Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ENDURNÝTSLA HETTA SELJA FØROYINGAR Hvønn mánadag ber til at síggja ymiskar vørur, sum føroyingar hava sent inn til Sosialin. Á hesari síðuni vilja vit varpa ljós á endurnýtslu og teir møguleikarnar, sum eru á hesum økinum í Føroyum. Hevur tú onkrar øðrvísi og spennandi lutir til sølu, so kanst tú senda mynd, kunning um vøruna, minsta prís og telefonnummar ella teldupostadressu til sel@sosialurin.fo. Viðmerk teldupostheitið – til sølu. So kanska tín vøra verður við í Sosialinum. Tað er eitt toymi av kvinnum og monnum í Miðlahúsinum, sum velja í millum tað, sum er innkomið. Bassur og forsterkari Stuttligt er altíð at fáa hendur á góð tónleika­instrum­entir. Her hevur ein lesari hjá Sosialinum sent inn ein Gio Ibanez bass og ein Behringer forsterkara. Seljarin sigur, at bassurin hevur nakrar fáar skøv­ ur, men riggar sum hann skal, og hann hevur fingið nýggjar streingir.  Bass forsterkarin er í góðum standi og feilar einki. Báðar vørurnar eru í Havn og minsti prísur er 3400 krónur. Áhugað kunnu ringja 265055 fyri meira kunn­ing. Reol og sofa í einum Slíkar vørur fáast at kalla ikki longur. Og júst tí er hendan sofan óvanliga áhugaverd og sermerkt. Ynskir tú at hava eina sofu, sum eingin annar hevur, so er hetta helst besta boðið. Hendan sofan, sum hevur innbygda reól, er úr Bretlandi og er frá 1930’unum. Hon er klødd av nýggjum og sambært seljaranum er hon í góðum standi. Seljarin sigur, at reólin hevur útskeringar, men myndin vísir ikki reiðiliga, hvussu hetta sær út. Minsta boð er 1000 krónur. Meira kunning fæst á 590097 Antikk møblasett At fáa hendur á eitt sett av gomlum møbl­um er ikki bara bara. Her á redaktiónini elska vit hugnan, sum gamlir møblar geva. Tað er okkurt heilt serligt við einum rúmi, har gamlir, ofta litríkir møblar eru ein partur av huglagnum. Hetta møblasettið er frá fyrst í 1900. Seljarin sigur, at einki slit sæst á og møbl­arnir eru væl viðfarnir. Teir standa í Havn og seljast einans samlað. Minsti prísur er 6000 krónur og boð kunnu gevast á 312940. Endurnýta trøini, sum fóru í storminum Herfyri var ódnarveður í Havn og fleiri av sermerktu trøunum í býnum máttu lúta. Tí er stuttligt at síggja, at ein endurnýtsluhugaður føroyingur hevur gagnnýtt hesi falnu býarmyndirnar. Seljarin sigur, at sekkir á 80L eru til sølu við sera góðum flisi, sum er frá trøunum, ið duttu niður í storminum herfyri. Áhugað kunnu ringja til 211428 ella senda teldupost til bjorgdam@gmail.com