mánadagur 3. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LÝSINGARTORGIÐ
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur, Tjóðveldi
Útlendingar
skulu beinan
vegin hava
møguleika
at skapa
sær eina
tilveru, sum samsvarar við
teirra evnir og førleikar,
og á jøvnum føti við onnur.
Nokta vit teimum tað, er
vandi fyri at tey kenna
seg minni verd enn onnur.
Hetta kann ganga í arv
og í ringasta føri kloyva
samfelagið í tvey millum A
og B borgarar
Um ársskiftið fingu býráðs
limir eina frágreiðing og
tilmæli
um
ein
integra
tiónspolitikk
fyri
Tórs
havnar kommunu. Tíverri
hevur
integratións-poli
tikkurin hvørki fingið rúmd
í býráðnum ella fíggjar
ætlanini, sum jú er fortreytin
fyri at málið verður tikið í
álvara.
Føroyar
verða
alsamt
størri partur í altjóða sam
felagnum og sæst hetta
aftur á fleiri økjum. Fólka
samansetingin
broytist,
fleiri útlendingar kom henda
vegin at arbeiða, íðka ítrótt
ella verða gift higar. Tí er
kommunan er vorðin eitt
fjølbroytt og spennandi stað
við ymiskum mentanum og
fólkasløgum.
Eitt er at lýsa eitt økið
við kanningum, annað at
vísa viljan í verki við rað
festingum.
Fleiri
tilmæli
í frágreiðingini kosta ikki
annað enn vilja og sam
skipan. Sum dømi verður
mælt til eina sjálvbodna veg
leiðaratænastu.
Væleydnað
integratión
krevur, at øll taka lut. Land
og kommuna, stovnar, felags
skapir og einstaklingar.
Kommunalu
dagstovnarnir
Dagstovnarnir í kommununi
vísa á tørvin á tulkatænastu.
Eisini verður víst á trupul
leikarnar, tá ið ikki ber til at
samskifta. Serliga er hetta
galdandi
har
útlendska
mamman er einsamøll heima
og pápin siglir ella bæði
foreldrini eru útlendingar.
Útlendsk foreldur vísa eisini
á trupulleikar við felags
tiltøkum. Tey skilja ikki hvat
sagt verður, og missa tí hugin
at koma á foreldrafundir
og onnur felags tiltøk á
stovnum. Tey kenna seg
uttan fyri felagsskapin av tí
sama.
Dømi eru eisini um at
børnini virka sum tulkar
fyri foreldrini. Talan kann
vera um álvarsamar og við
kvæmar samrøður og er tað
ov stór ábyrgd at leggja á
hesi børn.
Arbeiðsmarknaðurin
Tá ið málsligi førleikin og
vitanin um føroysku ment
anina eru avmarkaði, er sera
torført at koma inn á arbeiðs
marknaðin. Serliga trupult er
tað tá teirra førleikar og/ella
útbúgvingar ikki eru góðkend
her á landi. At koma á eitt
arbeiðspláss gevur í sjálvum
sær sosialar møguleikar. At
læra málið, mentanina, knýta
vinabond og at verða partur
av einum felagsskapi hevur
so ómetaliga stóran týdning.
Í frágreiðingini um inte
gratiónspolitikk verður mælt
til at kommunan eggjar út
lendskum
tilflytarum
at
læra føroyskt og veitir best
møguligu fortreytir til tess.
Eisini verður mælt til at
kommunan gongur á odda
við at bjóða starvsvenjing
á
kommunalum
arbeiðs
plássum, sum eina lopfjøl at
koma víðari til at brúka teirra
egnu førleikar.
Málundirvísing
Kvøldskúlin hevur tilboð
um
grundleggjandi
mál
undirvísing fyri útlendingar.
Tørvurin er tó størri enn
tilboðið. Neyðugt er at skipa
undirvísingina soleiðis, at
hon verður skyld sundur alt
eftir hvaðani fólk koma og
hvussu tey eru fyri málsliga.
Her eigur størri játtan at
verða givin Kvøldskúlanum,
til fleiri tímar til føroyskt fyri
útlendingar. Tá tilboðið er
nøktandi kunnu vit seta sum
krav, at vaksnir útlendskir
tilflytarar skulu hava undir
vísing í føroyskum máli og
føroyskari mentan. Mælt
verður eisini kommununi
til at umhugsa at gera tað
til eitt krav, at børn skulu
á dagstovn, um tey annars
eru heima og ikki mennast
málsliga í samsvari við tað,
ið svarar til aldurin.
Tilflytarar, sum hava tik
ið skeið í føroyskum fyri
útlendingar í Kvøldskúlanum
hava verið sera glaðir fyri
møguleikan.
Starvsfólk
ini á Kvøldskúlanum hava
eisini lagt seg í seðlarnar
við heitum hjarta at hjálp
hesum fólkum við øllum
møguligum,
sum
eisini
strekkir seg langt út um
undirvísingarætlanina.
Býarbókasavnið hevur eis
ini skipað fyri sera væl
eydnaðum tiltøkum fyri út
lendingar.
Í frágreiðingin, sum bygg
ir á nógvar samrøður og
kanningar verður sagt, at
Føroyar í mun til onnur lond
hava eitt gott upphavs-støði
fyri at lima útlendingar inn
í samfelagið. Ikki-norður
lendskir tilflytarar eru eitt
lutfalsliga nýtt fyribrigdi, og
flestu teirra hava longu tá ið
tey koma eitt sterkt tilknýti
í Føroyum, antin tí tey koma
higar at íðka ítrótt ella tí
tey eru gift føroyingi. Eisini
er niðurstøðan, at flestu
av hesum fólkum hava eitt
sera sterkt ynski og ein sera
stóra grund til at vilja gerast
partur
av
samfelagnum,
arbeiða, vera sjálvbjargin og
at vilja læra føroyskt.
Tjóðveldi fer at arbeiða
fyri, at tilmælini í frágreið
ingini verða fylgd, og at
tilboðini
í
kommununi
verða raðfest og løgd í fasta
legu. Tað hevur týdning at
stovnarnir hava eitt tvør
mentarligt
umhvørvi
við
opinleika og virðing fyri
øðrum mentanum. Tí eiga
starvsfólkini at fáa møgu
leika at førleikamennast við
hesum. Tjóðveldispolitikkur
er
grundaður
á
altjóða
mannarættindi. Tí verður
tikið væl ímóti útlendingum,
sum
velja
kommununa
sum teirra tilverustað. Vit
ynskja, at tilflytarar verða
ein væl móttikin partur av
kommununi og kunnu ríka
okkum við teirra royndum
og vísdómi. Talan er um eitt
tilfeingi, ið eisini ger Tórs
havnar kommunu til eitt
fjølbroytt stað at búgva,
sum er til gagns bæði í menn
iskjaligum og búskaparligum
høpi.
Integratiónspolitikkur
KOMMUNUVALIÐ
✗
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Jacob Zacharias
Bærentsen, V. U.
Hammershaimbsgøta
7, 100 Tórshavn,
føddur tann 31.
oktober 1928,
deyður tann 29. maj
2016, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Gunnvør
Bærentsen, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat Páll
Nielsen, Skansavegur
1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
187/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 22. SEPTEMBER 2016.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Elisabeth
Matras, Garðavegur
10, 700 Klaksvík,
fødd tann 10. maj
1930, deyð tann 8.
september 2016,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat Páll
Nielsen, Skansavegur
1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
297/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 20. SEPTEMBER 2016.
Almenn innkalling til
ógilding
Eftir áheitan frá Eik Banka vegna eigararnar,
hevur rætturin við úrskurði frá 24. august
2016 givið loyvi til almenna innkalling til
ógilding av ognarveðbrævi stórt 600.000 kr.,
tinglýst 16. mai 2000, við veð í ognini matr.
nr. 416b, Toftir.
Tað er upplýst, at ognarveðbrævið er horvið
undir slíkum umstøðum, at treytirnar fyri at
fáa ognarveðbrævið ógildað, eru til staðar.
Tann ella tey, sum vil/vilja mótmæla hesa
ógildan, verða innkallað at møta í Føroya
Rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn,
mánadagin, tann 2. oktober 2017, kl. 9.00
Tann, sum ikki møtir, má rokna við, at
ognarveðbrævið verður staðfest sum deytt og
kraftaleyst at vera.
Tann ella tey, sum veit/vita, hvar ognarveð
brævið er at finna, verður/verða biðin um at
boða dómaraskrivstovuni frá hesum
SORINSKRIVARIN
(DÓMARIN)
Í FØROYUM
24. august 2016.
DÓMARASKRIVSTOVAN
C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO110 Tórshavn
post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo
Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13
Arbeiði
Vit átaka okkum alt timburarbeiði
stórt sum smátt, til ein sámuligan kostna. Hans Bech Húsasmiðjur
Mail hansbech@kallnet.fo
Tlf 00298 212561
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 03-10-2016 kl. 19. Øll
hjartaliga vælkomin. EB-Streymur
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM VIÐ KEYPSRÆTTI
SAMSUNG 43 FLATSKERMAR VIÐ TELEVARP OG SMART TV. EINKI
DEPOSITUM, ÓKEYPIS ÚTKOYRING, LEIGAN GONGUR INN Í KEYPIÐ.
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Ymiskt
Árliga jólasølan
í Glyvrahanusarhúsið í Norðagøtu verður 2. og 3. decembur. Tann ið
ynskir at verða við, kunnu siga frá til