mánadagur 3. oktober 2016síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
2008, sum oyðilegði flestu bátar í
Skálavík og gjørdi feigdina um seg á
bygningar og kirkjugarð.
Ein stór íløga
Tað var eitt tungt tak hjá einari so
lítlari kommunu at byggja grótkast
sum nýggja verju móti vetraródn.
– Hetta var ein kostnaðarmikil
íløga hjá okkum. Arbeiðið kostaði
4,2 miljónir krónur tilsamans, og
landið játtaði eina miljón, sum vit tó
ongantíð fingu. Sama dag, sum vit
skuldu fáa hesar pengar, fingu vit
eina eykarokning frá Landsverki á
800.000 krónur. So, vit sóu ongantíð
pengarnar.
Linjohn Christiansen vísir á, at fyri
hvønn borgara í Skálavíkar kommunu
var hetta ein íløga á 28.000 krónur.
Hendi ein slíkur skaði á landsplani,
hevði hetta kostað umleið 1,5 mil
jardir krónur.
– So, tað er greitt, at hetta var eitt
ógvuliga stórt tak hjá so fámentari
kommunu, leggur hann aftrat.
Tað skuldu tó ikki ganga fleiri ár,
áðrenn skálvíkingar sóu, at nýggja
grótkastið fór at vera ov veikt, sum
árini gingu.
– Eg ivist onga løtu í, at um vit
aftur vórðu rakt av einari herviligari
ódn við nógvum brimi, hevði alt farið.
Tí hava vit í ár styrkt endan og innaru
síðu av grótkastinum við stórum
klettum, sum vit hava borað heftir í
og hava bundið saman við sterkum
ketum.
Politikarar svaraðu ikki
Linjohn Christiansen sigur, at komm
unan hevur sett seg í samband við
landspolitikkarar, ið siga seg hava eitt
heitt hjarta fyri Sandoynni, men hesir
hava ikki ønt kommununi svar.
Hann vísir á, at tá kommunan ikki
hevði ráð til at spreingja grót, soleiðis
at 10-15 tons stórir klettar kundu
fáast til at styrkja grótkastið við, vendi
kommunan sær til Landsverk, sum átti
nakrar stórar klettar í grótbrotinum á
Sandi.
– Vit eru sera fegin um, at Lands
verk vildi lata okkum hesar klettar,
sum vóru einir 50-60 í tali.
Linjohn Christiansen sigur, at tað
er Sp/f Plan hjá Jóhannisi Hellisdal
í Havn, sum saman við kommununi
hevur gjørt hetta arbeiði.
– Vit hava bara brúkt sunna fornuft
og hava bundið nakrar av stóru klett
unum á endanum á grótkastinum og
á innaru síðu saman, soleiðis at teir
vera liggjandi. Haraftrat hava vit tikið
tað leysa grótið upp, sum var farið um
alla víkina.
Sjálvur væntar borgarstjórin, at
soleiðis, sum hetta arbeiðið nú er
gjørt og leinkjað saman, fer grótkastið
at halda í minsta lagi 100 ár.
Vetrarhavn á eystursíðu
Borgarstjórin vísir á, at Skálavík er
einasta vetrarhavn í Føroyum, sum
liggur á eystursíðu og beint út til
havið.
– Søkja kommunur um pengar til
bakkaverju, er sjáldan nakað óført,
men líkt er ikki til, at vit her í Skálavík
høvdu nakran góðan, tá veldugu
náttúrukreftirnar gjørdu um seg.
Nú vit eru við havnalagið í
Skálavík, kunnu vit leggja aftrat, at
eitt slag av portri nú kann setast fyri
innsiglingina, tá uppgangur er.
– Vit hava gjørt eina slisku báðu
megin innsiglingina, har tríggir stórir
plankar eftir lítlari løtu kunnu leggj
ast niður í, soleiðis at teir taka ald
una, sum trýstir inn í bátahylin, tá
uppgangur er. Hetta ger tað nógv
tryggari hjá bátaeigarum í Skálavík,
leggur hann aftrat.
Kommunalur
vanlukkugrunnur
Linjohn Christiansen heldur, at allar
kommunur í Føroyum skuldu verið
saman um ein kommunalan van
lukkugrunn við einum árligum inn
gjaldi á kanska 0,1 prosent av skatta
inntøkunum, og tað hevði ongantíð
verið betri, um landið eisini var við í
hesum.
– Eg hugsi um ein felags grunn,
sum kundi tikið um endan, tá trygg
ingar ikki røkka. Tað eru nógvar
kommunur, sum hava grótkøst, og
hesi krevja viðlíkahald, sum árini
ganga. Eg hugsi ikki bara um grótkøst
og havnaløg, men eisini um aðrar
náttúruvanlukkur.
Oljutangaskip
kunnu stoyta saman, og tey kunnu
fáa trupulleikar og reka á land. Í
slíkum føri – og í fleiri øðrum førum
við – hevði verið hent við einum felags
vanlukkugrunni, sum kundi hjálpt til,
tá eingin annar er at taka um endan.
Borgarstjórin
spyr,
hvør
skal
betala, um ringast vil til, og olja í stór
um nøgdum rekur inn á allar firðir í
Føroyum?
Bíligari hjá barnafamiljum
Tá vit saman við Linjohn Christiansen
hava verið túrin niðri á grótkastinum
og hava sæð, hvussu portur kann
setast fyri innsiglingina til bátahylin,
sessast vit aftur í køkinum hjá borgar
stjóranum.
Nú er døgurðin klárur, og tá borgar
stjórin eisini er grindaformaður, fáa vit
góðan og vælsmakkandi grindabúff at
eta.
Meðan vit sita við hesum góðu bit
um, spyrja vit borgarstjóran, hvussu
gongur við bygging í Skálavík.
– Tað er langt ímillum, at sethús
verða bygd, men vit hava fingið fimm
nýggj summarhús, og tað sætta húsið
stendur í gerð. Tá vit gjørdu hesa
útstykking til summarhús, vórðu øll
stykkini seld beinanvegin.
Borgarstjórin vísir á, at komm
unan hevur fleiri grundstykki til set
húsabygging tøk, og hesi kunnu
keypast fyri 25.000 krónur
stykkið. Hinvegin eru grundstykkini á
summarhúsøkinum seld fyri 80.000
krónur stykkið.
Linjohn Christiansen heldur, at
nýggja bygdarráðið, sum verður
skipað eftir kommunuvalið, eigur at
leggja dent á at gera tað bíligari hjá
barnafamiljum í kommununi, eins og
bygdarráðið eigur at gera tað bíligari
at hava børn.
– Í næsta skeiði verður minni
asfalt og grót, men ein politikkur, sum
vendir sær meira móti familjunum og
børnunum, sigur borgarstjórin, sum
ikki skilir tosið um, at alt skal vera
so ógvuliga upphitað, sum tey klóku
í høvuðsstaðnum føra fram.
Sjálvur heldur hann, at tað eru
bankarnir og høvuðsstaðurin, ið eru
upphitað – og ikki restin av Føroyum.
Tá sálin er við
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu
øtast yvir, at persónar og fjølmiðlarnir
hava gjørt so nógv burtur úr einum
borði, sum Tórshavnar kommuna hev
ur keypt.
– Ein slík íløga er smáting fyri
hvønn borgara í kommununi í mun
til stóru íløguna, sum vit hava verið
noydd at gera, tá náttúrukreftirnar
spældu okkum eitt puss.
Hann vísir á, at umframt tær
28.000 krónurnar fyri hvønn borgara í
Skálavíkar kommunu, sum kommunan
noyddist at spandera fyri at byggja
grótkastið, hevur kommunan, nú
bøtt er aftur um sama grótkast fyri
750.000 krónur, brúkt 5.300 krónur
fyri hvønn borgara.
– Borðið hjá Tórshavnar kommunu
kostar umleið 18 krónur fyri hvønn
borgara í høvuðsstaðarkommununi,
og landið liggur nærmast lamið, sum
gjørt verður burtur úr hesum.
Hann heldur, at í nógvum førum
er tað, sum fjølmiðlarnir seta fokus
á, tað reina luksus og balladur, sum
hann tekur til.
– Eg havi stóra virðing fyri landi og
høvuðsstaðarkommununi, men líkt er
til, at her verður í summum førum ein
øgiligur hávi gjørdur burtur úr lítlum
og ongum.
Linjohn Christiansen heldur, at
sálin hevur alt at siga í smáu komm
ununum.
– Eg ivist onga løtu í, at um Sand
oyggin hevði verið løgd saman í eina
kommunu fyri 10 árum síðan, vóru vit
ikki komin nær námind av tí, vit eru
komin í dag. Tað hevur verið gott fyri
kommunurnar í oynni, at vit hvør í
sínum lagi hava arbeitt til frama fyri
okkara bygdir og økir, samstundis
sum vit hava samstarvað um eitt nú
børnini og tey gomlum og avlamnu.
Sum ein eind
Borgarstjórin heldur, at tá Sandoyar
tunnilin kemur, eiga kommunurnar í
oynni at leggja seg enn tættari upp
at hvørji aðrari og standa saman sum
ein eind.
– Eg trúgvi, at kommunala heildin
í Sandoynni verður størri, tá tunnilin
kemur, hvat tað so annars fer at enda
við, sigur Linjohn Christiansen.
Vit takka fyri ein góðan og hugna
ligan dag í Skálavík og ynskja familju
borgarstjórans og kommununi bestu
eydnu.
vilmund@sosialurin.fo
Soleiðis eru stóru klettarnir úti á grótkastinum í Skálavík leinkjaðir saman.
– Vit hava bara brúkt vanliga sunna fornuft, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta eru plankarnir, sum verða settir niður í sliskuna sum
portur fyri innsiglingina til bátahylin í Skálavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin
heldur, at tá
Sandoyar
tunnilin
kemur, eiga
kommunurnar í
oynni at leggja
seg enn tættari
upp at hvørji
aðrari og standa
saman sum ein
eind