Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI MARNA VANN DM Í MARATHON Marna Egholm vann í gjár DM í marathon við einari framúrskarandi tíð, sum eisini er nýtt føroyskt met Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, tá ið OB leygardagin vann 2-1 á heimavølli ímóti AGF. Føroyski vongleikarin hevði av­gerandi leiklut, tí hann legði nevniliga upp til bæði OB-málini, sum Frederik Tingager og Rasmus Jonsson skoraðu. OB er framvegis á næst­aftasta plássi, men hevur nú styttri lið til topp seks – nevniliga átta stig. Eisini Hallur Hansson fekk allan dystin á vøllinum, tá ið AC Horsens leygardagin vann 1-0 á heimavølli ímóti Esbjerg. Sigursmálið fall smáar 10 minuttir fyrileiklok – eitt mál, sum íslendski Kjartan Finnbogason skeyt. AC Horsens er á áttanda plássi, eitt stig frá at koma í topp 6, sum gevur atgongd til endaspælið. Viljormur Davidsen spældi allan dystin og bar eisini liðskiparabandið, tá ið Vejle í gjár tapti 1-0 á útivølli ímóti Hobro. Sigursmálið skeyt Kasper Povlsen tá ið einans fýra minuttir vóru eftir at spæla. Eftir tapið í gjár er Vejle brádliga triðaftast í næstbestu donsku deildini, har teir tó einans eru trý stig frá triðja plássinum. Framúr væl gongur tað hinvegin hjá Vendsyssel FF, sum við einum 1-0-heimasigri ímóti Skive í gjár hevur lagt seg á odda í næstbestu donsku deildini við einum stigi niður til HB Køge, Nykøbing FC og Hobro. Christian Overby gjørdist sigursharri í hesum dystinum, har René S. Joensen spældi allan dystin. Tað var eitt satt vónbrot, tá ið Fremad Amager í gjár tapti 3-1 á heimavølli ímóti aftasta liðnum í næstbestu donsku deildini, AB. Olcay Senoglu legði annars heimaliðið á odda 1-0, men so rapaði tað hjá Amager-liðnum, sum eisini fekk eitt reytt kort við á vegnum. Heini Vatnsdal spældi allan dystin í miðverjuni, meðan Bárður J. Hansen ikki var við vegna skaða. Fremad Amager er nú á áttanda plássi, fýra stig frá uppflytingini, men einans trý stig frá niðurflytingini. Næstbesta deildin í Danmark er nevniliga sera jøvn, nú 11 umfør eru spæld. Kappingarárið í íslendskum fótbólti er nú av, og sum tað var greitt longu framman­ undan seinasta leik­um­ far leygar­dagin, gjørdist FH Hafnarfjørður við Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu meistarar. Á seinasta leikdegnum spældi FH 1-1-javnleik á heimavølli ímóti ÍBV Vestmannaeyjar, men líka mundu teir leggja í, tí eftir dystin fingu teir handað gull­heiðurs­merkini framman­fyri heima­áskoð­ar­ unum á Kaplakriki. B36 hevur longt um sáttmálan við Andrias Eriksen. 22 ára gamli miðverjuleikarin hevði sáttmála við felagið næsta ár afturat, men hevur longu nú valt at leingja sáttmálan, soleiðis at hann nú eisini er galdandi fyri kappingarárið 2017. Andrias Eriksen hevur í ár spælt næstflestar minuttir fyri B36 – einans Jónas Tór Næs hevur spælt fleiri. 07 Vestur hevur á ársveitslu leygarkvøldið kosið Søren Nielsen til ársins leikara. Tað veit jn.fo at siga. 25 ára gamli danin hevur í ár skotið 26 mál í 20 dystum og hevur tí havt ein týðandi leiklut í at 07 Vestur gjørdist nummar tvey og harvið flytur upp í Effodeildina. Hann gjørdist toppskjútti á liðnum frammanfyri Holgar Durhuus, sum skeyt 19 mál, og hann gjørdist næstbesti málskjútti í 1. deild aftanfyri Leif Niclasen hjá EB/ Streymi, sum skeyt 36 mál. Michael Laudrup er settur í starv sum venjari hjá Al Rayyan í Katar, har hann áður hevur verið meistari saman við hjá Lekhwiya. Sáttmálin er galdandi í tvey ár. Michael Laudrup sigur við TV2, at hann eisini hevði tilboð frá feløgum í USA og Kina, men at tilboðið hjá Al Rayyan var meira lokkandi í og við at hann og familjan trivust væl í Katar. FLOGBÓLTUR Eftir venjingarlegu um viku­ skiftið, er U19-kvinnu­lands­ liðið nú endaliga úttikið til NEVZA-kapping í Kettering í Onglandi í døgunum 26. - 31. oktober. Tær 12 úttiknu eru: Anna Larsen (ÍF), Petra Súnadóttir Hansen (Dráttur), Anna Súnadóttir Hansen (Dráttur), Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur), Bettieyð Ellingsgaard (Dráttur), Magnhild Jacobsen (Fleyr), Jórunn Elisdóttir Wang (Fleyr), Anna Gøthe Magnusdóttir (Fleyr), Sissal Ellefsdóttir (SÍ), Eva Winther Nagata (Ikast KFUM) og Súsanna Ludvig (Ikast KFUM). FORMIL 1 Tað var ein hendingarrík formil 1-kapping, tá ið koyrt varð í Malaysia hetta viku­ skiftið. Lewis Hamilton var á odda, tá ið eldur kom í bil hansara, og hann mátti fara úr kappingini. Daniel Ricciardo (Red Bull) vann kappingina frammanfyri liðfelagan, Max Verstappen. Hevði Lewis Hamilton vunnið, kundi hann lagt seg á odda í samlaðu kappingini, men við sínum 3. plássi hesaferð hevur Nico Rosberg (Mercedes) nú økt um leiðsluna til 23 stig í samlaðu kappingini. Lewis Hamilton var frá sær sjálvum, eftir at eldur kom í bil hansara, og í samrøðu við BBC setur hann spurnartekin við, um lið hansara, Mercedes, yvirhøvur vil hava at hann skal vinna. - Eg havi nakrar spurningar til Mercedes. Vit hava so nógvar motorar, og í okkara hópi eru tað átta koyrarar, men mín motorur er tann einasti, sum hevur svikið. Nøkur fólk skulu koma við svarum, tí hetta er ikki til at góðtaka. Tað er onkur, sum ikki vil, at eg skal vinna í ár, sigur Lewis Hamilton. FR. ÍTRÓTT Marna Egholm framdi eitt satt bragd sunnudagin, tá ið hon vann DM-gull á marathon-teininum og nú kann kalla seg danmarks­ meistara í marathon. Við tíðini 2.46:37 smurdi 35 ára gamli rennarin eisini tað nýggja føroyska metið av. Føroyska metið tekur hon frá Valborg Heinesen, sum átti tað frammanundan við tíðini 2.49:37. Nummar tvey í marathon-kappingini, sum varð runnin í Odense, endaði heili níggju minuttir aftanfyri Marnu. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen gjørdi enn einaferð um seg í Champions League, tá ið hann og lið­felag­ar­nir í Bjerringbro- Silke­borg í gjár høvdu vitjan av týska stórfelagnum F l e n s ­b u r g - H a n d e w i tt . Hann skeyt nevniliga fýra mál í 19-25-heima­tapinum ímóti týska liðnum, sum var á odda 12-10 í hálv­leiks­ steðginum. Í næstu viku verður neyvan lættari hjá Bjerringbo-Silkeborg, tí tá verður mótstøðan nevniliga eitt annað týskt stórfelag, hesaferð THW Kiel. ANNAÐ Venjaraskeiðið hjá ÍSF, sum skuldi vera 8. og 9. oktober, er flutt til 29. og 30. oktober. Evnini á skeiðnum eru “ítróttur fyri børn og ung”, “ítróttur og venjing” og “ítrótta­skaðar – nei takk”. Áður hava útlendingar staðið fyri skeiðnum, men í ár verður tað ný­út­búni skeiðs­ haldarin, Heri Ziska, sum stendur fyri undivísingini.