mánadagur 3. oktober 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
LYKASPÆLARAR UTTANFYRI Bæði Jonas Flindt Rasmussen
og Súni Olsen sótu uttanfyri á Argjum. Jonas Flindt Rasmussen
við leikbanni og Súni Olsen við skaða. Teir hava havt avgerandi
leiklutir fyri KÍ í ár. Tað merktist, at teir ikki vóru við
DYSTURIN
HESA VIKUNA
5
HEÐIN STENBERG
Stóð avbera væl á Argjum,
har hann serliga kom út til fleiri
innlegg. Tók alt hann skuldi og
setti eisini væl í gongd
4
SØRIN SAMUELSEN
Vann nógvar bóltar og
tvídystir á høgra bakki. Verjan hjá
AB hekk væl saman og Sørin átti
sín stóra part av tí
5
KÁRI NIELSEN
Spældi væl í miðverjuni,
har hann hevur spælt seinastu
dystirnar. Góður á bóltinum og
ruddaði, tá tað stóð mest á
5
DMITRIJE
JANKOVIC
Stútaði alt tað vekk, sum hann
skuldi. Stóð væl í miðverjuni, har
hann tosar og dirigerar runt við
liðnum
4
JÓNAS STENBERG
Aftur eitt sannførandi avrik
frá Mr AB. Hesa ferð á vinstra
bakki, har hann leggur nógvar
kilometrar aftur um seg
4
BÁRÐUR OLSEN
Sterkur á bóltinum og
fordeildi teir væl, tá AB í fleiri
førum fór í mótálop. Vann eisini
fleiri bóltar í verjustøðu
4
PATRIK
JOHANNESEN
Flutur longri aftur á miðvøllin,
men tað riggaði væl hesaferð.
Vann nógvr bóltar og tók lut í
álopsspælinum
4
DAN Í SOYLU (ÚT
90.MIN)
Lá sum tann fremsti á
miðvøllinum og spældi til tíðir
væl. Megnaði fleiri ferðir at
snúgvar sær undan KÍ trýstinum
og fáa AB í mótálop
5
DION B. SPLIDT
Tvey mál og fleiri góðar
aktiónar í álopsstøðu. Kundi
enntá fingið hattrik um væl vildi
4
SÍMUN SAMUELSEN
(ÚT 72.MIN)
Eitt upplegg og skuldi havt tvey,
tá Símin Hansen sendi direktør
uppum. Spældi annars væl á
vonginum
4
SÍMIN HANSEN (ÚT
90.MIN)
Stríddist allan dystin og órógvaði
KÍ verjuna. Heldur væl upp á
bóltin, men spældi hann eisini, tá
mest var brúk fyri tí
3
RASMUS DAN
SØRENSEN (INN
72.MIN)
Kom inn á vinstra vongin,
men var fyri tað mesta bara í
verjustøðu, har hann greiddi sín
setning
JOBIN DRANGASTEIN
(INN 90.MIN)
Kom inn seinastu løtuna
TEITUR OLSEN (INN
90.MIN)
Kom inn seinasta minuttin
SPÆLARAMETING
Tað ber til at tapa ein dyst upp á
átta minuttir. Tað prógvaði KÍ, tá
teir fingu »gummiboyn« móti AB í
gjár. Í átta minuttir stóðu øll sum
kánus, meðan argjamenn skoraðu
trý mál, tóku trý stig og sendu FM
favoritt-leiklutin til Gøtu og Leirvík
Tróndur Arge – Argir
Átta minuttir! Tað er tað
heila. Tað er longdin á um
strídda
2.deildardystinum
millum Skála og ÍF, sum
skuldi spælast liðugur í
farnu viku. Tað er minni ein
tíggjundapartur av einum
fótbóltsdysti,
men
kann
hava óbótaliga skaða við
sær.
Í átta minuttir stóðu
øll sum kánus á Argjum.
Gestirnir,
tí
KÍ
spældi
sum alt annað enn KÍ í ár.
Vertirnir, tí AB so gott sum
hevur spilt sær møguleikan
at yvirliva, men nú vinnur
á bæði HB og KÍ upp á eina
viku.
Átti svartir minuttir
Tá eitt korter er farið av
dystinum á Argjum er einki,
sum bendir á, at hetta verður
ein marrudystur fyri KÍ. Tað
eru tekin um, at Jonas Flindt
Rasmussen,
sum
hevði
leikbann, manglaði í verjuni
við dirigentstokkinum.
Við eitt fer AB í álop.
Tað endar við, at Sørin
Samuelsen
fer
umkoll
í brotsteiginum hjá KÍ.
Á upptøkunum sæst, at
Hjalgrím Elttør hevur eina
hond á rygginum á AB
bakkinum, men talan er ikki
um eitt groft brotsspark.
Onkur vildi vildi sagt bíligt,
onkur annar býtt.
Vrakaði U21 landsliðs
spælarin, Patrik Johanne
sen, umsetti til mál. Og so
fór KÍ í svart.
Fýra
minuttir
seinni
sendir Dion Splidt eitt inn
legg frá Símuni Samuelsen
í málið til 2-0, áðrenn sami
Dion Spildt í 24. minutti økir
til 3-0. Verjan er í upploysn
og argjamenn revsa hvørja
ferð.
Brotssparkið sum
KÍ ikki fekk
Fyri eini viku síðan skrivaðu
vit, at KÍ gloymdi at spæla
fótbólt í seinna hálvleiki
móti B36. Hesa ferð var
talan bara um átta minuttir,
men serliga málið til 2-0 til
AB hevur fest seg, tí KÍ vildi
hava brotsspark í støðuni
frammanundan.
Jóannes
Bjartalíð
fer
umkoll,
tá
hann
rekur
framvið Dimtrije Jankovic.
Eg fái ein bólt í høgru
síðu og byrji so at renna
við honum. Eg taki fyrst
eitt trekk inn í vøllin, og
so eg eitt knapt trekk til
høgru. Har verið eg feldur.
Verjuspælarin stingur beini
út, men fær bara meg og
ongan bólt, sigur Jóannes
Bjartalíð.
Í
sekundunum
eftir
hendingina eru gestirnir
óansnir og AB fer í álop og
skorar.
Sosialurin hevur tosað
onkrar dómarar, sum halda
at av tí at Jóannes Bjartalíð
søkir kontaktina, so er talan
ikki um brotsspark, meðan
aðrir halda at hatta kann
dømast.
Tað hevði broytt dystin,
sum vit fingu hatta brots
sparkið,
sigur
Páll
A.
Klettskarð, liðskipari hjá KÍ.
Verjan hjá KÍ
í upploysn
KÍ hevði undan umfarinum
bestu verjuna í landinum
við 22 málum ígjøgnum upp
á 24 dystir. Sjey av teimuum
komu longu í øðrum og
triðja umfari. Tað vil siga,
at verjan hjá KÍ hevur latið
17 mál inn í seinastu 21
umførunum. Tað er eitt mál
fyri hvørjar 111 minuttir.
Hinvegin hevur AB havt
stórar trupulleikar við at
skjóta mál. Tað eru bara
blivin til 26 mál í 24 teimum
fyrstu umførunum.
Tí kom tað púra óvart á,
at AB upp á átta minuttir
kundi skjóta trý mál móti
KÍ.
Tað
verður
onkun
tíð tikið til, at teir bestu
dystirnir tú kanst spæla eru
teir, har tú ikki ert við. Tí
gongur tað illa hjá hinum,
so blívur tú svarið upp á
trupulleikan. Hesa støðuna
er Jonas Flindt Rasmussen
í nú. Miðverjan við Ahmed
Mujdragic og Mayowa Alli
riggaði als ikki. Teir kendu
ikki sínar uppgávur, men
fingu heldur onga hjálp frá
bakkunum, sum vóru langt
undir miðal í verjustøðu.
KÍ hevði bóltin meir og
var oftari í álopsstøðu, men
argjamenn vóru nærri at
skora fjórða málið. Símin
Hansen
brendi
størsta
møguleikan
í
dystinum,
tá hann púra leysur sendi
uppum.
– Tað tragikomsika í
hesum er, at vit høvdu lisið
upp á renningarnar hjá Dion
Splidt. Hann hevur gjørt
hatta fyrr og vit hava hugt
eftir upptøkum av tí, sigur
Mikkjal Thomassen, sum
eisini helt fyri, at onkuntíð
»GUMMIB
Í ÁTTA MIN
Mynd: Álvur Haraldsen