fríggjadagur 17. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 177 - 17. september 2004
Nr. 177 - 17. september 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Vindur hóttir ferjusigling
Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi í Danmark ta
seinastu tíðina, og tað hevur fingið reiðaríið Saga Line
at ivast í, um tað yvirhøvur loysir seg at sigla við
ferðafólki tvørtur um Skagerak.
Fyrr í vikuni noyddist ein av ferjunum hjá reiðarín-
um at venda aftur til Noregs, tí veðrið var so vánaligt.
Skiparin á "Sagafjord", Gunnar Utgård, sigur við Moss
Avis, at leiðin ímillum Hirtshals og Skagen er sera
veðurring. Hann fýlist eisini á, at veðurtíðindini eru
ikki nóg neyv. Gunnar Utgård sigur, at tá teir mánadag-
in gjørdu av at venda aftur, var stormur í hvirlunum,
sjálvt um veðurmenninir bara høvdu boðað frá strúki í
vindi.
Sambært Moss Avis kann tað ólagaliga veðrið í
Skagerak hava við sær, at siglingin hjá "Sagafjord"
verður niðurløgd.
Einki trúarfrælsi
Amerikonsku myndugleikarnir plaga at vanda sær væl
um orðini, tá teir finnast at viðurskiftunum í Saudiara-
bia, men ein nýggj frágreiðing bendir á, at orðalagið er
vorðið hvassari nú.
Frágreiðingina hevur uttanríkisráðið í Washington
skrivað, og har stendur millim annað, at als einki trúar-
frælsi er í Saudiarabia. Samstundis er kongadømið
komið á ein lista við londum, sum sambært amerikan-
arunum elva til stúran. Eygleiðarar í Washington siga
við Reuters, at tá USA kemur hevur so hvassar atfinn-
ingar at einum landi, heimilar lógin stjórnini at seta
handilstiltøk í verk ímóti landinum, men at tað kortini
neyvan verður gjørt í hesum føri.
Ein embætismaður í uttanríkisráðnum sigur við tíð-
indastovuna, at atfinningin er ein ávaring til teir saudi-
arabisku myndugleikarnar um, at teir mugu gera okkurt
við tað vantandi trúarfrælsið, og at USA ætlar sær at
taka málið upp.
Laksamenn fáa
endurgjald
Danska stjórnin hevur gjørt av, at fiskimenn á Born-
holm og Christiansø skulu fáa endurgjald, tí teir sleppa
ikki at selja tann stóra laksin til matna orsakað av vand-
anum fyri dioxin-dálking.
Sambært avgerðini hjá stjórnini skulu 70 fiskimenn
fáa umleið tríggjar milliónir krónur í endurgjaldi, men
tilsøgnin er treytað av, at ES góðkennir hana, tí ES skal
gjalda helmingin.
Formaðurin í fiskimannafelagnum á Bornholm og
Christiansø, Birger Rasmussen, er væl nøgdur við av-
gerðina hjá stjórnini. Hann sigur við Ritzau, at endur-
gjaldið svarar ikki til allan missin hjá fiskimonnunum,
men at tað kortini er nøktandi.
Skuldsettur fyri morð
Ein sjómaður úr Filipsoyggjunum er skuldsettur fyri at
hava myrt ein av manningini á norska farmaskipinum
"Tekay Fair", tá skipið var statt úti fyri indisku strond-
ini í summar. "Tekay Fair" er 45.000 tons til støddar, og
manningin er úr Spania og Filipsoyggjunum.
Norska løgreglan sigur, at ein 39 ára gamal filipsoy-
ingur varð funnin deyður umborð á "Tekay Fair" um
morgunin tann 11. juni. Hann hevði sitið í messuni um
náttina saman við tveimum landsmonnum. Teir komu
til ilnar um eitt ella annað, og sambært løgregluni tók
annar av hinum monnunum ein knív og stakk tann 39
ára gamla so meint, at hann doyði stutt eftir. Løgreglan
sigur, at hon heldur seg til frágreiðingina hjá tí triðja
manninum.
Tann skuldsetti, sum er 25 ára gamal, hevur sitið í
varðhaldi í Noregi síðani í juli, men hann heldur uppá,
at hann er ósekur.
Tað var ein søguligur
dagur í gjár, tá tað
afrikanska eindar-
tingið setti sín fyrsta
fund
AFRIKA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í gjár hittust 230 umboð
fyri 46 afrikonsk lond til
fundar í Johannesburg í
Suðurafrika, og harvið fór
tað afrikanska eindartikið
undir sína fyrstu setu.
Tað var fyri tveimum ár-
um síðani, at londini í
Afrika samtyktu at stovna
eitt felags ting, sum skal
virka fyri at loysa teir
nógvu trupulleikarnar, sum
heimsparturin hevur at
dragast við. Tey fyrstu
fimm árini eru samtyktir-
nar hjá tinginum bara veg-
leiðandi, men tá tey árini
eru farin, skulu londini taka
støðu til, um samtyktirnar
skulu vera bindandi.
Tað eru ikki øll, sum
vænta sær so nógv av
nýggja tinginum, men tey
flestu vænta kortini, at
tingið verður gagnligt fyri
Afrika. Ein teirra er suður-
afrikanski varauttanríkis-
ráðharrin, Sue van der
Merwe.
– Tingið er avgjørt eitt
framstig fyri demokratiið í
okkara heimsparti, sigur
hon við Aftenposten.
Fleiri hava fýlst á, at
tingið hevur fingið sæti í
Suðurafrika, tí nógvastaðni
uppfata fólk landið sum eitt
afrikanskt
stórveldi.
Egyptaland og Libya buðu
sær eisini til at hýsa ting-
inum, men tá tey tóku síni
tilboð aftur, var bara Suð-
urafrika eftir.
Gertrude Mongela, sum í
fleiri ár hevur starvast hjá
heimsheilsustovninum
WHO, verður fyrsti for-
maður í afrikanska tingin-
um. Tingið hevur tvær setur
um árið, og tað er mannað
við fimm umboðum úr
hvørjum landi uttan mun til
stødd ella fólkatal.
Tey, sum skipa fyri
valstríðnum hjá John
Kerry, klandrast held-
ur enn at samstarva,
og tað kann hava við
sær, at Bush vinnur
greiðan sigur
VALSTRÍÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Tað er eingin, sum stýrir
valstríðnum, og fólk ganga
í bólkum og tosa ikki við
hvør annan. Tað gongur
ikki, sigur Tony Coelho.
Hann er demokratur, og tað
var hann, sum stóð á odda
fyri valstríðnum hjá Al
Gore fyri fýra árum síðani.
Við CBS sigur Coelho, at
tey, sum leggja valstríðið
hjá Kerry ganga í tveimum
bólkum. Øðrumegin eru
tey, sum hava arbeitt saman
við Kerry í fleiri ár, og
hinumegin eru fólk, sum
arbeiddu saman við Bill
Clinton. Ovastu leiðsluna
hevur Mary Beth Cahill, og
sambært CBS skal Kerry
hava umhugsað at koyra
hana úr starvinum fyri at
venda gongdini.
Eygleiðarar í Washington
siga, at tað eru fleiri orsøkir
til, at George W. Bush er
farin langt fram um Kerry í
teimum seinastu kanning-
unum. Í fyrsta lagi hevur
Kerry ikki megnað at sann-
føra amerikanararnar um,
hvønn politikk hann veru-
liga ætlar sær at reka, verð-
ur hann forseti. Í øðrum
lagi hevur Bush megnað at
vísa fólki, at hann er tann
rætti leiðarin í truplum
tíðum, og í triðja lagi drál-
aði Kerry alt ov leingi við
at vísa aftur tí, sum
fyrrverandi hermenn søgdu
um
avrik
hansara
í
Vietnam-krígnum.
Men enn ber ikki til at
siga, at Bush fer at vinna.
Christopher
Malone
á
lærda háskúilanum PACE í
New York sigur, at demo-
kratarnir kunnu framvegis
vinna valið í november.
– Eingin skal undirmeta
Kerry. Hann er ein stríðs-
maður, sum altíð er førur
fyri at reisa seg aftur. har-
afturat eru veljarakanning-
arnar ikki altíð eftirfarandi,
sigur Malone við CBS.
Kanska er nakað í hesum.
Í hvussu er vísti ein
veljarakanning í gjár, at
nógvir veljarar, sum hava
ivast, hava gjørt av at velja
John Kerry. Fyri einum
mánað síðani søgdu 56
prosent av teimum, sum
ivaðust, at tey helst fóru at
velja Bush, tá saman um
kom, men í dag eru tað bert
44 prosent, sum siga tað.
Samstundis siga 43 pro-
sent, at tey ætla sær at velja
Kerry. Fyri einum mánað
síðani vóru tað bara 36
prosent, sum væntaðu, at
tey fóru at geva Kerry
krossin.
Afrika fingið felags ting
Ósemja kann kosta Kerry
valsigurin
John Kerry. Innanhýsis klandur í valbólki hansara kann kosta honum valsigurin í november
Leygardagin 18.
september byrja
kórvenjingarnar
hjá blandaða
kórinum hjá Jóhan
Mortensen aftur
KÓR
tíðindaskriv
Eins og undanfarnu árini
er stevnumiðið at hava
eina jólakonsert í Fríð-
rikskirkjuni. Helst verð-
ur tíð til at taka okkurt
annað tilfar ígjøgnum
eisini, so kórið kann
bjóða seg fram í ment-
anarligum høpi.
Fyrsta venjingin verð-
ur nú leygardagin í skúl-
anum í Runavík frá
klokkan 15:00 til 17:30.
Eydnast tað at manna
kórið, verður hildið fram
við venjningunum ann-
anhvønn leygardag.
Kring landið er mang-
an torført at fáa kórini
mannað, og tí er tað
sjálvsagt,
at
nýggir
sangarar eru vælkomnir
upp í kórið.
Kórið hjá Jóhan
byrjar aftur
Leygarkvøldið
verður DJ-show og
karaoke í Mentan-
arhúsinum í Fugla-
firði
DJ-SHOW
Tíðindaskriv
Nógvar nýggjar karaoke
fløgur eru júst heim-
komnar við løgum so
sum »This love« hjá
Maroon 5 v.m. og hvør
hevur ikki tralla við tá ið
»Summernigths«
úr
Grease hevur ljóma út úr
hátalarunum. Nú eru
fleiri hundraðtals løg at
velja ímillum.
Hesaferð verður tað
Jákup Jacobsen sum
verður
frásøgufólk.
Mark verður DJ. Teir
báðir eru kendir fyri at
seta rættligt lív í. Teir
siga í tíðindaskrivinum,
at fleiri nokk skulu
sleppa framat at syngja
enn seinast.
Tiltakið
verður
í
Mentanarhúsinum leyg-
arkvøldið tann 18.sep.
kl. 23:30-03:30.
DJ-show og karaoke
í Fuglafirði
Hjálpararbeiði
millum børn í
Kolumbiu
SKÓTAHJÁLPIN
tíðindaskriv
Kolumbia er land í Mið-
ameriku, sum í mong ár
er herjað av borgara-
kríggi og umfatandi kor-
ruptión innan almennu
myndugleikarnar. Nøkur
fá eru sera rík, men
fjøldin livir í armóð.
Í vár komu vit í sam-
band við Tito biskup úr
Kolumbiu, sum er ST-
flótti í Noregi, tí hann er
hóttur
eftir
lívinum
vegna sítt arbeiði fyri
neyðstødd í heimlandin-
um. Saman við hjálpar-
um hevur hann stovnað
barnaheim fyri børn hjá
familjum, sum ofta eru
flýdd frá lítla garði sín-
um, tí narko-harkalið
hava tikið hann til sína
óhugnaligu framleiðslu.
Mangan er talan um ein-
ligar møður við stórum
barnaflokki, tí pápin er
myrdur.
Á barnaheiminum fáa
tey mat, klæði og skúla-
gongd. Roynt verður at
læra tey at fyrigeva
teimum, sum hava elvt
teimum neyðina, heldur
enn at hata. Við góðari
útbúgving kunnu tey
gerast framtíðar leiðarar
í landinum og fáa tað
aftur á føtur.
Fyri eina krónu um
dagin kann ein familja
við 10 børnum verða
mettað.
Skótahjálpin hevur í
ár gjørt av at lata út-
lendsku
verkætlanina
vera at stuðla arbeiðin-
um hjá Tito Jesus Mora
Esquerra, biskupi.
Meira fast at vita á
www.colombiaprosjektet.com
Skótahjálpin 20 ár
Skúlin í San Vicente læt
upp 21. apríl 2003
Ísland fekk nýggjan
forsætisráðharra
mikudagin. Tá tók
Halldór Ásgrímsson,
uttanríkisráðharri,
við eftir Davíð
Oddson, sum nú er
uttanríkisráharri
RÁÐHARRASKIFTI
Edvard Joensen
Reykajvík: Eftir at hava
sitið í íslendska forsætis-
ráðharrastólinum í 13 ár, lat
Davíð Oddson mikudagin
sætið til uttanríksráðharra
sín, Halldór Ásgrímsson.
Teir skiftu um starv, so-
leiðis at Davíð Oddsson nú
er uttanríkisráðharri.
Sjálvstæðismaðurin
Davíð Oddsson hevur verið
íslendskur forsætisráðharri
í 13 ár, og nógv teirra, sum
starvast í forsætismálaráð-
num, kenna ikki til annað
enn, at hann situr í stólinum
í vestara enda í lítlu, gomlu
húsunum við Lækjargatu.
Men frá hálvum september
í ár verður tað so framsókn-
armaðurin Halldór Ás-
grímsson, sum fer at røkja
hetta starvið.
Halldór Ásgímsson er
royndur politikari. Hann
hevur samanlagt verið ting-
maður í 29 ár, og ráðharri
hevur hann verið í 17 ár.
Umframt at hava verið
uttanríkisráðharri,
hevur
hann millum annað eisini
verið fiskimálaráðharri í
Íslandi.
Davíð Oddsson var í eitt
áramál
borgarstjóri
í
Reykjavík, áðrenn hann fór
upp í landspolitikk og
gjørdist forsætisráðharri Ís-
lands. Tað var hann, sum
var vertur, tá Ronald Reag-
an og Michail Gorbatjov í
1985 hildu fund í mót-
tøkuhúsunum
Høfða
í
Reykajvík.
Forsætisráðharraskiftið í
Íslandi mikudagin er liður í
avtalu, sum gjørd varð eftir
valið seinast. Samstundis
varð eisini umhvørvismála-
ráðharrin skiftur út.
Tað er alment kent, at
heilsustøða Davíð Odds-
sonar hevur verið heldur
vánalig seinnu tíðina, og
hann hevur fingið fleiri
persónligar heilsanir hesar
dagarnar undan ráðharra-
skiftinum, vistu starvsfólk í
forsætismálaráðnum at siga
frá mikudagin. Millum
annað var heilsa komin frá
amerikanska
forsetanum
Geroge Bush og frá fyrr-
verandi forsetafrúuni Hill-
ary Clinton við ynski um
góðan betring.
Tað sama ynskti nýggi
íslendski forsætisráðharrin,
Halldor Ásgrímsson, eisini
udnanmanni sínum, tá hann
mikudagin fekk lykilin til
forsætismálaráðið frá Da-
víði Oddsyni.
Íslendski
forsætisráð-
harrin heldur til í einum
lítlum húsum frá 1756, sum
standa
í
miðbýnum
í
Reykjavík. Beint niðan fyri
íslendsku operuna. Tá sagt
verður lítlum húsum, skal
tað skiljast bókstaviligt. Til
smanbering kann sigast, at
løgmansskrivstovan
í
Tinganesi man hava umleið
tað dupulta av húsarúmd.
Saman við forsætis- og
uttanríkisráðharrunum
fluttu eisini summi av
ovastu starvsfólkunum við
ráðharrum sínum í nýggja
ráðstovu mikudagin.
Nýggjur íslendskur
forsætisráðharri
Halldór Ásgrímsson, h.m., hevur júst fingið lykilin til forsætismálaráðið frá Davíði Oddssyni
Mynd: Edvard Joensen
Halldór Ásgrímsson hevur sett seg í forsætisráharrasessin, sum
Davíð Oddson hevur sitið í seinatu 13 árini
Mynd - Edvard Joensen
Uttan sær íslendska forsætismálaráðið ikki út av nógvum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2