at venda aftur til kommunubygnaðin í Suð­ur­oy, heldur hann, at eisini í hesum sambandi áttu kommunurnar at tikið í egnan barm, og gingið á odda, og lagt alla oynna sam­ an í eina kommunu. – Verður Suðuroy ein kommuna, kundu hon havt eina sterka og munagóða umsiting, bæði eina tekniska umsiting og eina fíggjarliga umsiting. – Har verða í øllum førum nøkur førleikakrevjandi størv – og nú er veganetið í Suður­oy er so væl útbygt, at tað er bedøvandi líkamikið, hvar í oynni ein slík umsiting er. Hinvegin heldur hann, at suðuroyingar eiga eis­ini at halda fram við ar­beið­ num at fáa ein eftir­skúla í oynna afturat ítróttar­eftir­ skúlanum, sum er í Vági. – Tað hevur verið tosað um ein eftirskúla í Suðuroy í nógv ár, men nettupp mál­ ið um eftirskúlan er eitt dømi um teir trupulleikar, komm­unubygnaðurin elvir til. Eg haldi nevniliga, at ein orsøk til, at eftirskúlin ikki er komin, er, at kommunurnar í Suðuroy finna ikki útav, hvar í oynni hann skal vera, og tí er einki hent. Jóannes Eidesgaard held­ur eisini, at tað eru stórir møguleikar at menna ferða­vinnuna, og í hesum sambandi kundi ein samd oyggj fingið nógv meiri burtur úr, eitt nú við at menna eina kunningarstovu, sum hevur aðrar uppgávur enn at leiga summarhús og greiða frá ferðaætlanini hjá Smyrli. – Og nettupp tað, at Suðuroyggin er leys av meg­ in­landinum kann brúkast til at lokka ferðafólk suður, heldur Jóannes Eides­gaard. Hann heldur eisini, at suður­oyingar áttu at lagt seg eftir at ment tekniskar vinnur av ymsum slagi, sum eisini krevja førleikar av teim­um, sum arbeiða í henni. – Sum støðan er í løtuni, eru ikki so nógv førleika­ krevj­andi í vinnuni í Suður­ oy, men alivinnan er kanska eitt undantak, so hon kann kanska brúkast sum fyri­ mynd í so máta, heldur Jó­ annes Eidesgaard. Suðuroyingar mugu sjálvir trúgva upp á, at teir hava eina framtíð SUÐUROY OG FRAMTÍÐIN BYGNAÐARLIGIR TRUPULLEIKAR - Suðuroyggin hevur ein bygnaðarligan trupulleika, sum hvørki undirsjóvartunnil, marghøll ella vatnrusjubanar, kann loysa, heldur Jóannes Eidesgaard, suðuroyingur og politikari í eitt mannaminni RÐ