Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áki Bertholdsen Skulu tey trý sjúkrahúsini leggjast saman undir einari felags leiðslu ella skulu tey framhaldandi verða verandi trý sjúkrahús? Tað er spurningurin, sum verður høvuðsevni á fundi á hægsta stigi í næstum. Hetta er ein spurningur, sum mangan hevur verið frammi. Men tað er eisini ein spurningur, sum er skotin niður, líka títt og knapt, hann er reistur. Men nu ein arbeiðs­bólk­ ur hevur lagt eina menn­ing­ ar­ætlan fyri Heilsuverkið, og sum varð handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu fyrr í ár, er spurningurin um eina felags leiðslu reistur enn einaferð. Arbeiðsbólkurin hevur eini 25 tilmæli, um, hvussu heilsiverkið kann mennast hesi næstu árini, og Sirið Sten­berg staðfestur, at semja er um næstan øll tilmælini. Eitt tilmæli, ósemja er um, er nettupp leiðslu­spurn­ ingurin. Øðrumegin halda summi, at verða øll tey trý løgd undir eina felags leiðslu, fer tað at gera tað munandi lættari at samskipa virksemi á teimum. Hinumegin standa tey, sum eru vís í, at verða øll sjúkra­húsini løgd undir eina leiðslu, verður tað endin á teimum smáu sjúkra­hús­ unum, tí so verða allar við­ gerðir lagdar á Lands­sjúkra­ húsinum. Annars mælir arbeiðs­ bólk­urin til, at ein stjóri verð­ur settur at hava yvir­ skip­aða ábyrgd fyri øllum virk­seminum í sjúkra­hús­ verk­inum. Men stjórin eigur at hava varastjórar afturat sær, sum stuðla undir tey økir sum stjórin ikki hevur so stórt innlit í, og sum tryggja, at øll trý sjúkrahúsini hava eina dagliga leiðslu. Fundur á hægsta stigi Men Sirið Stenberg sigur, at nettupp hetta er ein spurn­ ingur, sum nú verður tikin upp. Hon sigur, at í næst­um verður fundur í Heilsu­mála­ ráðnum, har umboð fyri Heilsu­málaráðið, umboð fyri allar teir politisku flokkar­ nir, landslæknin, og teir tríggir sjúkrahússtjórarnir, skulu hittast at tosa saman um fyrimunir og vansar við einari felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini. Á hesum sama fundi fara tey eisini at tosa um til­búgvingina á Klaksvíkar Sjúk­rahúsi. Serliga tá ið koyr­andi er ígjøgnum Eystur­oyar­ tunn­ilin, er eru bara 30-40 kilo­metrar ímillum stutt Klaks­víkar Sjúkrahús, og Lands­sjúkrahúsið, og tað fer at geva heilt aðrar møgu­ leik­ar fyri at samskipa virk­ semið á teimum báðum sjúkra­húsunum. - Sjúklingurin eigur tá at verða fluttur skjótast gjør­ ligt á Landssjúkrahúsið til bráð­neyðuga viðgerð, held­ur arbeiðsbólkurin. Sirið Stenberg sigur, at eftir tann fundin fæst betri greiða á, um tað ber til at røkka eini semju á hesum báð­um økjum. Annars er endamálið at Løg­tingið skal hava aðal­ orðaskifti um menningar­ ætlan­ina einaferð seinni í ár. Nú verður fundur um ein tann størsta tvídráttin í okkara heilsuverki Í næstum verður ein avgerðandi spurningur um okkara heilsuverk viðgjørdur á hægsta stigi Nettupp hetta er ein spurn­ ingur, sum nú verður tikin upp HEILSUVERK Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 113 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SJÚKRAHÚS­STJÓRAR Á FUND UM AT LEGGJA SAMAN