Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ ER NEYÐUGT VIÐ NÝGGJUM KREFTUM 1. DEILD: Bæði í EB/Streymi og 07 Vestur verður ásannað, at tað er neyðugt við styrki, og í Giza Hoyvík vænta tey, at tað verða ungir spælarar, ið fara at lyfta liðið longri fram Jóannes Hansen Leygardagin varð lok lagt á kappingarárið í næst­ bestu deildini. EB/Streymur vann 9-2 á heimavølli ímóti teimum næst­bestu hjá NSÍ. Á sínum 30 ára føðingar­ degi skoraði Leif Niclsen trý mál. EB/Streymur vann gull, og Leif Niclasen varð toppskjútti við 36 málum ella fýra fleiri, enn Brian Jacobsen á Skála skoraði í fjør, tá ið hann setti met. 07 Vestur vann so stóran sigur, sum besta liðið hjá teimum vestanfyri ongan­ tíð hevur vunnið áður. Tað endaði 12-1! á útivølli ímóti B71, sum flytur niður saman við AB, ið tapti 2-1 í Gunda­ dali ímóti HB. Meðan HB og AB spældu á ovara vølli, vann Giza Hoyvík trivaligan 5-2 sigur ímóti FC Suðuroy, sum longu hevði tryggjað sær bronsu­ krónurnar. Ætla at draga kent fólk at sær Í EB/Streymi og 07 Vestur eru teir farnir undir fyri­ reiking­ar­nar til nýggju av­ bjóð­ing­ina í fremstu røð. – Vit eru ógvuliga fegnir um, at tað eydnaðist at vinna okkum upp aftur beinanvegin. Vit fluttu niður í fjør, og tað hevði komið illa við, um vit skuldu spælt í næstbestu deildini í fleiri ár, sigur EB/ Streyma formaðurin Signar í Homrum, og hann heldur fram: – Vit droyma um, at onkrir av teimum, sum áður hava spælt her hjá okkum, vera aftur í felagnum næsta ár. Tað eru fleiri ungir spæl­arar, ið vit rokna við í fram­tíðini, men tað hevði komið væl við, um onkrir við royndum løgdust aftrat, sigur Signar í Homrum. Tá ið sipað verður til spæl­ar­ar, ið áður hava spælt í EB/Streymi og sum nú eru á øðrum liðum í bestu deildini, so verður millum annað hugsað um Arn­bjørn Hansen, Hans Paula Samuel­ sen, Gert Hansen og Bárð Olsen. Fleiri teirra eru eisini næsta ár sátt­mála­bundnir í øðrum feløgum. Tað er ikki greitt enn, hvør verður venjari í EB/Streymi næsta ár. Tað hevur ljóðað, at Heðin Askham er á veg norður aftur í Sundalagið, har hann var venjari 2009- 2013, men hesi tíðindini eru ikki váttað. Formaðurin í 07 Vestur, Hendrik T. Olsen, ásannar eisini, at fyritreytirnar at standa seg í bestu deildini er, at tað fæst onkur styrkur, og tað hevði verið kærkomið, um talan var um kent fólk: – Vit hava trý tey seinastu árini ment liðið, og vit eiga eisini góð lið í U-18, U-16 og U-14. Tað er kærkomið fyri alt vestur økið, at vit aftur fara at spæla í fremstu røð, men skulu vit standa okkum, so er tað neyðugt, at vit fáa onkrar royndar spælarar aftrat. Millum spælarar, sum áður hava spælt í 07 Vestur, og sum nú royna seg í øðrum liðum í fremstu deildini, eru B36 málverjin Trygvi Askham og Eli Falkvard Nielsen, B36, og Rógvi Egilstoft Nielsen, sum í ár bæði hevur spælt við EB/ Streymi og Skála. Tað er ikki greitt enn, hvør verður venjari í 07 Vestur. Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen hava havt ábyrgdina trý tey seinastu árini, og tað er sannlíkt, at teir fara at halda fram. Dúva upp á ungdómin í Hoyvík Sum tað var at lesa um í viku­skiftis­blaðnum, so verður í Suðuroy tosað um møgu­leikan fyri sam­starvi og saman­legging fyri at styrkja um fyri­treyt­ir­nar hjá fót­bólt­in­um í oynni. Í hesum prát­in­um eru FC Suðuroy, sum vann bronsu­ krónurnar í fyrstu deild, TB, sum hevur vunnið rættin at halda fram í bestu deildini næsta kappingarár, og Royn, sum endaði á sjeynda plássi í aðru deild. Giza Hoyvík setti leygar­ dagin punktum fyri kapping­ ar­árið við at vinna 5-2 á heima­vølli ímóti FC Suðuroy. Enda­støðan hjá Giza Hoyvík er fjórða plássið í næst­ bestu deildini. Tað heldur for­maður­in í felagnum, Kenneth Hov­gaard, vera á góðari leið: – Hetta er fyrsta árið hjá okkum í næstbestu deildini, og vit síggja ljóst upp á fram­ tíðina. Longu næsta summar rokna vit við at eiga nýggjan heima­vøll í Hoyvík. Saman­ haldið í felagnum er gott, og vit rokna við, at talan verður um stóra menning millum ungdómin í Hoyvík, sigur Giza Hoyvík formaðurin og hann heldur fram: – Undirtøkan millum ung­dóm­ar­nar hevur longu í ár verið góð. Vit hava gott sam­starv við hond­bólts­ felagið. Unglingar úr H71 hava spælt fótbólt í U-18 hjá okkum, og teir hava ment seg nógv. Upp­runaliga málið í ár var at varð­veita plássið í næst­bestu deildini. Tá ið tað í summar sá ljóst út, vónaðu vit, at tað fór at eydnast at vinna bronsu­krón­ur­nar, men tað er væl brúki­ligt, at vit endaðu á fjórða plássi. Næsta ár vóna vit, at tað fer at verða betri, enn tað var í ár, sigur Giza Hoyvík for­ maðurin. Víkingur-KÍ 4-2 (0-1) 0-1: Steinbjørn Olsen 45. 1-1: Tonni Thomsen 57. 2-1: Hans Jákup Lervig 63. 3-1: Hans Jákup Lervig 66. 4-1: Hans Jákup Lervig 77. 4-2: Steinbjørn Olsen 79. EB/Streymur-NSÍ 9-2 (5-0) 1-0: Leif Niclasen 4. 2-0: Leif Niclasen 11. 3-0: Sjúrður Jacobsen 24. 4-0: Ragnar Danielsen br 35. 5-0: Ragnar Danielsen 41. 6-0: Sjúrður Jacobsen 61. 7-0: Steffan Olsen 71. 8-0: Leif Niclasen 76. 9-0: Niklas T. Kruse 85. 9-1: Helgi L. Petersen 87. 9-2: Debes Danielsen 90. 8-1: Leif Niclasen 87. HB-AB 2-1 (1-0) 1-0: Poul Thomas Dam 37. 2-0: sjálvmál 87. 2-1: Jógvan Johannesson 94. Giza Hoyvík-FC Suðuroy 5-2 (2-0) 1-0: Mikkjal T. Hentze 27. 2-0: Karl Martin Danielsen 45. 3-0: Ahmed Keita 52. 3-1: Eiler Brattalíð 73. 3-2: Eiler Brattalíð 76. 4-2: Tróndur Arge 79. 5-2: Ahmed Keita 81. B71-07 Vestur 1-12 (0-7) 0-1: Holgar Durhuus 2. 0-2: Martin Tausen 6. 0-3: Holgar Durhuus 8. 0-4: Petur G. Dalbø 14. 0-5: Holgar Durhuus 24. 0-6: Holgar Durhuus 31. 0-7: Torstein Mýlingstind 32. 0-8: Martin Tausen 51. 1-8: Ibrahima Camara 65. 1-9: Gunleif Magnusarson 70. 1-10: Søren Nielsen 73. 1-11: Sølvi Egilsson 82. 1-12: Søren Nielsen 87. 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 EB/Streymur 27 21 4 2 105 28 +77 67 2 07 Vestur 27 21 2 4 98 34 +64 65 3 FC Suðuroy 27 17 3 7 67 40 +27 54 4 Giza Hoyvík 27 15 3 9 60 40 +20 48 5 NSÍ II 27 11 1 15 59 83 -24 34 6 KÍ II 27 10 3 14 53 67 -14 33 7 Víkingur II 27 9 4 14 42 60 -18 31 8 HB II 27 9 3 15 50 69 -19 30 9 AB II 27 3 5 19 22 73 -51 14 10 B71 27 3 4 20 36 98 -62 13 Máltindurin: Leif Niclasen EB/Streymur . . . 36 Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 26 Ahmed Keita Giza Hoyvík . . . . 22 Debes Danielsen NSÍ . . . . . . . . 20 Holgar Durhuus 07 Vestur . . . 19 Ibrahima Camara B71 . . . . . . 18 Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . 18 FÓTBÓLTUR