mánadagur 3. oktober 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Í dag byrjaði ferðin hjá
føroyska
landsliðnum
til
Lettlands, har Føroyar skulu
spæla fríggjakvøldið. Sama
kvøldið skal Portugal spæla
móti Andorra. Dagin eftir
lenda tveir flúgvara vesturi
á flogvøllinum.
Fyr rum dagin kemur
føroyska landsliðið aftur
úr
Lettlandi,
meðan
portugisiska landsliðið við
Cristiano Ronaldo í hópinum
lendir klokkan 19.
Tað er ikki oftari enn
so, at ein spælari, sum er
kosin til heimsins besta
fótbóltsspælara
tríggjar
ferðir, kemur til landið. Tí
kann eisini roknast við, at
tað verða nógvir fjepparar
til staðar, tá hann tekur síni
fyrstu fet í Føroyum.
Góða tíð í Lettlandi
Føroyska landsliðið er longu
byrjað ferðina til Lettlands.
Teir fóru í morgun við
flogfarinum til Danmarkar,
áðrenn farið verður víðari til
Lettlands.
Føroyska landsliðið hevur
gjørt nógv burturúr, at fara
í góðari tíð. Hetta er ein
fyrimunur fyri spælararnar,
ið tí fáa møguleikan at
rista ferðina úr beinunum,
og
tillaga
seg
nýggja
umhvørvið. Hetta gjørdu
teir millm annað undan
dystinum móti Grikkalandi í
Pireus, tá vit vunnu 1-0.
Nú
er
at
vóna,
at
føroyska liðið aftur finnur
seg til rættist í Lettlandi,
tí møguleikin er fyri bæð
javnleiki og sigri, men tað er
skjótt at tapa ein landsdyst.
Í Sosialinum í morgin
verður upptak til sjálvan
landsdystin.
Róaldur ikki við
Róaldur
Jakobsen,
mið
vallarin hjá B36, hevur givið
avboð vegna skúlagongd.
Hann
gav
eisini
avboð
fyrr í ár somuleiðis vega
skúlagongd. Í hansara stað
er komin til Pól Jóhannus
Justinussen, ið er úttikin til
landsliðið aftur.
Hann var ikki uppruna
liga
úttikin,
men
hevur
undan tí verið úttikin til
allar landsdystirnar undir
Lars Olsen.
Tó kundi ein spurt hví
ein slík avgerð ikki verður
tikin áðrenn, so tað ikki er
neyðugt at geva avboð.
Rás2 sigur beinleiðis frá
landsdystinum í Lettlandi.
trondur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var kappingarárið í 1. deild lokið.
EB/Streymur og 07 Vestur vunnu sær trygt
uppflyting upp í effodeildina. Og teimum skal
verða ynskt hjartaliga til lukku við uppflytingini,
sum var so ruddiliga uppiborin. B71 og AB
flyta niður, og B36 og ÍF flyta upp úr 2. deild.
Komandi ár verða tað bara fýra fyrstu lið í
1. deild. Tey verða Giza-Hoyvík, FC Suðuroy,
B68 og AB. Heili seks eykalið verða í deildini.
Talan er um eykaliðini hjá topp-6 liðunum í
effodeildini, KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, HB og ÍF.
Tað er ikki so ræðuliga áhugavert at hava eina
alilanga kapping við 27 umførum, har bert
fýra lið hava møguleikan at flyta upp í bestu
deildina. Tí er tíðin búgvin at umskipa næstbestu
fótbóltsdeildina, og besti leisturin hevði verið
íslendska modelið, har 12 lið eru í deildini, sum
møtast heima og úti. Hetta hevði merkt, at
kappingin í 1. deild hevði verið avgreidd longu
aftaná 22 umfør, og ein hevði sloppið undan, at
ein uppflytingarkandidatur skal spæla ímóti
einum eykaliði heilar tríggjar ferðir í sama
kappingarári. Við 12 liðum hevði B71 eisini verið
verandi í deildini, og so høvdu, ið hvussu er fimm
av teimum 12 liðunum í 1. deild verið fyrstu lið.
Við 12 liðum høvdu allar Fótbólts-Føroyar eisini
fingið staðfest hvussu leisturin við 12 liðum, sum
møtast heima og úti í 22 umførum roynist, og so
vóru vit øll tað klókari.
Fólk hava tosað bæði harðliga ímóti, og
brennandi fyri at hava 12 lið í effodeildini. Í
skrivandi stund er so ikki meiriluti fyri 12 liðum
í effodeildini, men hví ikki royna at hava 12 lið í
næstbestu deildini, so vit síggja í verki hvussu tað
roynist? Íslendingar fóru frá 10 liðum og til 12 lið
fyri nøkrum árum síðani, og har verður staðfest,
at tað riggar væl við 12 liðum. Higartil hava vit
kolldømt leistin uttan at hava roynt hann. Til ber
eisini at staðfesta, at tað "kostar" minni at royna
leistin í næstbestu deildini, um tað í ringasta
føri skuldi víst seg at verða ein ringur leistur,
sum tað neyvan er. Ein framburður verður, ið
hvussu er í 1. deild komandi kappingarár, og tað
er, at Giza-Hoyvík loksins fær sín egna heimavøll
uppi í Hoyvík. Hjá suðurstreymoyingum verður
serliga spennandi í 1. deild komandi ár við
fýra høvuðsstaðarliðum, har grannauppgerðir
verða millum AB, Giza-Hoyvík, HB og B36.
Fólkavøksturin er munandi størri í Hoyvík enn
á Argjum, og tá Giza-Hoyvík hevur etablerað
seg uppi í Hoyvík verður spennandi at síggja
um tað verða hoyvíkingar ella argjamenn, sum
verða tað "triðja liðið" í høvuðsstaðnum. Men lat
tað endiliga verða í einari 1. deild har vit royna
leistin við 12 liðum. Hesa komandi dagarnar
halda vit tó øll við sama liðið. Vónandi megnar
føroyska fótbóltslandsliðið at leggja enn eitt
minniligt avrik fyri dagin á Skonto leikvøllinum
í Riga í Lettlandi. Bert 16 pláss eru millum liðini
á styrkislistanum hjá FIFA, men so mangan fyrr
hevur júst tað verið stóri vandin hjá okkum, at
vit hava hildið, at nú var møguleikin, og so glapp
hann úr hondum okkara. Vit krossa fingrar fyri,
at tað ikki hendir á hesum sinni. Føroyar Framá.
12 lið eiga
at roynast í
næstbestu
fótbóltsdeildini
RONALDO Í FØROYUM
LEYGARKVØLDIÐ
Portugisiska landsliðið lendur í Føroyum leygarkvøldið
klokkan 19. Við í ferðalagnum verður ongin minni
enn Cristiano Ronaldo, maðurin sum tríggjar ferðir
er kosin til heimsins besta fótbóltsspælara
LANDSLIÐ S
HÓPURIN:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Verjuspælarar:
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen,
Víkingur
Rógvi Baldvinsson,
Vidar (NOR)
Jóhan Troest Davidsen,
HB
Viljormur Davidsen,
Vejle (DK)
Sonni Ragnar
Nattestad, Fylkir (ÍS)
Gilli Rólantsson
Sørensen, Brann (NOR)
Bárður Jógvanson
Hansen, Fremad
Amager (DK)
Miðvøllur:
Kaj Leo í Bartalsstovu,
FH (ÍS)
Sølvi Vatnhamar,
Víkingur
Hallur Hansson, AC
Horsens (DK)
Brandur Hendriksson
Olsen, Randers FC (DK)
Heini Vatnsdal, Fremad
Amager (DK)
René Shaki Joensen,
Vendsyssel (DK)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Pól Jóhannus
Justinussen, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Álop:
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jóan Símun
Edmundsson, OB (DK)
Páll A. Klettskarð, KÍ