mánadagur 3. oktober 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
T
að er altíð serstakt og hugnaligt
at vitja borgarstjóran í Skála
víkar kommunu, Linjohn Christ-
iansen. Hann er blíður og fyrikomandi,
og tá tíðin røkkur til, bjóðar hann bæði
morgunmat og døgurða heima við
hús.
Soleiðis er eisini henda mána-
morgunin, tá Vikublaðið vitjar í Skála
vík.
Komnir til bygdar, sessaðust vit til
gott kaffi, te og smákøkur í køkinum
heima hjá borgarstjóranum.
Linjohn Christiansen heldur fyri
við konuna, at hon eisini skal gera
okkum døgurða. Alt ljóðar so lætt og
náttúrligt, og tað kennist ikki strævið
hjá hjúnunum at vísa blíðskap.
Kommunala arbeiðið hevur fylt
nógv hjá Linjohn Christiansen øll
hansara bestu ár, tó at hann longu í
1985 gjørdist skipari umboð á Sól-
borg hjá Eileri Jacobsen.
Sum blaðungur fór hann í 1977 við
Sólborg til Grønlands. Tá var tankin at
tjena sær pengar, tí hann droymdi um
at gerast lækni.
Í 1979 brendi Sólborg, og ungi
skálvíkingurin fór á skipsføraraskúla,
har hann varð liðugur í 1982.
– Tá eg varð liðugur sum skipsfør
ari, søkti eg niður til Oxford í Onglandi
at lesa enskt, men tá stóð Eiler Jacob
sen og viftaði við einum kjansi til mín
umborð Sólborg.
Í 1986 varð Sólborg seld til Grøn
lands, og Linjohn Christiansen fyldi við
sum skipari.
– Hin 21. juli í ár vóru liðin 30 ár,
síðan eg fór at sigla fyri Royal Green
land. Øll árini havi eg verið skipari, og
higartil havi eg slitið trý skip upp á
felagnum.
Borgarstjórin í Skálavíkar komm
unu hevur fiskað rækjur øll árini, síðan
hann fyrstu ferð fór til skips.
Í Royal Greenland náddi hann eisini
upp á hægstu tindar í felagnum, tá
hann gjørdist nevndarlimur har.
Bíligastur og besti
Linjohn Christiansen varð fyrstu ferð
valdur í Skálavíkar bygdarráð í 1984,
og øll árini fram eftir hevur hann verið
fyrstvaldur.
– Eg bar meg undan at gerast
borgarstjóri í 1984. Um hetta mund-
ið var eg 1. stýrimaður umborð á
Sólborg, og vit vóru gjarna burtur í
einar fýra mánaðir í senn, og sam
skiftismøguleikarnir tá vóru vánaligir.
Á kommunuvalinum fýra ár seinni -
ella í 1988 – varð Linjohn Christiansen
aftur fyrst valdur, og tá tók hann
við sum borgarstjóri og hevur verið
borgarstjóri í Skálavíkar kommunu øll
árini síðan.
– Eg haldi, at eg eri bíligasti borgar
stjóri við 1/5 parti av einari borg
arstjóraløn, og eg haldi samstundis,
at eg eri hin effektivasti, sigur hann
brosandi.
Samskiftismøguleikarnir í dag eru
so góðir, at eingir trupulleikar eru
at røkja borgarstjórastarvið – eisini,
með-an hann er burtur.
Oman í bygdina
Tá morgunmaturin er etin, fara vit
saman við borgarstjóranum ein túr
oman á kommunuskrivstovuna, har
Palli Olsen, tekniskur leiðari hjá
kommununi, vísir okkum bygdaplanin
á telduskíggja.
Hyggur tú eitt nú eftir grund
stykkjum, sum eru tøk at byggja á í
kommununi, trýstir tú bara á matr. nr.,
og tá kemur ein mynd fram, sum vísir,
hvussu stykkið og lendið síggja út.
Á telduforritinum, sum kann síggj
ast um heimasíðuna www.sandoyggin.
fo, eru allir hugsandi upplýsingar um
Skálavíkar kommunu.
Her sæst eisini úrslit av vatn
royndum, sum sambært lógarkrøvum
verða tiknar av drekkivatninum eina
ferð um mánaðin.
– Í ár eru vit lidnir við byggisam
tyktina fyri Skálavíkar kommunu, og
hon er nú góðkend av øllum myndug-
leikum.
Meðan vit eru í dagførda og snotu
liga bygninginum, har barnaskúlin
eisini heldur til, hyggja vit inn í onkra
skúlastovu, har undirvísing fer fram.
Av kommunuskrivstovuni gongur
leiðin oman á grótkastið, sum varð
gjørt eftir herviligu skaðaódnina í
– Tað hevur alt at siga
at sálin er við
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, heldur, at allar kommunur í Føroyum skuldu
verið saman um ein kommunalan vanlukkugrunn, og tað hevði ongantíð verið betri, um landið eisini var
við. – Eg hugsi um ein felags grunn, sum kundi tikið um endan, tá tryggingar ikki røkka, sigur hann
– Í næsta skeiði verður minni asfalt og grót, men ein politikkur,
sum vendir sær meira móti familjunum og børnunum, sigur
borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skálavíkar kommuna hevur seinastu árini brúkt
rættiliga nógvar pengar upp á havnalag og bátahyl
Mynd: Vilmund Jacobsen