Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 Kjøtpylsa Tilfar: ◆ 4 kg kjøt ◆ 16 súpusk. salt ◆ 15 súpusk. sukur ◆ 1/2 súpusk. pipar ◆ Leykpulvur ◆ 4 terningar kjøtkraft ◆ Tálg ◆ Vatn, til deiggið er passaligt Langarnir verða reinsaðir og lagdir í saltvatn Kjøtið verður malið tvær ferðir í gjøgnum maskinuna Tálgið verður eisini malið Terningarnir verða upploystir í kókaðum vatni og køldir niður Elt alt væl saman Koyr í langan og prika, so luftin fer úr Lakin 1 litur vatn 200 gr. grovt salt 25 gr. Sukur Koyr alt í eina grýtu og kóka til tað fær eitt uppkók, stoyt lakan í eitt lakaílat, tá hann er kaldur. Koyr kjøtpylsurnar í, so tær eru undur. Kjøtpylsan er íligin eftir 4 til 6 vikur, hong hana upp at turka og so klár til at eta. Blóðpylsa Tilfar: ◆ 1 litur av sílaðum blóði ◆ 2 tsk. salt ◆ 500 gr. putusukur ◆ 250 gr hveitimjøl ◆ 250 gr rugmjøl ◆ 250 gr havragrín ◆ 3-4 tsk kanel ◆ 1 vet av pipari ◆ 1 pk. rosinur ◆ Tálg Koyr salt og sukur í blóðið og rør, til tað er upployst, koyr restina av tilfarinun í, og rør alt saman Lat deiggið standa í ein ½ tíma Sker tálgina Fyll tálg og blóð í indrið, men ikki meira enn heltina av indrinum, tí tað veskur tá tað kókar Prika indrið av og á, meðan tað kókar Kóka indrið í ein tíma við salti í vatnunum Rullupylsa Tilfar: ◆ Fótamør ◆ Salt ◆ Pipar ◆ Sukur ◆ Aromat ◆ Leykpulvur ◆ 2 husplas (liggja í køldum vatni) ◆ Kjøt (lundir) Fótamørurin verður reinsaður og sviðin Stoyt eitt sindur av salt, pipar, sukur, leykpulvur og aromat á Legg husplassið á og síðan kjøtið. Síðani skalt tú leggja alt tilfarið á og rulla fast saman. Rullupylsan verður koyrd í net (fyrr var hon seymað saman) Legg rullupylsuna í salt í 10 dagar, vaska saltið av og kóka rullupylsuna og legg síðani í pressu Suðuroyarsperðil Suðuroyarsperðil er nakað fyri seg, tí suðuroyingar stinga ikki bara sperðilin við tálg, soleiðis sum tað er vanligt norðanfjørðs. Tá ið sperðilin er vendur verða nýruni skorin sundur og stungin í sperðilin. Tað er eisini vanligt at skera lundini burtur úr krovinum, skera tey í petti at stinga í sperðilin, og somuleiðis tindina. Annars verða bitar skornir ymsastaðni av krovinum fyri at hampa tað, eitt nú úr hálsinum, afturi við tjógvini, ella aðrastaðni á krovinum, og stungin í sperðilin. Summi taka eisini eitt tjógv, ella ein bógv, og skera tað sundur at brúka at stinga sperðlin við. Tað ber eisini til at stinga ein tálgarmola inn ímillum fyri at fáa sperðilin meiri drivnan, serliga har talan er um sperðlar av lambi. Tá ið sperðilin er stungin, kann hann etast feskur ella ræstur. Tey flestu hongja hann upp at ræsa, og tá ið hann er passaligur ræstur, verður hann kókaður við væl av salti í løginum og etin til døgurða við kókaðum eplum afturvið. Tað tekur tvær, tríggjar vikur at ræsa ein sperðil, alt eftir veðrinum Men við nýggjum tíðum fylgja eisini nýggir siðir, og nú á døgum eru summi eisini farin at steikja sperðilin feskan og hava brúna sós afturvið, tá verður hann ofta stungin við leyki eisini, eins og salt, og hann verður kryddaður við salti og pipari Uppskriftir Í Sosialinum mánadagar kanst tú framyvir lesa ymiskar uppskriftir uppá føroyskan mat frá ymiskum kvinnum. Í dag er tað Johanna Vang úr Kvívík, sum vísir sínar uppskriftir uppá lekran føroyskan mat