Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ORSAKA Í dag er tað óhugsandi at fólk roykja inni á barrum, matstovum og caféum. Vit taka tað sum eina sjálvfylgju, at vit sleppa at hugna okkum uttandura við mati og drekka. Vit eru von við at velja millum fleri sløg av spennandi øli og njóta ein vælgjørdan Mojito. Men tað var tað ikki fyri 10 árum síðani, áðrenn hvonn læt upp og broytti nógv til tað betra. Hesum eru vit ERRIN av. Hesi 10 árini hava gestir okkara verið nógvir. Nógvir nøgdir, men eisini nógvir ónøgdir. Millum annað um ov langar bíðitíðir, og at góðskan ikki altíð hevur verið í lagi. Hesum eru vit ikki errin av og biðja tí ORSAKA. Vit hava tí eisini gjørt BROYTINGAR, sum skulu gera hvonn til tað tað var og til tað sum framtíðin krevur. Vit hava sett nýggja leiðslu. Broytt úrvalið á matskránni. Flutt útvið virksemi úr hvonn yvir í eta hinumegin vegin. Vælkomin á hvonn. 10 ÁR ELDRI OG BETRI ENN NAKRANTÍÐ. Leiðslan á hvonn Tórsgøta 4 · 100 Tórshavn · Tel. 350000 · hvonn.fo