fríggjadagur 17. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 177 - 17. september 2004
Nr. 177 - 17. september 2004
5
Íslendska ferðaráðið
fær tíggjutals milli-
ónir til lýsingar-
herferðir. Úrlsitið
sæst aftur í stórum
vøkstri í ferðafólka-
talinum, sum vitjar
Ísland
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík:
Íslendingar
gera
nógv
burtur úr ferðavinnuni, sum
er ein vaksandi inntøka hjá
landinum, sigur Magnus
Oddsson, stjóri á Íslendska
ferðaráðnum.
Hann greiðir frá, at ísl-
endska stjórnin sær møgu-
leikar í ferðavinnuni, og at
ferðaráðið síðan september
2001 hevur fingið umleið
80 milliónir danskar krónur
í stuðuli til lýsingarherferð-
ir og til á annan hátt at
menna ferðavinnuna í Ís-
landi.
– Hetta hevur givið úrslit,
sigur Magnus Oddson. Vit
hava merkt øking í ferða-
fólkatalinum her seinnu
árini. Fyrra hálvár í ár var
vøksturin heili 15 prosent í
mun til fyrra hálvár í fjør.
Og útlendingar sum komnir
er til Íslands á vitjan, hava
brúkt 11 prosent fleiri
pengar í landinum, enn teir
gjørdu í fjør.
Hann væntar, at tað fara
eini 380.000 ferðafólk at
vitja Ísland í ár. Hetta eru
umleið 50.000 fleiri, enn
tey vóru í fjør. Og tað er
ikki so lítið í einum landi,
har tað búgva 290.000 fólk,
heldur Magnus Oddsson,
stjóri á íslendska ferðaráðn-
um.
Grundina sigur hann vera
eyðsýnda. Nevniliga hana,
at ferðavinnan fær so nógv-
an pening at lýsa fyri og
tískil hevur møguleika at
gera Ísland kent úti í heimi.
Eftir yvirgangsatsóknirn-
ar í New York 11. septem-
ber 2001 fór allur heimurin
at kalla í »chok« og steðg-
aði upp eina løtu.
Ferðavinna, og serliga
flogferðslan um allan heim
fekk eitt rættiligt bakkast,
og summir steðgaðu meira
ella
minni
upp,
sigur
Magnus Oddsson. Nógva-
staðni hoyrdu vit ta grund-
geving, at tað var eingin
meining í at brúka pengar
upp á eina vinnu, sum bara
hevði afturgongd.
– Men soleiðis hugsaðu
íslendingar ikki. Vit hugs-
aðu og gjørdu beint øvugt.
Bæði ferðavinnan og polit-
iski myndugleikin ásann-
aðu, at tað var meira neyð-
ugt enn nakrantíð, nú nið-
urgangstíðir vóru, at stuðla
vinnuni.
– Gjørt varð av frá al-
mennari síðu, at fyri hvørja
krónu vinnan sjálv legði í
lýsingarherferðir,
skuldi
ferðaráði fáa líka nógv at
spjaða til. Higartil er tað
vorðið til 80 milliónir hesa
tíðina, og eg ivist iki í, at
tær eru væl farnar, sigur ísl-
endski ferðavinnustjórin,
Magnus Oddsson.
Hann vísir til amerik-
anska bilkongin Henry
Ford, sum segði um lýsing-
ar:
»Eg veit, at helvtin av tí,
eg brúki til lýsingar, er pen-
ingur, sum er burturspiltur.
Men eg veit ikki hvør helvt
tað er.«
Tað er staðfest, sigur
Magnus Oddsson, at Ísland
hevur havt nógv størsta
vøksturin í ferðavinnuni
her á okkara leiðum seinnu
árini.
Føroyska feðavinnan
er ikki so væl fyri sum
tann íslendska, tá
talan er um at fáa
politikararnar at
skilja, hvørjir møgu-
leikar eru í vinnuni,
heldur sjtórin á
Ferðaráð Føroya
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík:
Í Føroyum stendur ikki so
væl til við almennum játt-
anum til at stuðla ferða-
vinnuna við, sum tað ger í
Íslandi, sigur Heri Nicla-
sen, stjóri á Ferðaráð Før-
oya.
Heldur er tað soleiðis, at
útlit eru fyri, at játtanin fer
at minka næsta ár, hóast
biðið er um eina hækking,
sigur hann.
Heri Niclasen er kunnug-
ur við gongdina í íslendsku
ferðavinnuni, sum hann
eins og íslendski starvs-
bróður hansara, Magnus
Oddsson, er ivaleysur í
stavar frá teimum pengum,
íslendskir politikarar lata
ferðavinnuni.
Men í Føroyum er ikki
so, hóast grundgevingarnar
skuldu verið júst tær somu
sum hjá íslendingum. At vit
eiga at stuðla ferðavinnuni
sum
eini
alternativari
vinnu, nú onnur vinna sær
út til at standa fyri hótta-
falli.
Íslendska modellið, har
ferðaráðið fær sama krónu-
tal at stuðla lýsingarátøkum
við, sum vinnan sjálv legg-
ur pengar í, heldur hann
vera eitt frálíkt tiltak, sum
eisini hjá okkum hevði
givið inntøkur, eins og tað
ger í Íslandi. Pengarnir
høvdu havt dupulta effekt,
heldur Heri Niclasen.
Men hann ásannar, at
hóast biðið er um hægri
játtan upp á einar tvær
milliónir krónur, er heldur
sannlíkt, at játtanin næsta
ár fer at lækka enn at
hækka.
– Tað er rættiliga harmil-
igt, at forstáilsið fyri vinn-
uni ikki er betri enn so,
heldur Heri Niclasen. Vit
eru júst í ferð við at satsa
upp á ferðavinnuna, og tí
skuldi tað verið sjalvsagt,
at eisini tann politiski
myndugleikin var við til at
stuðla hesi alternativu inn-
tøkukeldu hjá landskassan-
um.
Føroyingar hava seinnu
árini gjørt risastórar íløgur í
flutningsstól.
Bæði
á
sjógvi, á landi og í luftini.
Vit hava gjørt undirsjóv-
artunlar,
ferjulegur
og
nýggjar ferjur. Smyril Line
hevur fingið eitt spildur-
nýtt, stórt ferðamannaskip,
og Atlantsflog hevur økt
flotan til 300 prosent eftir
fáum árum. Men vit gera ov
lítið fyri at fáa fremmanda-
fólk hendanveg at brúka
allar hesar møguleikar, vit
hava.
– Vit eiga at gera sum
íslendingar og satsa upp á
ferðavinnuna júst nú, stað-
festir Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráð Føroya.
Íslendingar taka ferðavinnuna í álvara
Føroyingar darla aftaná
Tað er líkt til at føroyskir politikarar hava ikki hugflog til at
síggja, hvørjar inntøkukeldur liggja í ferðavinnuni, heldur
Heri Nclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya
Magnus Oddsson, stjóri á íslendska feðraráðnum, sigur, at íslendskir politikarar skilja, hvønn
týdning ferðavinnan hevur fyri landið, og tað hevur skapt stórar inntøkur seinnu árini
Mynd: Edvard Joensen
Teir verða noyddir at
stíga úr skápinum og
at taka avleiðingarnar
av tí teir hava sett
ígongd og at bjóða
seg fram sum valevni
á kommunuvalinum,
heldur býarverkfrøð-
ingurin á Tvøroyri
MENNINGARÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ein miðnámsskúli í Vági
skapar onki. Men tað hevði
eitt røktarheim gjørt.
Tom Silvurdal úr Vági er
verkfrøðingur. Hann er bý-
arverkfrøðingur á Tvøroyri,
men hann býr í Vági og
hevur áhuga í tí, sum rørist
í oynni.
Og hann er grundleggj-
andi ósamdur í sjónarmiðj-
unum hjá samfelagsgransk-
aranum og bygdarmannin-
um, Dennis Holm, sum
heldur, at Vágs Býráð
gjørdi rætt at havna til-
boðnum frá landsstýrinum.
Landsstýrið
vildi
hava
Vágs Býráð at góðtaka, at
miðnámsskúlin
verður
fluttur til Hovs og lagdur í
ein depil saman við heilsu-
skúlanum. Afturfyri skal
eitt røktarheim byggjast í
Vági á stykkinum, sum
varð ætlað til skúlan.
Í Sosialinum í gjár metti
Dennis Holm, at miðnáms-
skúlin fer at skapa meiri
fyri Vág enn eitt røktarheim
hevði gjørt. Hann sigur, at
verður ein miðnámsskúli
útnyttaður rætt, kann hann
gerast ein týðandi mið-
depil, bæði fyri miðnáms-
útbúgvingar, fyri eftirút-
búgvingar, sum kvøldskúli,
sum skeiðsdepil og sum
mentanarmiðdepil.
Men har er verkfrøðing-
urin
grundleggjandi
ósamdur.
– Einsamallur skapar ein
miðnámsskúli í Vági onga
mentan. Fyri at kunna
skapa eina mentan, má
fólkagrundarlagið vera til
staðar, tí tað er fólkið, sum
skapar mentanina. Og fyri
at tryggja fólka-grundar-
lagið er tað neyðugt at
skapa arbeiði. Við ongum
arbeiði, verður heldur onki
fólk og sostatt heldur ongin
mentan.
Og Tom Silvurdal heldur,
at ein miðnámsskúli í Vági
skapar ikki eitt einasta nýtt
arbeiðspláss, tí hann er
longu í Vági frammanund-
an ogtíertaðburturvið at
tosa um skúlan sum ein
mentanarmiðdepil, soleiðis
sum støðan er annars.
– Hinvegin høvdu nýggj
35 fulltíðarstørv í einum
røktarheimi munað nógv
meiri, saman við tí avleidda
virksemi, sum hetta hevði
ført við sær, tí eitt røktar-
heim skal bæði hava húsa-
vørðar, vaskarí, køk og. s.fr.
– Vágbingar klára ikki at
útvega miðnámsskúlanum
35 næmingar. Men teir
kunnu saktans útvega 35
fólk til at arbeiða á einum
røktarheimi.
Hann vísir á, at ein
grundgeving hjá Vágs Bý-
ráð fyri at havna ætlanini
hjá landsstýrinum um eitt
røktarheim í Vági, er, at tað
hevði neyvan skapt nýggj
arbeiðspláss, tí tað hevði
bara ført við sær, at teir
vágbingar, sum arbeiddu á
ellis- og røktarheiminum
og á súkrahúsinum á Tvør-
oyri, høvdu bara flutt suður.
– Tað er møguligt, at
onkur hevði flutt suður.
Men tað er eisini ein sann-
roynd, at tað eru kalla ongir
vágbingar, sum arbeiða á
miðnámsskúlanum.
– Tað at foreldur senda
síni børn í miðnámsskúlan í
Vági er tað sama sum at
vinka teimum farvæl, tí tá
ið tey hava fingið sína
útbúgving, hava tey ongan
livandi møguleika at fáa
arbeiði aftur í Suðuroy. Tað
geva nógv foreldur sær
kanska ikki far um, heldur
Tom Silvurdal.
Hann sigur, at tað, sum
hetta snýr seg um, er at
skapar arbeiðsmøguleikar
til vanlig fólk, so at tey
kunnu fáa fótafesti aftur í
oynni.
– Tað snýr seg fyrst og
fremst um at skapa eitt
fólkagrundarlag, so at fólk
kunnu støðast her. Ikki
fyrrenn vit hava eitt fólka-
grundarlag, ber til at tosa
um at flyta tænastur úr høv-
uðsstaðnum til Suðuroyar.
Búgva ov fá fólk í Suðuroy,
kann ongin tænasta flytast
suður úr Havn.
Verkfrøðingurin sigur, at
sostatt er tað nógv meiri
viðkomandi fyri suðuroy-
ingar og vágbingar at fáa
eitt røktarheim við 35
nýggjum fulltíðarstørvum,
enn tað er at fáa ein
miðnámsskúla, sum onki
nýtt starv førir við sær.
– Tað ber eisini væl til at
gera ein skúladepil í Vági.
Men her er talan um stovn-
ar, sum eru her framman-
undan og sum bara skulu
hava nýggj høli. Tað skapar
sostatt onki nýtt og tí
verður tað heldur ongin
fíggjarligur vinningur.
Eitt mál í valstríðnum
Tom Silvurdal vónar tí
inniliga, at hetta málið
verður eitt høvuðsmál í
valstríðnum, nú kommunu-
val verður um smáar tveir
mánaðir.
Og í hesum sambandi
heldur hann, at ein heilt
serlig ábyrgd hvílur á
teimum báðum løgtings-
monnunum úr Vági, Henr-
ik Old og Johan Dahl.
– Teir eruí samgongu í
Løgtinginum og hava verið
við til at sett hetta ígongd
og tað eiga teir at taka
avleiðingarnar av. Tí eiga
teir at koma úr skápinum
og at bjóða seg fram sum
valevni á kommunuvalin-
um í november.
– Tað eiga teir at gera og
har eiga teir at føra síni
sjónarmið fram og so eigur
veljarin at sleppa at taka
støðu.
– Verða teir valdir og
koma teir í samgongu ,
eigur tað fyrsta teir gera, at
fara til Havnar at boða
landsstýrinum frá, at teir
taka av tilboðnum um at fáa
eitt røktarheim og at mið-
námsskúlin verður fluttur
til Hovs.
Nógvir fyrimunir í
Hovi
Tom Silvurdal heldur ann-
ars, at tað er eitt gott hug-
skot at byggja heilsuskúla
og miðnámsskúla saman í
einum depli í Hovi.
– Tvøroyrar Býráð er
kroyst, tí heilsuskúlin hús-
ast undir ótolandi umstøð-
um og tað er ein spurning-
ur, hvussu leingi tað gong-
ur, áðrenn næmingar og
lærarar siga stopp.
Hinvegin
dugir
Tom
Silvurdal at síggja nógvar
fyrimunir við at byggja ein
skúladepil í Hovi
Hinvegin hevði tað verið
munandi bíligari at bygt og
munandi bíligari at rikið
ein skúladepil í Hovi, enn
tað hevði verið at bygt og
rikið tveir skúlar í hvør sín
enda í oynni og hesir rati-
onaliseringsfyrimuni eru
helst orsøkin til tilboðið til
Vág.
– Landsstýrismaðurin í
skúlamálum hevur ikki ráð
til at byggja tveir skúlar. Tí
var hetta helst ein roynd at
leggja alt saman fyri at
spara pening. Og spardi
peningurin verður so brúkt-
ur til at betala ein part av
røktarheiminum.
– Eg vænti eisini, at hetta
var ein roynd hjá landsstýr-
inum at forða fyri at nakað
varð gjørt, sum seinni fer at
verða ein forðing fyri at
savna tær tænastur og tey
tilboð, sum eru í Suður-
oynni á einum staði, fyri at
gera raksturin sum ration-
ellan sum gjørligt.
– Ein skúladepil í Hovi
hevði givið nógv byggi-
arbeiði, bæði til sjálvan
skúlan.Men landið verður
eisini noytt til at gera vegir
og at leggja koakk og vatni.
Og sosatt hevur landið
slóðað fyri eini felags suð-
uroyar-umsiting í Hovi,
skuldi tað hent, at komm-
unurnar í oynni leggja sam-
an. Og tað hevði avgjørt
eisini verið ein vinningur
fyri allar kommunurnar í
Suðuroynni.
Og samstundis hevði tað
lagt enn størri trýst á
myndugleikarnar at lagt
Hovstunnilin niðri í dalin-
um. Enner tað langt í frá
vist at honverður niðri í
dalinum.Tað veldst alt um
úrslitið av royndarboring-
unum, heldur býarverk-
frøðingurin á Tvøroyri.
Hann vísir eisini á, at í
sambandi við skúlarnar,
verður helst eisini neyðugt
at byggja skúlaheim.
– Hesi skúlaheim verða
neyvan í Hovi. Heldur
koma tey at vera í Vági og á
Tvøroyri, tí har eru allir
hentleikarnir, bæði dagrøkt
o.s.fr. Og tá ið hovstunnilin
er gjørdur, verða tað bara
10 minuttir at koyra til
Hovs, bæði av Tvøroyri og
úr Vági,
– Og tað fer so aftur at
seta størri krøv til sam-
ferðsluna við bygdaleiðum.
Hon er alt ov vánalig, sum
er, men verður skúli og
kanska eisini umsiting í
Hovi, verður eisini neyðugt
at bøta munandi um koyr-
ingina hjá bygdaleiðum.
– Tá ið Hovstunnilin er
gjørdur, koma bussarnir at
spara nógva tíð, av tí at
teinurin verður nógv styttri
at koyra. Teir koma at spara
einar 15-20 minuttir hvønn
einasta túr.
– Heldur enn at skerja
koyringina, eiga suðuroy-
ingar sum skjótast at at
arbeiða fyri, at tíðin, sum
verður spard, ístaðin verður
brúkt til fleiri túrar. Har-
umframt fer tað kanska at
bera til at leggjaso til rættis,
at Bygdaleiðir kunnu koyra
meiri runt í Vági og á
Tvøroyri og attær sostatt
eisini í ein ávísan mun
kunnu virka sum eitt slag
av býbussum.
– Kemur eitt slíkt krav
ikki úr Suðuroynni, endar
tað bara við, at bussarnir
koma ikki at koyra fleiri
túrar, men at teir koma at
standa nógv meiri stillir,
enn teir gera nú.
Tom Silvurdal sigur, at
sostatt verður ikki lagt upp
til, at Hov skal vera
høvuðstaður í Suðuroy.
– Tvørturímóti koma
bæði Vág og Tvøroyri at
verða kraftmiðdeplar í eini
oyggj, har ymisk umsiting
og tænasta er savnað í
Hovi, sigur hann.
Johan Dahl og Henrik Old noyddir at
koma úr skápinum
Tey, sum tvíhalda um at
miðnámsskúlin er eitt so
stórt framstig, hugsa kanska
ikki um, at hetta er tað sama
sum at vinka farvæl til allan
ungdómin. Tá høvdu 35
arbeiðspláss í einum
røktarheimi muna meiri,
heldur Tom Silvurdal,
verkfrøðingur
C
M
Y
K
5
4