mánadagur 3. oktober 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
HALLOWEEN
Graskersuppa
2-3 persónar
1 stórt grasker
1 leyk
2 hvíttleykspungur
1 L vatn
2 grønmetissupputerning
1 pk róma ella rómaost
Eitt sindur av cayenne
pippari og kili
Langbreyð og súrróma
afturvið
Vegleiðing:
Vaska stóra graskerið
og reinsa tað fyri allar
kjarnusteinar. Sker síðan
graskerið í smærri bitar.
Varðveitt skalið. Tað verður
bleytt, tá ið suppan kókar
og síðan blanda saman.
Steik hakkaða leykin og
hvíttleykin í eini grýtu
saman við graskerinum.
Lat vatn og
grønmetissupputerningar
út í og kóka alt í umleið 20
min.
Nýt ein blendara at mæla
suppuna væl saman og koyr
síðani róman ella rómaostin
útí. Smakka til við cayenne
pippari og kili.
Borðreið suppuna saman
við langbreyði og súrróma.
Vælgagnist
Eiler Fagraklett er annað
enn LGBT aktivistur
og serfrøðingur innan
marknaðarføring. Hann er
eisini ein skapandi sál, sum
hevur játtað at geva okkum
innblikk í sín skapandi heim.
Næstu tíðina fer hann at
blogga um innrætting og
lívsstíl, har vit fáa íblástur
og ráðgeving um hvussu
man eisini kann innrætta
sítt heim og annars seta
lit á gerandisdagin