Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoy Vilmund Jacobsen Í Sands kommunu hava tey lagt stóran dent á, at fólk skulu trívast, og tí hevur seinnu árini eisini verið skipað fyri fleiri trivnaðartiltøkum, sum hava fingið dygga undirtøku. Seinasta tiltakið, sum verið hevur, var seinsummardagur, sum Sands komm­una og Ungmannafelagið Virkið skipaðu fyri. – Dagurin byrjaði sum vanligt við stórum morgunmatarborði, og hetta tiltak hevur heilt síðan byrjan havt stóra undirtøku. Umframt fólk, sum búgva á Sandi, vóru eisini fleiri onnur við, sum hava røtur her í bygdini og sum høvdu leitað sær heim á Sand henda fyrrapart. Borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, sigur, at henda morg­unin sótu eini 500 fólk til borðs, sum fyrra­parturin leið. – Um kvøldið var stórt tónleika­ tiltak á skránni við kendum tón­leika- nøvnum, og her var rættiliga nógv fólk, bæði her úr bygdini, úr Sandoynni sum heild – og eisini ein rúgva av fremm­andafólki, sum vóru komin um fjørðin at vera við til tiltakið. Á seinsummardegnum vóru eisini tiltøk fyri børnum, eitt nú Ævintýra­ ferð, hoppiborgir og annað, og her var smakkiroynd við bæði saltfiski og øli. Har fólk trívast Sjálvur heldur Brandur Sandoy, at nú tíðin nærkast, til Sandoyggin fær fast samband við meginøkið, hevur tað stóran týdning, at kommunan er í fokus við trivnaði í hásæti. – Eg haldi, at hesi tiltøk við hjálp frá nógvum góðum kreftum hava eydnast okkum væl, og trivnaðartiltøk er avgjørt nakað, sum vit eiga at halda fram við. Eftir mínum tykki hava hesi tiltøk alstóran týdning, og vit eiga sum kommuna at halda trivnaðinum uppi. Borgarstjórin vísir á, at í juli mánaði næsta ár kemur seglskiparegatta’in aftur á Sand, og tá tað hesaferð fellir á eitt heilt vikuskifti, verður hetta eitt gott høvi at flætta regattatiltakið saman við øðrum tiltøkum á Sandi. – Bæði sandoyingar og onnur hava lagt til merkis, at vit gera burtur úr trivnaðinum og afturmeldingarnar, vit fingu eftir seinsummartiltakið hesa­ ferð, vóru framúr. Hetta gevur okkum áræði og dirvi at halda fram. Leystliga hava vit mett, at eini 1000 fólk til­ samans vóru til seinsummartiltakið á Sandi í ár, harav nógv avbygdarfólk. Brandur Sandoy heldur, at ikki minst heimasandsfólk vóru fegin um tiltakið. Øll summarhús í bygdini vóru útleigað, og handlarnir høvdu nógva vitjan. Nýtt summarhúsøki Brandur Sandoy sigur, at nógv fólk vitja í Sandoynni millum ár og dag, og hann heldur seg hava varhugan av, at nógv fólk hava leigað seg inn í summarhús á Sandi í ár. – Nú fáa vit eisini eitt nýtt summ­ ar­húsøki í sera náttúruvøkrum øki, sum byggifyritøkan Articon eigur og tekur sær av. Her verða í fyrstu syfti bygd 12 summarhús, og eg vóni og vænti, at fleiri av hesum húsum standa uppi longu komandi summar. Eg havi skilt, at eftirspurningur er eftir hesum húsum. Byggifyritøkan hevur lista, sum fólk kunnu skriva seg upp á, og eg havi skilt, at fleiri hús longu eru umbiðin. Borgarstjórin vísir á, at talan verður ikki um heilárshús, og her verður eingin treyt um, at fólk neyðturviliga skulu búgva í Sands kommunu fyri at ogna sær eitt av hesum húsum. – Vit hava selt Articon lendið, og byggifyritøkan hevur fingið grót frá kommununi til planering. Tey, sum keypa summarhúsini, koma at gjalda eitt symbolskt gjald til kommununa fyri tøming av rottanga. Brandur Sandoy veit at siga, at talan verður ikki um smáttur, men um fín og flott hús. – At vit nú fáa hetta summarhús­ økið, kemur at merkja, at her fer at koma nógv fólk, og tíbetur hava vit góðar fasilitetir í kommununi og í oynni annars, sum ferðandi kunnu brúka eftir avtalu, eitt nú fótbóltsvøll og ítróttarhøll, umframt aðrar tæn­ astur, sum Sandoyggin hevur at bjóða. Størsti dagurin Vit spurdu eisini Brand Sandoy, hvør størsta hending hjá honum hevur verið í hesum kommuskeiði, sum nú skjótt er runnið. Sands kommuna setir trivnaðin í hásæti –- Mín allarstørsti dagur lokalpolitiskt var, tá eg um ársskiftið 2014/2015 tók ímóti próvnum um, at Sands kommuna var komin niður um eina álíkning í skuld. Tað fløvar enn meira, at nettoskuldin nú er komin niður um eina hálva álíkning. Hetta er hent, samstundis vit hava lækkað skattin í tveimum umførum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu Felags morgunmatarborð er eitt av trivnaðartiltøkunum hjá Sands kommunu, sum hevur stóra undirtøku Mynd: Vilmund Jacobsen