Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 40 • 3. OKTOBER 2015 Jólaborðhald J ólini nærkast. Tað er týðiligt, tá hugt verður í bløð, á netið og tá tosað verður við fólk. Tey røsku okk­ara ímillum eru longu farin at keypa jólagávur, tey lesandi keypa sær ferðaseðlar heim og nøkur eru varis­liga byrja at syngja jólasangir fyri seg sjálvi. Minnini um tær góðu uppliving­ ar­nar í summar og tær nógvu sól­ strálurnar eru ikki meira enn gloymd, áðrenn vit fáa innbjóðingar til ymisk jólaborðhald, ið vanliga verða í no­ vember og desember. Tey eru nógv um borðið. Bindi­ klubbar, vinir, arbeiðsfólk, áhugafeløg, ja, tað tykist sum øll skipa fyri teirra egna borðhaldi, meðan handilsvinnan ger sær deilt av tí, og bjóða jólaborð­ hald bæði í egnum hølum, men eisini at gera matin og koyra hann út til fólk. Tað er ein hugnalig tíð, hóast man kanska ikki altíð hevur tíð til alt, men hvat er upphavið til hesa siðvenjuna, ið er vorðin ein fastur táttur í jólunum hjá so nógvum føroyingum? Jólaborðhald ella jólafrokost er ein siðvenja, ið hevur sítt upphav í teimum skandinavisku londunum og hevur sín uppruna frá 2. veraldarbardaga. Tað var undir hersetingini, at fólk komu saman á arbeiðsplássinum til eina felags máltíð í jólamánaðinum. Men hóast kríggið fekk ein enda, so var nýggja siðvenjan lív lagað, tí fólk hildu fram við at savnast til felags mál­tíðirnar. At byrja við høvdu máltíðirnar ikki nakað heitið, men eftir at fleiri og fleiri fyritøkur tóku undir við nýggju siðvenjuni, byrjaði man í 1950'unum at kalla tað fyri jólaborðhald ella jóla­ frokost. Síðan tá hevur jólaborðhaldi ment seg nógv. Tað er ikki longu bara avmarkað til starvsfelagar, men verður jólaborðhald nú skipað í øllum hugs­andi sosialum bólkum. Familjur, vinir, bindiklubbar, gamlar floksfelagar og onnur møtast til hugnaligu sam­ veru í oktober, november, desember ella januar mánað. Harumframt er jólaborðhald far­ ið at handlað um so nógv meira enn bara mat, hóast at maturin enn hevur stóran týdning. Men í dag er jóla­borðhald eitt kvøld fylt við mati, drekka, undirhaldi, dansi, vinskapi og nógv­um aftrat. Tað er ymiskt hvør matur verður servaður til eitt jólaborðhald í teim­ um ymiskum norðurlendsku londun­ um, men í Føroyum plagar eitt jólaborðhald vanliga at bjóða eitt kalt borð við fleiri ymiskum rættum so sum sild, skinsakjøt, dunna, eplir av ymiskum sløgum, rækjur og annað gott. Omaná sjálva høvuðsmáltíðina plaga gestirnir eisini at fáa bjóða rísalamang. Hálv øld við jólaborðhaldi