mánadagur 3. oktober 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
23
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
– Eg vil siga, at mín allarstørsti
dagur lokalpolitiskt var, tá eg um
ársskiftið 2014/2015 tók ímóti pró
vnum um, at Sands kommuna tá var
komin niður um eina álíkning í skuld.
Tað fløvar enn meira, at nettoskuldin
nú er komin niður um eina hálva
álíkning.
Borgarstjórin vísir á, at hetta er
hent, samstundis sum kommunan
hevur lækkað skattin í tveimum um
førum.
– Vit lækkaðu skattin í 2015 við 0,5
prosentum, og kortini vuksu skatta
inntøkurnar við trimum prosentum
hetta árið. Fyri árið í ár er skatturin
aftur lækkaður við 0,5 prosentum, og
kortini eru skattainntøkurnar higartil í
ár øktar við heili fimm prosentum.
Brandur Sandoy sigur, at hóast
hesa góðu gongd, verður roynt at
halda
rakstrarútreiðslunum
niðri
og kommunan hevur – hóast góðu
gongdina bæði í ár og í fjør – ikki brúkt
eina krónur meira til umsiting.
– Vit brúka tað, sum vit noyðast at
brúka til tað neyðuga, men málið er
framvegis at gjalda niður skuld.
Í ár hevur Sands kommuna brúkt
stívliga fýra miljónir krónur upp á
asfaltering, men vegirnir vóru niður
slitnir, og her var stórur tørvur á
nýggjum asfalti.
– Tá eg tók við borgarstjórasess
inum í oktober mánaði í 2009, var
nettoskuldin hjá Sands kommunu 27
miljónir krónur, men á nýggjárinum í
ár var skuldin komin niður á 6 miljónir
krónur. So, vit kunnu ikki annað enn
fegnast um góðu gongdina, sum hev
ur verið í okkara kommunu hesi árini,
sigur borgarstjórin.
Friður hevur valdað
Brandur Sandoy fegnast ikki minst
um, at síðan borgarstjóraskiftið í
Sands kommunu í oktober 2009, hev
ur friður valdað í kommununi.
– Ella sagt við øðrum orðum, at
teir bardagar, sum hava verið, hava
verið, har teir eiga at verða - og ikki
í almenna rúminum. Eg vil í stuttum
siga, at kommunalpolitisku viður
skiftini hesi árini hava verið stabil.
Hann heldur, at útlitini hjá komm
ununi eru rættiliga góð, og nú er ikki
longur, eins og áður, neyðugt at fara
niður á knøini yvirfyri fíggjarmála
ráðnum, um ein veit í bygdini skal
gravast.
– Áður vóru boðini, at vit fyrst
skuldu gjalda so og so nógv niður á
skuldina, áðrenn vit komu til rakstur
og annað í kommununi. Men, hóast
hesi strongu boð og hørðu krøv, eydn
aðist tað okkum kortini at halda bygd
ina koyrandi í einari rímiligari støðu.
Brandur Sandoy vísir á, at tað
eydnaðist Sands kommunu hesi árini
at byggja barnagarðin út yvir rakst
urin, at fáa frítíðarskúla og ungdóms
hús, og tað eydnaðist eisini at skipa
fyri fleiri trivnaðartiltøkum.
– Umframt afturvendandi og al
mennu trivnaðartiltøkini, hava vit
eisini lagt okkum eftir at skapa trivnað
innan starsfólkaøkið hjá kommununi.
Vit hava soleiðis lagt dent á starvs
fólkarøkt við tiltøkum og útferðum,
sum kunnu samansjóða stabin hjá
kommununi, leggur hann aftrat.
Skattaprosentið niður
Hóast Sands kommuna hevur lækkað
skattin í tveimum umførum seinastu
tvey árini, heldur borgarstjórin, at
skatturin í kommununi framvegis er
ov høgur.
– Vit hava í dag eitt
skattaprosent, sum er á 22,5, men
sum var uppi á 24 prosentum, tá tað
var hægst. Nú Sandoyggin verður
knýtt upp í meginøkið um fimm ár,
verður neyðugt at lækka skattin enn
meira, soleiðis at tað fíggjarliga eisini
loysir seg at búgva í Sands kommunu.
Sjálvur haldi eg, at málið eigur at
verða at lækka skattin niður á 20
prosent tey næstu 4-5 árini - ella
við umleið hálvum prosenti um árið.
Hetta er realistiskt, og hesum eiga vit
eftir mínum tykki at stremba eftir.
Spurdur, hvørjar íløgur liggja
fremstar hjá einum nýggjum bygdar
ráði eftir kommunuvalið komandi,
sigur Brandur Sandoy, at eitt nú verður
neyðugt við nýggjari brandstøð, eins
og framhaldandi verður arbeitt við
kloakkunum.
– Vit eru komin nakað ávegis við
kloakkunum, men her verður neyðugt
við nøkrum miljónum aftrat, áðrenn
vit eru komin á mál. Í ár er so skarnið,
sum rann út í Sandarfjørðuna, fingið
burtur, sigur borgarstjórin.
Spennandi aling
Brandur Sandoy sigur seg vera sera
spentan upp á alingina, sum Marine
Harvest nú er í gongd við á Sandsvág.
– Eftir tveir vetrar, har umstøðurnar
eru royndar, er fiskur nú settur í ring
arnar, og eg havi skilt, at alt hevur
gingið væl higartil, eins og fiskurin
veksur væl. Nú skulu vit bara vóna,
at aliringarnir fara at klára harðbalna
veturin, soleiðis at vit kunnu síggja
fram ímóti einari størri alivinnu á
Sandsvág.
Borgarstjórin vísir á, at ali-felagið
leigar lendið úti á bryggjuni til
landstøð, og felagið leigar seg eisini
inn í virkisbygningin hjá Sandoy Sea-
food við fóðuri.
– Vit síggja stórt í alivinnuni, og
vit fegnast um tað samstarv, sum vit
higartil hava havt við Marine Harvest,
sigur Brandur Sandoy.
– Vit síggja stórt í alivinnuni, og vit fegnast um tað samstarv, sum vit
higartil hava havt við Marine Harvest, sigur Brandur Sandoy
- Vit eru komin nakað ávegis við kloakkunum, men her verður neyðugt við nøkrum miljónum aftrat. Í ár er
so skarnið, sum rann út í Sandarfjørðuna, fingið burtur, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen