Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 19 1 til 6 FÓTBÓLTUR Aftur hesaferð skulu Stemningurin tá AB kom á odda á Argjum. Tað kendist heilt serligt, og tað var sum um at optimisman við leikvøllin boblaði í tí løtuni. Hetta setti eisini eld í Víkinga áskoðararnir. Enn einaferð tað, at eingin klokka er við leikvøllin í Sarpugerði. Hon eigur at vera ein av næstu íløgunum hjá Víkingi, tí øll hini oddaliðini hava klokku rundanum leikvøllin. Erling og Adu drúgvastir Á liðunum hjá Víkingi og TB sunnudagin, spældu teir báðir Erling D. Jacobsen hjá Víkingi og Albert Adu hjá TB allar minuttirnar á vøllinum. Hetta hava teir gjørt alt kappingarárið, og eru teir einastu leikarar fyri síni feløg, sum hava spælt allar minuttirnar á tamb í kappingarárinum. Tað var ein fegin, men tó eisini álv­ arsamur Víkinga liðskipari, sum Sosialurin fekk orðið á aftaná dystin í Sarpugerði sunnudagin. Víkinga liðskiparin, Atli Gregersen, var sjálvsagt fegin um at KÍ hevði tapt á Argjum, og at Víkingur var farið framvið KÍ á fyrsta plássinum, men hann var eisini álvarsamur. Kenslan er sjálvandi góð, men tað er nú tað harða arbeiði liggur fyri framman. Komandi dystur er ímóti tvífaldu føroyameistarunum úr B36, sum hava verið væl koyr­ andi seinastu tíðina, so vit hava ein truplan dyst. Síðani skulu vit eisini spæla á Argjum, har teir júst hava vunnið ímóti KÍ, og har vit mangan hava havt tað trupult, so tað er als einki avgjørt enn. Tað er nú av álvara at tey tiltiknu orðini ”Vit taka ein dyst á gangin” koma til sín rætt, og tað er tað sum vit fara at gera í Víkingi nú, sigur Atli Greg­ersen. 5 CASPER RADZA Besti maður á vøllinum í Sarpugerði sunnudagin. Tóktist sannførandi í øllum tí hann fyritók sær, og ein sat við kensluni at hesin málverjin hevur eitt støðið omanfyri aðrar málverjar í Føroyum. 4 EIRIKUR ELLENDERSEN Var raskur í verjuspælinum, og hevði fleiri ferðir týðandi takklingar. Gott avrik. 4 TEITUR OLSEN Skilagóður ungur verjuleikari, ið hevur eina bjarta framtíð. Hevði saman við Ndende rímuliga gott tak á farligu leirvíkingunum hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar og Andreas Lava Olsen. 4 NDENDE ADAMA GUEYE Millum teir mest eyðsýndu á TB liðnum. Var skilagóður í verjuspælinum, og var sum heild eisini skilagóður tá hann hevði bóltin. 3 RAGNAR JOENSEN Var eisini raskur í verjuspælinum, men var ikki líka eyðsýndur sum hinir í verjuni. 3 JÁKUP PAULI BRECKMANN Tók sum heild skilagóðar avgerðir við bóltinum og stríddist væl allan dystin. Var tó við undirlutan á miðvøllinum móti rutineraðu Víkinga-miðjuni. 3 SALMUNDUR BECH Hevði spælt fullan dyst dagin fyri við 2.deild, og tað sást eitt sindur. Spældi tó ein fínan dyst, men hevur onkuntíð verið meira avgerandi. 3 RÓGVI JOENSEN Er saman við Teiti Olsen tann mest spennandi leikarin á liðnum hjá TB. Arbeiddi væl og inniheldur stóra dygd. Fekk tó ikki so nógv burturúr sum hann kundi. 3 HEINI MIKAL MORTENSEN Hevði tað sum heild torført í framrættaða spælinum, men var raskur at hjálpa til í verjuspælinum. 2 KOFI APPIAH Royndi seg við onkrum í fyrra hálvleiki, men var annars anonymur, og var ikki so raskur at hjálpa til aftureftir vøllinum sum hin kanturin. 2 ALBERT ADU Ein frálíkur leikari, sum tó ikki fekk nakað burturúr sunnudagin. Var í lummunum hjá Erlingi Jacobsen og Atla Gregersen. SPÆLARAMETING Víkingur-TB 1-0 (0-0) 1-0: Hanus Jacobsen 54. Dómari: Alex Troleis Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus – Gunnar Vatnhamar (Philip Djordjevic,59.), Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen – Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 90.) Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus Venjari: Sámal Erik Hentze TB: Casper Radza – Ragnar Joensen, Eirikur Ellendersen, Teitur Olsen, Heini Mikal Mortensen (Andreas Jacobsen, 81.), Kofi Appiah (Poul Ingason, 81.) - Rógvi Joensen, Salmundur Bech, Jákup Pauli Breckmann, Ndende Adama Guéye - Albert Adu Gult kort: Jákup Pauli Breckmann, Poul Ingason, Ragnar Joensen Venjari: Sigfríður S. Clementsen VUR ONGANTÍÐ HJÁ VÍKINGI ATLI GREGERSEN: EINKI ER AVGJØRT ENN Liðskiparin hjá Víkingi vil ikki hoyra talan um, at FM-heitið nú er avgjørt. Tað er nú tað harða arbeiði liggur fyri framman Myndir: Sigmar Mørkøre