mánadagur 3. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Einki er liðugt fyrr
enn alt er liðugt.
Klaxsjingar spældu
sum gummibomm.
Óluksáligt at okkara ikki byrjað at
spæla fótbólt fyrr enn nú. Nú eru
bert NSÍ og Víkingur eftir. Gott hjá
kassameistaranum.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Málsetningurin var at sleppa út
í Europa. Tá man ikki siktar eftir
toppinum, so er hann ringur at
raka. Eg vil hervið ynskja Víkingi
tillukku við meistaraheitinum.
Leikarnir har eru so gamlir at teir
vinna neyvan nakað aftrat. Vit
koma sterkt aftur komandi ár.
SÆBJØRN LEITI ÍF
Eitt stig ikki nógv
at skriva søgu um
men vit hava bara
5 pláss at spæla
um. 1 heima dyst
meir næsta ár
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
EVROPA!
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Hava ikki uppiborið betri í dag..
Spæla sum vit longu eru farnir í
heystferiu..
Høvdu vit møtt einum betri liði,
hevði tapið allarhelst verið størri!
Tveir dystir eftir. Teir SKULU geva
seks stig!
Góðir!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað er viðhvørt heilt undar
ligt, sum tað tekur seg upp og
tørnar út í fótbólti.
Síðani 22. mai, tá ið tólvta
umfar var á skránni, hevur
KÍ verið ovast á støðutalvuni.
Í trettan umfør og í fýra
mánaðir og knappliga tvær
vikur hava klaksvíkingar
verið FM favorittar. Inntil
í gjár tá ið Víkingur við 1-0
heimasigri á TB trýsti KÍ av
tindinum.
Fýra tær seinastu ferðir
nar hevur tað verið soltið
hjá KÍ, og nú vísti tað seg, at
2-1 sigurin í lyklauppgerðini
í Sarpugerði fyri stívliga
tveimum viku síðani var ikki
nóg mikið at halda tørn um
oddasessin. 2-0 tap í Runavík,
2-2 ímóti B36 í Klaksvík og
nú 3-1 tap á Argjum eiga sín
lut í, at nú er tað ikki upp til
klaksvíkingar einsamallar at
gera av, um teir skulu vinna
FM ella ikki.
Hesar fýra ferðirnar, tá ið
KÍ úrtøkan hevur verið fýra
stig, hevur Víkingur vunnið
níggju stig – 1-0 á HB, 1-2
ímóti KÍ, 2-0 á NSÍ og í gjár
1-0 á TB. Støðutalvan sigur,
at nú er Víkingur fremst við
55 stigum, og at tað er eitt
stig aftur til KÍ. Víkingur
hevur verið ovast tríggjar
ferðir fyrr í ár – eftir fyrsta,
annað og níggjunda umfar.
Tað snýr seg um at vera
fremst eftir 27 umfør. Nú er
tað upp til Víking at gera av,
um tað skal eydnast at vinna
fyrsta FM heitið, síðani
felagið sá dagsins ljós tíðliga
í 2008. Tað er altso upp til
Víking at vinna FM ella at
tapa tað.
– Hjá okkum ræður um at
hava fokus á teimum báðum
dystunum, sum eru eftir at
spæla. Vit fara at stríðast
fyri at vinna ímóti B68 og ÍF.
So fáa vit at síggja, hvussu
langt tað røkkur, sigur Páll
A. Klettskarð, sum í gjár var
liðformaður, tí Jonas Flindt
Rasmussen var leikbannaður
og mikið saknaður í KÍ
miðverjuni.
Eyðun eigur lykilin
Meðan KÍ í næstsíðsta um
fari eigur botnliðið B68 á
heimavølli, so fær Víkingur
vitjan av B36. Tvær tær
seinastu ferðirnar hevur B36
vunnið javnleik í Klaksvík og
í gjár 2-0 heimasigur á NSÍ. Í
síðsta umfari skal Víkingur
spæla á útivølli ímóti AB. Tí
er tað á pappírinum fyrst
og fremst ímóti B36, at
møguleiki er fyri, at Víkingur
skal snáva.
Tað verður altso klaks
víkingurin og fyrrverandi KÍ
venjarin Eyðun Klakstein,
ið skal steðga Víkingi, sum í
løtuni hevur beina kós fram
ímóti FM heitinum.
Eyðun var í 2014 venjari í
barndómsfelagnum í Klaks
vík. Hann fekk ikki høvi at
halda fram. So varð hann
settur í venjarastarvið í árs
talsfelagnum í Gundadali.
Tað gekk upp á stás, og B36
endurtók FM heitið frá 2014,
tá ið Sámal Erik Hentze, sum
nú er Víkinga venjari, hevði
ábyrgdina.
B36 verður ikki meistari
í ár. Men eftir tíðarskeið við
nógvum skaðum og stiga
missum ímóti eitt nú TB, ÍF
og tvær ferðir Skála er B36
komið fyri seg fram ímóti
kappingarenda.
– Vit vunnu søtan 2-0
heimasigur ímóti NSÍ í gjár.
Harvið er tað greitt, at B36
eisini næsta ár fer at spæla
í europeisku kappingini. Tað
hevur sera stóran týdning.
Tað er framvegis møguleiki
fyri at vinna bronsukrónur
nar. Um tað skal eydnast,
so er fyrsta treytin, at vit
vinna báðar dystirnar, sum
eru eftir at spæla. Vit eru
uppsettir, vit trívast væl í
stórum avbjóðingum, og nú
fara vit at hava fult fokus
á avbjóðingini í Sarpugerði
annan sunnudag, sigur B36
venjarin.
Hvussu er tað at búgva
í Klaksvík, at eiga son á KÍ
liðnum og so at siga at hava
lykilin til, um FM heitið
undan síðsta umfari fram
vegis kann fara at hava kós
til Klaksvíkar?
– Talan er um eitt sindur
øðrvísi støðu, tí ivaleyst
fara klaksvíkingar næstu
dagarnar og fram til næst
síðsta umfar at minna á
týdningin, sum okkara avrik
og úrslit í Sarpugerði fer at
hava fyri møguleikan hjá KÍ
at vinna fyrsta FM heitið í
seytjan ár. Í støðuni ræður
um at vera fokuseraður og
professionellur, og tað er
altso sum B36 venjari, at eg
fari at fyrireika liðið til stóru
avbjóðingina, sigur Eyðun
Klakstein.
Tað vera fleiri spælarar
burtur frá venjingunum í
hesi vikuni og inntil týsdagin
upp undir næstsíðsta og av
gerandi umfarið. Landsliðið
er á veg til Riga í Lettlandi,
og bestu spælararnir vera
saman
við
Lars
Olsen,
landsliðsvenjara,
inntil
heimadysturin ímóti Portu
gal verður spældur mána
kvøldið um eina viku.
Hjá
KÍ
er
talan
um
Kristian Joensen og Páll A.
Klettskarð,og hjá Víkingi er
talan um Atla Gregersen og
Sølva Vatnhamar. Einasti
B36 spælarin á landsliðnum
er Jónas þór Næs. NSÍ
spælararnir,
sum
næstu
vikuna vera upptiknir av
landsliðsfótbólti eru Árni
Frederiksberg og Klæmint
A. Olsen.
B36 setti NSÍ upp á pláss, og nú eru
tað Eyðun Klakstein og hansara menn,
sum KÍ heingir sína FM vón á
EFFO-DEILDIN
EYÐUN EIGUR
FM LYKILIN
HJÁ KÍ