mánadagur 3. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Víkingur kann sláa metið
Síðani Víkingur var stovnað í 2008, stendur metið hjá felagnum í stigum frá
2011, har Víkingur fekk 59 stig. Nú tvey umfør resta í, kann Víkingur sláa
tað metið í ár, har teir kunnu koma upp á 61 stig. Teir hava í løtuni 55 stig.
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
GEZA TURI
Hevði ikki so nógv at gera,
men tá møguleikin hjá TB
uppstóð, var hann til reiðar.
Hevði meistarliga bjarging seint
í dystinum, sum bjargaði Víkingi
stig.
3
GERT HANSEN
Hevði sum heild gott
tamarhald á í verjupartinum,
men var ikki so eyðsýndur í
framrættaða spælinum.
4
ATLI GREGERSEN
Spældi sum heild nógvar
góðar bóltar niðan í vøllin, og var
til at pakka tað framrættaða hjá
TB fullkomiliga niður.
4
ERLING D.
JACOBSEN
Enn einaferð millum teir
drúgvastu hjá Víkingi. Var
viðvirkandi til at vandamikli
Albert Adu ikki fekk eitt bein til
jørðina, og spældi ein góðan dyst.
4
HANUS JACOBSEN
Skoraði sigursmálið og var
sum heild ein støðug hóttan
frameftir eisini. Hevði tak á í
verjupartinum, og var millum teir
á Víkinga liðnum sum gingu á
odda fyri at vinna dystin.
3
GUNNAR
VATNHAMAR
Átti uppleggið til málið, og kom
fleiri aðrar ferðir í dystinum í
góðar støður, har hann skuldi
havt fingið meira burturúr.
Serliga í fyrra hálvleiki.
4
HANS JØRGEN
DJURHUUS
Spældi á verjukenda miðvøllinum,
har Víkingur á miðvøllin var
fullkomiliga við yvirlutan móti
TB.
4
SORIN ANGHEL
Var saman við Hans Jørgeni
Djurhuus við til at vinna miðvøllin
fyri Víking, har teir eisini alla
tíðina dekkaðu verjuna væl inn.
3
HANS PAULI
SAMUELSEN
Hevði einstakar løtur í dystinum,
har hann var eyðsýndur, men datt
sum heild ov nógv úr dystinum.
3
SØLVI VATNHAMAR
Skuldi havt skora til 2-0
í seinna hálvleiki. Arbeiddi
sum altíð væl, men var ikki so
eyðsýndur sum onkran annan
dyst, har tað hevur eydnast betur.
Tó ein sera týdningarmikil leikari
á liðnum.
3
ANDREAS LAVA
OLSEN
Er altíð ein støðug hóttan, og
hóast tað ikki eydnaðist so væl
hjá honum sunnudagin, mugu
tað altíð fleiri verjuleikarar um at
verja ’Lava’ mannin. Hevur nógv
at siga fyri liðið.
3
FILIP DJORDJEVIC
Kom inn tíðliga í seinna
hálvleiki, og royndi at vera
avbjóðandi. Tað eydnaðist kanska
ikki altíð so væl, men tað hevði
týdning at hann royndi.
SPÆLARAMETING
Víkingur er nú so nær við FM-heitinum sum teir
ongantíð áður hava verið í søgu felagsins. Sum
úrslitið á Argjum lagaði seg sunnudagin, kunnu
víkingarnir nú sjálvir avgera FM-lagnuna
Andre Olsen
Tað var lítið sum bendi á at
dysturin í Sarpugerði sunnu
dagin, skuldi gerast ein av
minningarríkastu
dystum
hjá Víkingi nakrantíð í søgu
felagsins, tá ein møtti upp til
dystin móti TB sunnudagin.
Lagið á fólki var, at KÍ mundi
fara at avgera sína FM-lagnu
sjálvir, hóast ein lítil vón var
um, at teir møguliga kundu
snáva ímóti AB á Argjum.
Tóktist óveruligt
Men so líðandi sum dysturin
leið, broyttist myndin full
komiliga. Tað byrjaði við tí
at bilar floytaðu í brekkuni
aftanfyri málið, og tá vistu
flest øll, at nú mátti okkurt
vera áfatt á Argjum, har KÍ
spældi. Tá so stadion speak
arin aftaná lítla løtu kom
inn, og segði at nú var AB á
odda 1-0 á Argjum, spreiddi
bjartskygni seg runt allan
leikvøllin í Sarpugerði. Og
tá so stadion speakarin lítla
løtu seinni segði í hátal
arunum at nú hevði AB lagt
seg á odda bæði 2-0 og 3-0,
mundu flestu eysturbúgvar
mestsum ikki trúgva sínum
egnum eygum og oyrum.
Fjáltur var á
Víkingunum
Hetta smittaði sjónliga av
oman á vøllin, har leikararnir
vóru trýstir av áskoðarunum
um at fara fram á vøllin
at vinna dystin, soleiðis at
felagið kundi fara framvið KÍ
á fyrsta plássinum í deildini.
Løtuna eftir at AB hevði
lagt seg á odda 3-0, tóktist
tað sum um at trýstið frá
áskoðarunum
hevði
eina
keðiliga ávirkan á avrikið hjá
Víkingi, tí at fjáltur tóktist at
vera á spælinum hjá Víkingi,
har neyðugu tolið í fleiri
førum manglaði.
Bjartskygni
spreiddi seg
Í hálvleikinum sást týðuliga
hvussu bjartskygdur stem
ningurin var rundanum vøll
in í Sarpugerði, og flest øll
tosaðu um, at nú ráddi um at
hava neyðuga tolið, og síðani
at taka av fyri at fara framvið
KÍ á fyrsta plássinum. Og tá
seinni
hálvleikur
byrjaði,
tóktist tað sum um at nógv
fleiri áskoðarar vóru staddir
við leikvøllin í Sarpugerði,
enn tá dómarin bríkslaði
fyrra hálvleik í gongd.
Hanus var hetjan
Níggju minuttir inn í seinna
hálvleik, kom forloysandi
løtan hjá Víkingum til dyst
in sunnudagin. Eftir eitt
væl spælt álop í høgru síðu,
slapp Gunnar Vatnhamar
til innlegg úr síðuni. Hann
smekkaði bóltin inn í brots
teigin, har vinstri bakkurin,
Hanus Jacobsen, hevði tikið
tann langa túrin framvið, og
stóð púra einsamallur inni
í brotssteiginum, har hann
smekkaði bóltin í málið. 1-0
til Víking, sum nú var á FM-
kós, og rómurin var ikki til at
taka feil av.
Skuldu økt – TB
mundi javnað
Tað sum eftir var av dyst
inum, ráddi bara um at halda
stand. Eftir røttum
skuldi Víkingur eis
ini at havt lagt seg á
odda 2-0 miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki,
tá Sølvi Vatnhamar
slapp at reka púra
einsamallur móti TB
málverjanum, sum tó
hevði lúrt Sølva av, og
fekk bjarga stóra mál
møguleikanum. Ístaðin
var tað um reppið at TB
seint í seinna hálvleiki,
fekk stolið sær eitt
heldur óuppiborið stig
við til Suðuroyar aftur.
Ein TB’ari slapp at skjóta
ein leysan bólt í brots
steiginum, sum noyddi
Geza Turi út í fulla longd
at bjarga skotinum.
Tað óveruliga er
nú veruligt
Tað endaði tó við at Vík
ingur vann sær ein ser
stakliga kærkomnan sigur í
FM-stríðnum, og tað er ein
sannroynd,
at
FM-heitið
ongantíð hevur verið nærri í
Sarpugerði undir felagsheit
inum, Víkingi, enn tað er júst
nú. Komandi tveir dystirnir
vera serstakliga avgerandi
fyri Víking, har teir fyrst
skulu spæla á heimavølli
móti B36, og síðani skulu
spæla á Argjum móti AB í
seinasta dystinum. Tað sum
tóktist at vera farið fyri
tveimum vikum síðani, tá KÍ
vann avgerandi FM-dystin
í Sarpugerði móti Víkingi,
er nú aftur í eygsjón, og nú
ræður bert hjá víkingunum
um at halda høvdinum rætt
skrúvað saman, so felagið
kann tryggja sær fyrsta FM-
heitið í søgu felagsins.
FM-HEITIÐ HEV
VERIÐ NÆRRI H