mánadagur 3. oktober 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Enni,
Tvøroyri
S
myril, lívsæðrin hjá suðuroy
ingum. Tað eru einans tvey
ting, ið suðuroyingar kunnu
semjast um, har allir draga eina
línu. Tað er strandfaraskipið M/F
Smyril og føðideildin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Smyril kostaði landskassanum
væl meira enn ein bóndagarður,
og ongin skal ivast í, at hann er ein
uppgradering av gamla skipinum;
núverandi Smyril er nummar 5 í
røðini av Smyrlum. Komforturin
er munandi betur enn á undafarna
skipi, hann siglir skjótari, rullar
minni, tekur fleiri ferðafólk og bilar
og siglir eisini oftari. Gamaní, verð
ur ein tann best útgjørdi ídnaðar
køkurin, ið almennu Føroyar varða
av, brúktur til eina grillbarr, men
kassin hjá SSL er tómligur, og fólk
eta vanliga ósunt á sjónum, so hetta
er ein skillig raðfesting.
Tú hugsar nú kanska, men hvat
er so problemið? Jú, tað skal eg feg
in siga tær! Hetta er sum so ikki eitt
problem, kanska einamest eitt irri
tatiónsmoment. Tað kann saman
berast við eina flugu, ið flýgur runt
í sovikamarinum og dukar móti
vindeyganum, eftir ein hevur lagt
seg at sova. Tað einasta, ið ikki er
uppraðfest umborð á Smyrli, tað
er útvarpslurtið, ella eg burdi held
ur sagt útvarpslurtini, tí har er eitt
útvarp fyri hvønn metur, ein gong
ur umborð. Burtursæð frá onkrum
hendinga skotið, so eru útvørp alla
staðni. Hetta eru ikki B&O-tøkni,
men tey minna um gomul transist
orradio, ið abbar okkara høvdu frá í
kjallaranum, tá teir skuldu putlast
við okkurt. Vanliga fer ein frá húsum
kl 6 á morgni, í góðari tíð, leggur seg
svøvnpískutur á ein bonk soleiðis
ein kann sova ringasta broddin av
morgungronuni burtur. Men nei,
útvarpið verður koyrt frá, og sum
oftast verður tað ikki bara tendrað
til at hava í bakgrundini, men tað
fer heilt uppá 11 í volumen, tí hvør
einasti ferðandi skal hoyra tíðindini
og morgunlesturin. Eg skilji um
hetta hevði verið í 1988, tá Ívar sat
í Kringvarpinum, og rættsiktaðir
menn kundu fara gjøgnum dag
in uttan tíðindini tá í tíðini, og eg
skilji eisini, um val hevði verið, og
politkarar vóru farnir til samgong
usamráðingar. Tað er spennandi, tí
kann útvarpið saktans verða frá, so
fólk kunnu vita um nøkur framstig
eru. Dag og dagliga tendrar onkur
tilvildarlig
kioskgenta
útvarpið,
og hetta er so at siga hvønn túr,
hvussu so er teir, ið eg sigli. Eitt er
at hoyra tíðindi, morgunlestur og
dansibandstónleik – hetta er faktist
tað, ið oftast osar út umborð – í
hasum discount hátalaranum, men
eisini útvarpsfrásagnir frá fót
bólti. Hevði tað so verið TB, FCS
ella Royn, ið spældu! Nei, seinast
eg var umborð, var ein útvarpsfrá
søgn millum Víking og B36. Hví
skulu
suðuroyingar
lurta
eftir
Víkingi og B36, ella hví skal nakar
hoyra um Víking og B36? Har ligg
ur ein so tvangsinnlagdur í almenna
rúminum og verður noyddur at
lurta. Eg skilji tað ikki, øll gjalda
sama ferðaseðlaprís, og almenna
rúmið skal verða neutralt og ikki
dálka - óljóð er dálking um tú ikki
visti tað áðrenn - hví skulu kundanir
umborð, sum eisini eru fremmand
ferðafólk, leggja oyrað til andaktir
og annað? Eg má siga, SSL sum er
eitt alment partafelag vísir sera
vánaligt tænatstustøði, við at hava
almenna Kringvarpið frá undir sigl
ing. Eg kann einans hugsa um Norð
ur Korea ið ger tað sama í øllum
heiminum. Nú skal eg ikki bara
rakka alt niður umborð, tí kemur
eisini fyri at tey sløkkja. Bolero er
ein sending við tí fornemmasta av tí,
sum kontinentala tónleikamentan
in úr Evropa hevur at bjóða, tá
sløkkja tey, tí suðuroyingar eru ikki
nóg mentaðir til slíkt fjas, og tað er
gott. Onki er betur fyri sál og sinn
enn at stara út í havsbrúnna í friði
og náðum, og bara lata tankarnar
hugleiða um onki. Vælsignaði um
borð á M/F Smyrli, sløkkið lortið og
aldrin tendri tað aftur; burtursæð
frá tá tíðindi eru um samgongusam
ráðingar.
SMYRIL OG
KRINGVARP
FØROYA
BLOGGARIN HESA VIKUNA