mánadagur 3. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HELGI EIDESGAARD TB
TB stríddist manniliga, men máttu
geva skarvin yvir móti komandi
FM-vinnarunum! Hinvegin tók
KÍ ikki Effo í fullum álvara hetta
umfarið! Óseriøst, tí onnur lið
hava altso enn ymiskt at spæla
fyri!
RÓGVI HANSEN B68
Gekk heldur
ikki í dag, nú
eru ikki nógvir
kjansir eftir
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
VIT LIGGJA
NUMMAR EITT!
Rótutur dystur
men 1-0 er eisini
nokk tá AB greiđir
sína skyldu. Vit
koyra á! Dríviđ á dreingir!
WLYV
JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA
Enn er einki
avgjørt, men 1
stig er betri enn
einki.
Go Skála.
FÓTBÓLTUR
NSÍ kiksaði í Gundadali
B36 vísti seg at vera ov stórur
biti hjá NSÍ, sum noyddist úr
Gundadali við ongum. B36
vann 2-0.
– Vit mugu bara staðfesta,
at hetta var ikki dagurin hjá
okkum. Okkara spæl var
ikki soleiðis, sum vit høvdu
vónað, og vit mugu bara
ásanna, at B36 hesaferð var
omaná. At vit síðsta hálva
tíman vóru undirmannaðir
bar við sær, at støðan var
uppaftur torførari, staðfestir
NSÍ liðformaðurin Klæmint
A. Olsen.
Lukasz
Cieslewicz
tiltuskaði B36 brotssparkið,
sum
Róaldur
Jakobsen
umsetti til mál í 21. minutti.
Hannes Agnarsson varð lítla
løtu undan steðginum inn
skiftur fyri Sebastian Pingel,
ið noyddist at taka seg aftur
orsaka av skaða. Hannes
var sera eyðsýndur. NSÍ
miðverjin Jens Joensen sá
reytt, tá ið hann nýtti neyð
bremsuna ímóti sera skjóta
Hannesi, og tað var Hannes,
sum staðfesti sigurin, tá ið
Róaldur Jakobsen spældi
hann púra leysan.
– Undan steðginum var
talan um heilt opna uppgerð,
og tá vóru tað málmøgu
leikar í báðum endum. Eftir
steðgin høvdu vit betri tak á
spælinum, og hóast leiðslan
leingi var tepur, so kendu
vit okkum at hava kós ímóti
sigrinum – serliga síðsta
stóra hálva tíman, tá ið NSÍ
var undirmannað, sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
– Vit eru framvegis á
bronsuplássinum,
og
vit
ætla okkum fulla úrtøku í
tveimum teimum seinastu
umførunum, tá ið mótstøðu
liðini vera AB í Runavík og
B68 á Toftum, sigur Klæmint
A. Olsen.
Skála er
framvegis hótt
Hóast tað eydnaðist Skála at
greiða 1-1 og harvið at vinna
eitt stig í Fuglafirði, so sigur
støðutalvan, at tað fram
vegis er møguleiki fyri, at
AB skal vinna seg upp um
Skála og harvið trýsta Skála
niður í næstbestu deildina.
Nú tað resta tvey umfør, er
Skála seks stig frammanfyri
AB. Tað kann fara at vísa
seg at hava týdning, at mál
munurin hjá AB er betri, enn
hann er hjá Skála – ávikavíst
-13 og -16.
Andy
Olsen
legði
ÍF
framum, tá ið hann sneiddi
inn frá høgru, og Skála
miðvallarin
Símun
Petur
Poulsen javnaði, tá ið hann
við høvdinum setti bóltin í
málið eftir horna úr høgru.
–
Fuglfirðingar
høvdu
bóltin meiri enn vit, og fyri
treytirnar vórðu ikki betri, tá
ið teir løgdu seg framum. Tí
eru vit nøgdir við javnleikin.
Tað er upp til okkum at
syrgja fyri at vinna tað stigið
aftrat, sum heilt víst ber við
sær, at vit eisini næsta ár
fara at spæla í bestu deildini,
sigur Skála málverjin Andras
Gango.
ÍF legði bragdliga fyri, og
tað eydnaðist at seta hol á.
– Teir javnaðu, og eftir
steðgin vóru tað ikki so
nógvir málmøguleikar. Tað
var týðuligt, at skálamenn
vóru nøgdir við eitt stig, og
tað sást ivaleyst, at vit ikki
hava so nógv at spæla fyri,
sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF.
HB reisti seg
Tað eydnaðist HB at vinna
fulla úrtøku á Svangaskarði
og harvið at vaska eitt sindur
av døkka blettinum burtur,
sum tað var næstsíðsta
sunnudag at tapa ímóti AB í
Gundadali.
Ætlanin var, at Arnbjørn
Hansen
skuldi
vera
í
fremstu
røð
saman
við
Øssuri Dalbúð. Hetta varð
av ongum. Tað komst av,
at Arnbjørn undir venjing
hóskvøldið
enn
einaferð
varð skaddur og tískil ikki
var førur fyri at spæla. Tað
verður ikki roknað við, at
Arnbjørn verður førur fyri
at spæla aftur í ár.
Einsamalla
HB
málið
skoraði Øssur Dalbúð, tá ið
hann við handara stólpa og
við høvdinum stýrdi bóltin
í mótsatta síðunet, eftir at
Adrian
Justinussen
legði
fríspark úr høgru og innfyri.
Úrslitið ber við sær, at
B68 framvegis bíðar eftir at
vinna fyrsta sigurin í ár:
– Vit løgdu væl fyri og
spældu okkum til stóran
møguleika
beinanvegin,
men Teitur Matras Gestsson
bjargaði væl. Tá ið teir
høvdu skorað, dovnaðu vit
nakað. Eftir steðgin royndu
vit at spenna álopsbogan,
men tað eydnaðist ikki at
spæla okkum til upplagdar
málmøguleikar, sigur B68
venjarin Eliesar Olsen, ið
sigur seg vera væl nøgdan
við
verjupartin,
eftir
at
tað tríggjar tær seinastu
ferðirnar hevur ikki verið
væl vorðið.
26. umfar
Sunnudagin 16. oktober
KÍ-B68
Víkingur-B36
NSÍ-AB
HB-ÍF
TB-Skála
ÍF-Skála 1-1 (1-1)
1-0: Andy Olsen 23.
1-1: Símun Petur Poulsen 42.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
ÍF: Elias Rasmussen – Dánjal Pauli Højgaard, John Daniel Guðjónsson,
Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Karl Løkin (Ingi
Sørensen, 90.), Kristoffur Jakobsen (Dánjal á Lakjuni, 83.) – Andy
Olsen, Clayton Soares, Ari Ó. Ellingsgaard (Hanus Eliasen, 90.)
Gult kort: eingin
Venjari: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen
Skála: Andras Gango – Ari Olsen (Rasmus Andersson, 62.), Teitur
R. Joensen, Fritleif í Lambanum, Rógvi Egilstoft Nielsen – Símun
Petur Poulsen (Jan I. Hansen, 69.), Pætur Dam Jacobsen – Jónhard
Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen
Gult kort: eingin
Venjari: Pauli Poulsen
B68-HB 0-1 (0-1)
0-1: Øssur Dalbúð 20.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ari
Johannesen, Albert Róin Johannesen – Evrard Blé - Otto Reinert
Petersen (Esmar Clementsen, 60.), Michal Przybylski,, Leivur Højgaard
(Jóhannus Hansen, 75.), Kristian Anton Andreassen – Óli H. Olsen
Gult kort: Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard
Venjari: Eliesar Olsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jákup
F. Hansen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson (Pál Mohr
Joensen, 72.) – Hjalti Kárason Djurhuus, Fróði Benjaminsen
- Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Tróndur Jensen, 55.), Adrian
Justinussen (Tóri Rasmussen, 89.) – Øssur Dalbúð
Gult kort: Adrian Justinussen
Venjari: Jan C. Dam
B36-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Róaldur Jakobsen br 21.
2-0: Hannes Agnarsson 79.
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Tórður Thomsen (Trygvi Askham, 79.) – Jónas þór Næs, Andrias
H. Eriksen, Hørður H. Askham, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Odmar
Færø – Hanus Thorleifsson (Pætur Petersen, 87.), Róaldur Jakobsen,
Lukasz Cieslewicz - Sebastian Pingel (Hannes Agnarsson, 38.)
Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Jónas þór Næs
Venjari: Eyðun Klakstein
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen,
Jákup Andrias Gaardbo, Einar Tróndargjógv – Nikolaj Køhlert,
Betuel Hansen – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen,
Jann Martin Mortensen (Petur Knudsen, 68.) – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Betuel Hansen, Jann Martin
Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen
Reytt kort: Jens Joensen (beinleiðis reytt) 62.
Venjari: Anders Gerber
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Víkingur
25
17
4
4
54
24
+30
55
2
KÍ
25
17
3
5
55
25
+30
54
3
NSÍ
25
16
1
8
53
34
+19
49
4
B36
25
13
7
5
41
24
+17
46
5
HB
25
11
6
8
38
27
+11
39
6
ÍF
25
9
5
11
40
52
-12
32
7
TB
25
7
5
13
28
42
-14
26
8
Skála
25
6
6
13
22
38
-16
24
9
AB
25
4
6
15
29
42
-13
18
10 B68
25
0
7
18
19
71
-52
7