mánadagur 3. oktober 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HALLOWEEN
Nú styttist til allahalganna
aftan ella halloween, sum tað
eitur á enskum. Tá er altíð
rokan í fjøruni á Signabø. Eg
og aðrir føroyingar eru við
at taka oldgomlu keltisku
siðvenjuna til okkum. Fólk
hava í øldir minst tey deyðu
allahalgannaaftan. Við tíðini
hevur siðvenjan eisini fingið
kristið ham, og ikki minst eitt
handilsligt ham. Eg havi tó
ikki tikið part av siðvenjuna
til tín fyri at minnast tey
deyðu, men heldur tí, tað er
enn ein góð umbering fyri at
sleppa at innrætta og prýða
mær húsini, meðan appelsin
gulu og brúnu litirnir
hóska væl til hesa árstíðina.
Tað
er
samstundis
gott
høvi at savnast saman sum
familja, við vinunum ella
mongu gubbabørnunum og
í felag njóta okkara skap
andi evni myrku og køldu
vetrakvøldini.
Hetta
er
eisini ein góð umbering hjá
vaksnum fólkum at klæða
seg út og finna sítt innara
barn. Tað koma vit aftur
til seinni. Fyrst eru her
nøkur ráð um, hvussu vit
gera klárt til 31. oktober
(næstan) Úti á sperm á
Signabø.
Fagri heimurin hjá Eileri
BØØØØ!
Grasker sum
halloween prýði
1 grasker
1 skrúðublað e.l.
1 knív
1 skabilón av
andlitsskuggamynd
(silhouette)
1 klistur
1 Atamon
Prýð grasker við
sokkabuksamynsturi
1 grasker
1 sirmdós
1 sokkabuksur við mynstri
Vegleiðing:
1. Sker toppin av
graskerinum.
2. Legg ovasta partin av
graskerinum til síðist. Hann
skal setast oman á aftur
seinni.
3. Tøm síðani graskerinum
fyri kjarnusteinar og
annað innihald. Brúka ein
graskerskavara, ið fæst til
keyps,
4. ella nýt hondina.
5. Klistra skabilónina av
andlitsskuggamyndini
(silhouette) á glaskerið.
6. Slíkar skuggamyndir eru
lættar at finna á netinum.
Minst bara til at prenta tær
út, áðrenn tú fert í gongd
við at gera graskerið út.
7. Brúka eitt skrúðublað
ella okkurt líknandi fyri at
markera hvar tú skalt skera
skuggamyndina út.
8. Tak klisturið av aftur, og
sker skuggamyndina út við
góðum knívi.
9. Smyr innara síðuna av
graskerinum við Atamon.
Hetta ger at graskerið
úlmar seinni.
10. Set møguligar hendur
ella aðrar líknandi
prýðislutir á graskerið –
um tú eigur slíkt.
11. Set eitt bikarljós í
botnin á graskerunum
og set eld á. Legg toppin
á aftur graskerið.
12. So er klárt at njóta
lýsandi graskarið á
halloween.
Vegleiðing:
1. Dekka undirlagið væl til.
2. Lat graskerið í sokkabuksurnar og
bint knút á buksurnar.
3. Sproyta síðani graskerið við sirmdós.
Vel tann lit av máling, ið tú metur passar
best til appilsingula graskerið. Mær
dámar best svart ella gult.
4. Prýð graskerið við ymisk prýðislutum,
ið passa til eitt graskerhøvd, tá litingin
er tornað væl.