Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 113 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Nógv tað mesta av tí, sum ný­ skipanarnevndin legði fram á tíðindafundi um broyt­ ingar í lógini um vinnu­ligan fiskiskap, var kent framm­ an­undan. Og hóast tað er spurn­ing­ urin um uppboðssølu, sum alla tíðina tekur yvir­skrift­ irnar, so eru nóg viðurskifti í álitinum, sum bæði vinna og politiska skipanin kann semjast um. Bólkurin hevur arbeitt við fleiri hugtøkum og fleiri spurn­ingum viðvíkjandi fiski­vinnuni. Ogn Føroya fólks er eitt hugtak og burðardygd og stovnsrøkt eitt annað. Bólk­ urin hevur eisini arbeitt við skipan av fiskiskapinum og marknaðargrundaða út­lut­ ing og útlendskum kapitali, eins og kappingarreglum og virðisvøkstri. Bæði vinnan og politisku flokkarnir eru samdir um, at okkurt má gerast fyri at røkja fiskastovnarnar undir Føroyum betri. Tað er ikki full semja um at tað er rættt at fara frá fiskidagaskipanini til kvotaskipan, men tað er ein møguleiki, sum fær rættu­liga góða undirtøku og sum nýskipanarbólkurin mælir til. Eitt annað, sum semja er um er virðisøking av fisk­ inum, sum føroysk skip fiska. Nólkurin mælir ikki til, at alt skal seljast um upp­ boðssølu tí atlit verða tik­in til fyritøkur, sum hava vert­ ik­ala integratión – altso skip sum hava bæði virkir og skip. Hóast tað, so er meira ella minni semja um, at alt av fiskinum skal fáast til lands, sjálvt um hetta má gerast við einari skfitistíð. Viðvíkjandi hugtakinum “Ogn Føroya fólks” skrivar nevnd­in: Ásetingin um ogn Føroya fólks í lóg um vinnuligan fiski­skap er ikki ein norm­er­ andi ella regulerandi áseting. Orðingin ásetir ikki nakra rættarstøðu. Orðingin, ogn Føroya fólks, førir ikki við sær, at allir borgarar landsins kunnu krevja sín part av til­ feing­i­num og krevja ein rætt at gera nýtslu av hesum til­ feingi. Hesum forðar galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap fyri við m.a. ásetingunum um, at tað krevst bæði veiði­ loyvi og fiskiloyvi fyri at fara til vinnuligan fiskiskap, og við ásetingunum, sum avmarka tal av loyvum og tal av fiskidøgum ella kvotum. Eisini kann viðmerkjast, at ásetingarnar um gildis­tíð á brúksrættindum forða fyri, at borgarar, sum hava fing­ ið brúksrættindir sambært lógini, framhaldandi kunnu krevja at fáa brúksrættindini út um gildistíðina. Ásetingin um ogn Føroya fólks í lóg um vinnuligan fiski­skap er meira at líkna við eina politiska yvirlýsing ella enda­málsorðing og ikki eina regulerandi áseting. Við øðrum orðum, so sig­ ur nevndin, at að er ongin grund til at hetta stendur í sjálvari lógini, tí tað hoyrir ikki heima har. Hinvegin eig­ur tað at staðfestast í við­ merk­ing­unum til lógina. Røktin av stovnunum Fortreytin fyri, at fáa eina burðardygga veiðu er, at fiska­stovnarnir verða røktir so væl, at eir megna at end­ ur­nýggja seg sjálvar. Hetta er sjálvandi ein orsøk til, at fiskiskapurin longu nú er reguleraður við ymiskuym skipanum. Í føroyskum sjógvi hava vit myndugleika sjálv at gera av, hvussu vit skipa fiski­ skapin eftir ser­før­oysk­um fiska­stovnum, tó við teimum skyldum og ábyrgdum, vit hava átikið okkum sambært altjóða lóg. Skipanin í fiski­skapi­num eftir høvuðs­botn­fiska­sløg­ unum í føroyskum sjógvi hev­ur verið nøkulunda støð­ ug seinastu 20 árini. Fiskidagaskipanin hevur saman við stongdum og frið­ aðum leiðum, hjá­veiði­regl­um og tekn­iskum reglum um reið­skap verið stýring­sam­ boð­ið. Gjøgnum árini eru tillag­ ingar gjørdar, millum annað er samlaða fiskidagatalið skor­ið við umleið 50 pro­sent­ um síðani 1997. Fiskiskapurin eftir botn­ fiska­sløgunum undir Før­ oyum er minkaður javnt síð­ ani umleið aldarskifti, sjálvt um reguleringar eru gjørdar. Náttúran eigur sín lut í, at minni er til, men nevndin metir, at nógv í óhepnu gongd­ini er eitt úrslit av vant­andi stovnsrøkt og stýr­ ing av fiskiskapinum. Fyri at fáa betri skil á hes­ um viðurskiftum mælir ein meirluti í nevndini til at fara frá fiskidagaskipanini til ein kvotaskipan. Nevndin mælir til, at all­ ur vinnuligur fiskiskapur í føroyskum sjógvi verður skip­aður í um­sit­ing­ar­ætlan­ ir, sum seta treytirnar og karm­arnar fyri áseting av há­marks­veiðu yvir longri ára­mál. Ein umsitingarætl­an er ein politisk langtíðar­semja um at fyrisita fiskastovnar. Ein limur í nevndini tek­ur ikki undir við kvota­skip­an­ ini, men heldur, at fiski­daga­ skip­anin skal varð­veitast um enn onkrar broyt­ing­ar skulu gerast. Semja um stovnsrøktina men ikki um fiskibýtið FISKIVINNA Semja er um fleiri viðurskifti í álitinum um nýskipan av fiskivinnuni, men eisini stórar ósemjur Hvør skal sleppa at fiska komandi árini og hvat og hvussu skal gjaldast fyri tað