mánadagur 3. oktober 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Hanus. Hvussu kennist
tað at skora avgerandi
málið í umráðandi
sigrinum móti TB?
Tað kennist sjálvandi gott at vera
við til at ávirka úrslitið soleiðis at
vit fingu 3 týdningarmikil stig á
konto'ina. Tó skal ikki gloymast,
at úrslitið eisini skyldast, at liðið
megnar at halda nullið, og tað
kunnu vit allir vera stoltir av.
Hvussu kendist tað at
vera á vøllinum áðrenn tit
skoraðu, har tit vistu at AB
var frammanfyri móti KÍ?
Tað einu løtuna í fyrra hálvleiki,
haldi eg at tað virkaði sum um at
vit vildu ov nógv í senn, og blivu
ótolnir at spæla bóltin runt fyri at
skapa neyðugu støðurnar. Men so
líðandi kom meira ró yvir spælið,
og vit komu til fleiri góðar støður,
serliga í seinna hálvleiki.
Fyri tveimum vikum síðani
tóktist FM dreymurin
at vera brostin. Nú
er hann brádliga har
aftur. Hvussu er tað?
Eftir tapið ímóti KÍ fyri tveimum
vikum síðandi, meldaðu vit út, at
vit fóru eftir at fáa tey seinastu 12
stigini. Nú hava vit so fingið tveir
sigrar, og at stigatalvan nú hevur
hætta seg sum hon hevur gjørt,
ger sjálvandi endaspurtin meira
spennandi.
Hevði tú ynskt at komandi
dystur kom um eina
viku og sloppið undan
landsliðssteðginum nú?
Sum leikari gleðir tú teg altíð til
dystirnar, so ongantíð betur, um
stutt er millum dystirnar. Men
at brúka tvær vikur at gleða seg
heldur enn eina viku hesaferð, tað
man vera í lagi.
Hvussu sært tú uppá
komandi tveir dystirnar?
Nú taka vit komandi uppgávu
ímóti B36 fyrst, og so taka vit tað
harfrá. Tað er har alt fokus er á
nú. Hetta verður ein sera torfør
uppgáva. Mær vitandi hevur
B36 ikki tapt ein dyst síðan á
Ólavsøku, so hetta er eitt sera
formsterkt lið vit møta um smáar
tvær vikur. Men vit eru við gott
mót.
Vikan ið fór
Víkingur er nýtt oddalið í
Effodeildini, eftir at KÍ púra
óvæntað tapur 3-1 ímóti
AB, meðan Víkingur greiðir
sína skyldu og vinnur 1-0
á heimavølli ímóti TB.
Tað er einki óvæntað navn
í hópinum, tá ið føroyski
landsliðsvenjarin, Lars Olsen,
úttekur hópin, sum skal spæla
ímóti Lettlandi fríggjadagin
og Portugal næsta mánadag.
Teir seinastu átta minuttirnir í
sokallaðu gúppi-gate ímillum
Skála og ÍF í triðbestu deildini
verða avgreiddir í ruskutum
veðri hóskvøldið. Løtan endar
0-0, og dysturin 2-0 til Skála.
Heri Ziska, venjari hjá Hvirluni,
er í uppskoti um at gerast
ársins leiðari hjá Dansk Atletik
Forbund. Vinnarin verður
avdúkaður 29. oktobur.
Loyniligar upptøkur avdúka,
at Sam Allardyce ikki sýtir fyri
at ganga ímóti reglunum hjá
FA, og eftir avdúkingina velur
hann at siga seg úr starvi sum
enskur landsliðsvenjari.
Marna Egholm gerst danmarks
meistari á marathon-teininum
og setur í sannførandi
stíli nýtt føroyskt met.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Av tí, at yvirritaði hevur hildið við
Arsenal so leingi sum meg minnist,
so havi eg altíð hildið tvey ting um
Arsène Wenger og Arsenal verið
rættiliga stuttlig. Nummar eitt:
At Arsenal skuldi finna sær ein
venjara, sum eitur Arsène. Nummar
tvey, sum eg nýliga havi funnið
útav: Wenger varð settur í starvið
í september 1996, og hansara fyrsti
dystur sum Arsenal-venjari var á
útivølli ímóti Blackburn 12. oktober
1996. Sjálvur eri eg føddur 9. oktober
1996. Við øðrum orðum, so hevur
Wenger verið venjari hjá Arsenal
líka leingi, sum eg havi livað.
Tað loypti hvøkk á bretska fót
bóltsheimin, tá ið Arsenal kunn
gjørdi nýggjan venjara fyri júst
20 árum síðani. Áðrenn hann kom
til Arsenal var Arsène Wenger
venjari hjá japanska Nagoya. Ein
avísyvirskrift var soljóðandi: Arsène
Who?
Tað tók tó ikki langa tíð, so
vistu øll, hvør hann var. Longu í
sínum fyrsta heila kappingarári, í
1998, vann hann ensku greipuna.
Síðani vann hann enska meistara
heitið tvær ferðir afturat og FA
Cup tríggjar ferðir afturat. Í 2005
var ongin ivi um, at hetta var besti
venjarin í søguni hjá Arsenal.
Men mangt broyttist í 2006, tá
ið Arsenal skuldi fíggja sín nýggja
leikvøll. Nú var Wenger ikki bara
venjari – hann var eisini grann
skoðari og skuldi syrgja, at felagið
fekk inntøkurnar frá Champions
League hvørt einasta ár, samstundis
sum hann skuldi klára seg við einum
leikarahópi, ið var nógv bíligari
og yngri enn tann hjá kappingar
neytunum. Hóast Arsenal ikki vann
eitt steyp aftur fyrr enn í 2014, so
megnaði Arsenal at enda ímillum
fýra tey fremstu hvørt einasta ár í
hesi strævnu tíð.
Enski blaðmaðurin, John Cross,
ið hevur fylgt Arsenal øll hesi
árini, hevur skrivað søguna um
Wenger og Arsenal. Tú fært innlit
í framferðarháttin hjá Wenger við
leikarum, miðlum og starvsrivalum
– serliga Sir Alex Ferguson og José
Mourinho.
LES UM: Tú hevur áhuga fyri tí,
sum fer fram handan leiktjøldini
í einum av størstu feløgunum í
Onglandi.
IKKI LES UM: Tú væntar, at
Wenger avdúkar síni djúpastu
loyndarmál. Hetta er ikki hansara
persónliga sjálvsævisøga
HVUSSU ER AT HYGGJA: Til tíðir
eitt sindur langdrigið, men tú fært
ymiskt at vita um Wenger, sum tú
ikki visti áðrenn
HVAT SIGUR TÚ: Spennandi og
avdúkandi bók, men eg eri eisini
svorðin Arsenal-fjeppari.
NELI HELDARSKARÐ
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
INFO: Arsène Wenger hevur nú verið venjari hjá Arsenal í heili 20 ár. Næstlongst sitandi venjarin í Premier League er Eddie Howe hjá Bournemouth, ið hevur verið í tí sessinum í 4 ár
Sam Allardyce, eftir at verða trýstur úr
starvinum sum enskur landsliðsvenjari
Klæmint A. Olsen, sum er trý mál
frá málmetinum í Effodeildini
– Eg royndi at hjálpa einum, sum eg havi
kent í 30 ár. Tíverri var hetta skeivt av mær
at gera. Eg bleiv lumpaður í eina fellu
– Eg vil heldur fáa seks stig og einki
mál, enn at fáa fleiri mál og einki stig
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Hanus Jacobsen
Aldur: 31
Starv: Fótbóltsleikari (Víkingur)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu eitur venjarin, sum fyribils hevur tikið við sum
enskur landsliðsvenjari?
2 Í næstum fer føroyskt U19-kvinnulandslið at luttaka í
NEVZA-kapping. Hvørja ítróttargrein er talan um?
3 Hvussu eitur danska hondbóltsfelagið, sum Jóhan á Plógv
Hansen spælir við?
4 Hvussu eitur føroyska dart-legendan, sum er greitt á
odda í FM?
5 Hvussu eitur ÍF-málverjin, sum gjørdist miðpunkt í
sokallaðu gúppi-gate?
6 Hvørjum bilmerki koyra formil 1-koyrararnir Lewis
Hamilton og Nico Rosberg í?
7 Úr hvørjum landi kemur nýggi venjarin hjá venjarin hjá
kyndilskvinnum?
8 Hvat eftirnavn stendur uppi yvir 8-talinum á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar:
1: Gareth Southgate 2: Flogbólt
3: Bjerringbro-Silkeborg 4: Remy G. Hansen
5: Ken Bærentsen 6: Mercedes 7: Spania 8: Bjartalíð
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
BÓKIN:
The inside story of Arsenal under Wenger