fríggjadagur 17. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 177 - 17. september 2004
Nr. 177 - 17. september 2004
7
Fyri seks árum síðani
valdi Bozena Kraw-
czyk at fylgja í fóta-
sporunum hjá systur
sínari og flyta til
Føroya at arbeiða. Nú
hevur Útlendinga-
stýrið noktað at
longja arbeiðs- og
uppihaldsloyvið hjá
henni. Bozena sigur,
at hetta ger, at 13 ára
gamla dóttirin,
Cynthia, sum er vorð-
in føroyingur, rindar
prísin
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Bozena Kraw-
czyk og bæði børnini hjá
henni búgva saman við
systur Bozenu og hennara
familju. Tey hava búð í
Føroyum í góð seks ár, men
nú letur til, at dagarnir hjá
teimum í Føroyum eru
taldir.
Útlendingastýrið hevur
tvær ferðir noktað at leingja
arbeiðs- og uppihaldsloyvið
hjá Bozenu, og tí mugu hon
og 13 ára gamla Cynthia av
landinum innan ein mánað,
um ikki tær kæra avgerð-
ina.
Hetta hevur fullkomuliga
vent upp og niður upp á
lívið hjá Bozenu, systrini
og allari familjuni.
Cynthia óvissa
framtíð
Serliga
13
ára
gamla
Cynthia hevur fortreð av
hesum. Hon er við árunum
vorðin ein føroysk genta,
sum hevur gingið øll síni ár
í fólkaskúlanum í Føroyum.
Tískil má polskt sigast við
tíðini at verða vorðið henn-
ara annað mál.
Bozena stúrir mest fyri
tannáringadótrini hjá sær.
Við tárum í eygunum
spyr hon, hvussu hennara
13 ára gamla dóttir skal
kunna klára seg í einum
polskum skúla nú.
– Eg haldi, hetta er nógv
fyri. Um eg fekk at vita, tá
eg kom her, at eg ikki kundi
væntað, at Cynthia fór at
sleppa at ganga í skúla her
allatíðina, so hevði eg iva-
leyst havt umhugsað mína
støðu tá. Men hetta er kom-
ið sum ein skelkur, og
hevur gjørt serliga hana
sera ótrygga, greiða Bo-
zena frá.
Cynthia sjálv hevur bert
sitið og lurtað eftir, meðan
mamma hennara hevur
greitt frá.
Hon sigur sjálv, at um
hon hevði sloppið, so hevði
hon viljað verið í Føroyum
hjá mostrini og so farið til
Póllands at vitja av og á.
Hetta fær tár fram hjá
bæði móður og dóttir, tí
sjálvandi høvdu tær viljað,
at tær báðar kundu verið
saman í Føroyum.
– Um hon ikki fær tað, so
veit eg ikki, hvussu tað
verður við hennara framtíð,
tí skúlin í Póllandi er heilt
øðrvísi, og eg trúgvi ikki, at
hon kann megna at fáa teir
polsku næmingarnar aftur.
Tí kann hetta koma at hava
skeiva ávirkan á restina av
lívinum hjá henni, sigur
Bozena.
Hon leggur afturat, at
Cynthia ikki tosar polskt
reint longur, so tað kann
fara at verða ein stórur
trupulleiki fyri hana at
byrja í einum polskum
skúla. Hon er heldur ikki
von við at lesa ella skriva
polskt.
Ótrygg tíð
13 ára gamla Cynthia hevur
verið sera ótrygg, síðani
mamma
hennara
fekk
fyrsta noktandi svarið frá
Útlendingastýrinum fyrr í
summar. Síðani var hoyring
um hennara mál, har Bo-
zena millum annað vísti á
støðuna við Cynthiu.
Bozena sigur, at støðan
hjá dótrini vigar mest í
hesum málinum.
– Í allarringasta føri
hevði eg viljað, at Cynthia
kundi verðið eftir her og
gingið í skúla sum vanligt,
sigur hon. Men leggur sam-
stundis dent á, at hennara
hægsta ynski er, at tey øll
trý kunnu verða verandi í
Føroyum, so familjan ikki
verður sundurskild, og lívið
kann halda fram sína van-
ligu gongd.
– Tað er ikki lætt at hugsa
sær til, at eg skal fara frá
henni við líltabeiggjanum
hjá henni heilt til Póllands
at búgva. Men tað er sera
umráðandi, at Cynthia kann
gera sína skúlagongd lidna
í Føroyum, sigur Bozena,
sum øll seks árini hevur ar-
beitt á Roykivirkinum.
Skjótt telur hon í høvdin-
um, at talan er um fýra ár
afturat í fólkaskúlanum og
síðani miðnámsskúla aftur-
at. So alt í alt verða tað eini
sjey ár, har Cynthia fer at
búgva í Føroyum, meðan
restin av hennara familju
býr í Póllandi, um ikki av-
gerðin hjá Útlendingastýri-
num verður broytt.
Feilur
Í brævinum, sum Bozena
hevur fingið frá Útlend-
ingastýrinum, stendur, at
stýrið ikki metir tað vera
tørv á arbeiðsmegi á henn-
ara øki longur, og tí kunnu
tey ikki leingja hennara
arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Og at hon tískil innan ein
mánað eftir at hava mót-
tikið fráboðanina má fara
úr Føroyum.
Tað løgna er bara, at tað
standa bert Bozena og
Cynthia nevndar í brævin-
um. Onki um hálvtannað
ára gamla Fabian, sum hev-
ur føroyskan pápa. Har-
afturat stendur í sama
brævi, at Cynthia og Bo-
zena eru rumenarar, hóast
tær altso eru úr Póllandi.
Hetta hevur vakt nakrar
desperatar vónartankar um,
at hetta kann vera ein feilur.
Tey ganga øll mest sum í
eini aðrari verð og vóna so
Cynthia rindar prísin
– Um eg fekk at vita, tá eg kom, at eg ikki kundi væntað, at Cynthia fór at sleppa at ganga í skúla her allatíðina, so hevði eg ivaleyst havt umhugsað mína støðu,
sigur Bozena, sum arbeiðir á Roykivirkinum í Klaksvík
– Allir mínir vinir eru her. Eg dugi ikki so væl polskt longur,
og mær dámar best í Føroyum, sigur 13 ára gamla Cynthia
Krawczyk, sum gongur í 7. b í Ziskatrøðskúlanum
– Í allarringasta føri hevði eg viljað, at Cynthia
kundi verðið eftir her og gingið í skúla sum
vanligt, men mítt hægsta ynski er, at vit øll
kunnu verða verandi í Føroyum
Edmund Joensen var
løgmaður í 1995, tá
prinsessa Alexandra
og prins Joechim gift-
ust. Tí vóru hann og
konan Edfríð boðin
við í brúdleypið. –
Tíðindini um hjúna-
skilnaðin eru sjálvsagt
keðilig, men hetta er
samstundis eitt tekin
um, at kongshúsið
góðtekur nýggju
tíðina, sigur Edmund
SKILNAÐUR
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
– Tað var ein vakran vetrar-
dag, at tey giftust. Tað følv-
aði eitt sindur, og tað var
ómetaliga pent, sum vit
koyrdu út til Fredensborg
slot, har brúdleypið varð
hildið, minnist Edmund
Joensen, táverandi løgmað-
ur.
Men ævintýrið um prin-
sessuna og prinsin endaði
ikki, sum tá varð hildið. Tey
livdu nevniliga ikki lukku-
ligt allar dagar sínar...
Skakandi tíðindi
– Tá var tað tann heilt stóri
romantikkurin í luftini. Tað
var eitt stórt brúdleyp, sum
veruliga fekk allan armin,
greiðir Edmund frá, og
skoytir uppí, at prinsaparið
so í øllum førum fekk ta
bestu byrjanina á hjúna-
bandið, sum gjørligt.
Edmund heldur, at tíð-
indini um ein kongaligan
hjúnaskilnað, altíð koma
sum ein skelkur.
– Tú gerst altíð skakkur,
tá eitt kongaligt par velur at
fara frá hvørjum øðrum.
Tey eru jú ímyndin av tí
størsta
romantikkinum,
sum er. Tað er dreymurin
hjá hvørjari gentu og hvørj-
um dreingi, at sleppa at
uppliva tað, sigur Edmund
Joensen.
Men hinvegin heldur
Edmund, at hetta er ein
ógvuliga realistisk hending
í okkara parti av heiminum.
– Í vesturheiminum eru
tað jú útvið helmingurin av
hjúnabondunum,
sum
brotna. Tey eru hóast alt
vanlig menniskju, so á tann
hátt er hetta ikki nakað
øðrvísi enn hjá so mongum
øðrum, sigur hann.
Edmund heldur tó, at
prinsessa Alexandra og
Joachim prinsur kanska
ikki heilt kunnu samanber-
ast við meirilutin av teim-
um pørum, sum lata seg
skilja alíkavæl. Tey bæði
hava jú ógvuliga ymiskar
bakgrundir, og koma frá
tveimum heilt ymiskum
mentanum.
– Tá tvey fólk av so ym-
iskum uppruna velja at
leggja lívsleiðirnar saman,
krevur tað nakað heilt eyka.
Og tað er minni enn so altíð
at tað er haldbart í longdini.
Tað er nógv verri hjá
tveimum so ymiskum fólk-
um at fáa tað at fungera,
enn hjá tveimum við sama
uppruna, staðfestir Ed-
mund.
Nýggjar tíðir
– Hetta eru ikki nøkur
stuttlig ella positiv tíðindi
hjá Margretu Drotning og
hoffinum at skula út við.
Men samstundis er hetta
júst eitt tekin um, at Dan-
mark er eitt frítt, opið og
demokratiskt land, har øll
hava rætt at liva sum tey
ynskja, eisini tey konga-
ligu, heldur Edmund.
Hann heldur, at tað als
ikki er vist, at hetta fer at
skaða umdømið hjá danska
hoffinum, sum annars hev-
ur verið ógvuliga sterkt og
traditiónsríkt í øllum um-
heiminum.
Tvørtuímóti
heldur Edmund, at hetta
kann vera eitt tekin um, at
eisini danska hoffið hevur
tikið við nýggju, fríari tíð-
ini, og loyvir skilsmissum.
– Tekini, sum við hesum
hjúnaskilnaðinum, verða
send út í alheimin eru, at í
Danmark verður eingin
sópaður undir teppið. Um
tey halda hetta vera tað
besta, so verður tað loyvt,
um tað er tungt, sigur Ed-
mund.
Hann heldur, at Margreta
drotning jú eisini kundi
gjørt, sum tað varð gjørt í
enska kongshúsinum, tá
Charles prinsur og Diana
prinsessa vórðu skild. Men
Alexandra sleppur at be-
halda sínar titlar, hon
verður fyribils búgvandi á
Amalienborg o.s.fr.
– Hetta verður alt loyst í
sátt og semju, á ein ógvu-
liga sámiligan hátt, og tað
er avgjørt eitt gott signal at
senda út, fyri tað danska
kongshúsið. Tað, sum man
fatar av hesum, er at »hetta
er tann nýggja tíðin, sum
vit eisini acceptera«. Men
sjálvsagt er tað sera harmi-
ligt, endar Edmund Joensen
við at siga.
inniliga, at talan er um ein
feil.
– Men so hinvegin, teirra
nøvn standa jú har, so tað
kann neyvan vera ein feil-
ur, sigur Bozena kedd á
málinum.
Í sama brævi stendur
eisini viðmerkt, at Bozena
hevur gjørt vart við støð-
una hjá dótrini, men so
onki meira. Bert ein stað-
festing av, at stýrið, eftir at
tað hevur gjøgnumgingið
málið hjá Bozenu, ikki
metir, at Bozena kann
leingja sítt arbeiðs- og
uppihaldsloyvi
sambært
grein 9, stk. 2, nr. 3 í út-
lendingalógini.
Kæra
Bozena og familja hennara
hava eina kærutíð upp á
eina viku. Tey hava gjørt av
at kæra, tí tað kann geva
teimum eitt sindur av tíð at
finna útav, hvat og hvussu
tey skulu gera við hesa
truplu støðuna, sum tey nú
eru komin í.
– Eg haldi tað er løgið.
Um tað bert var ein einsa-
mallur persónur, sum júst
var komin til landið, so
høvdu vit onki sagt. Men tá
tað er talan um eina
mammu
við
tveimum
børnum, sum hevur búð
her í meira enn seks ár, so
haldi eg, at tað átti at verið
meira enn bara paragraffir,
sum gjørdu seg galdandi,
heldur
systir
Bozenu,
Krystyna, fyri, meðan hon
hyggur at Cynthiu og
Fabian.
Fabian er linur og skilir
tíbetur onki av øllum
hóvastákinum. Cynthia og
ein vinkona fara út ein túr,
og Krystyna, maðurin og
Bozena mugu alt fyri eitt
fara í holt við at tosa við
sakførara um hetta málið.
Tey hava jú bara fýra
dagar, til freistin at kæra er
úti. Ella skulu Cynthia og
Bozena av landinum innan
ein mánað.
– Um tað bert var ein
einsamallur persónur,
sum júst var komin til
landið, so høvdu vit
onki sagt. Men tá tað er
talan um eina mammu
við tveimum børnum,
sum hevur búð her í
meira enn seks ár, so
haldi eg, at tað átti at
verið meira enn bara
paragraffir, sum gjørdu
seg galdandi
Vit høvdu ætlað okkum
at fáa eina viðmerking
frá Innlendismálaráð-
num, men tað eydnaðst
ikki at fáa fatur á nøkr-
um, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
- sae -
Hjúnaskilnaður í kongshúsinum:
Hetta er tann nýggja tíðin
Gleðin um brúdleyp-
ið ímillum krónprins
Frederik og prinsessu
Mary hevði valla lagt
seg, nú stórtíðindini
um hjúnaskilnaðin
hjá hinum prinsapar-
inum komu sum ein
bumba um alt tað
danska ríkið
SKILNAÐUR
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Prinsessa Alexandra og
prins Joachim skulu skilj-
ast. Hetta varð fráboðað á
einum tíðindafundi hós-
morgunin kl 10.30 føroyska
tíð.
Orsøkin til skilnaðin varð
ikki umrødd, men sagt
varð, at hetta var ein av-
gerð, sum varð tikin í sátt
og semju.
Varðveitur tittulin
Kongshúsið hevur gjørt av,
at Alexandra framhaldandi
skal hava tittulin : Hendes
Højhed prinsesse Alex-
andra.
Hon fer fyribils at búgva
í stóru íbúðini hjá parinum,
sum er á Amalienborg, har
hon eisini fer at hava syn-
irnar Nicolaj, sum er fimm
ár, og Felix, sum er tvey ár.
Joachim
prinsur
fer
framhaldandi at búgva á
Schalkenborg slottið, har
parið higartil hevur búð.
Á tíðindafundinum varð
eisini boðað frá, at for-
eldramynduleikin
yvir
smáu prinsunum verður
felags, og allar avgerðir,
sum
viðkoma
framtíð
teirra, verða tiknar av báð-
um foreldrunum.
Drotning Margreta og
Heindrikur prinsur boðaðu
frá, at tey fara at stuðla og
hjálpa soninum og verdóttr-
ini so væl, sum yvirhøvur
gjørligt.
Skaða umdømið
Prinsessa Alexandra hevur
verið ómetaliga vælumtókt
ímillum danska fólki, og
eftir brúdleypið í 1995,
vaks áhugin fyri kongs-
húsinum munandi ímillum
danska fólki.
Hon hevur ofta verið
skýrd at vera »hin danska
Diana«, sum ikki sigur so
lítið. Men hon hevur hin-
vegin eisini nakrar av
somu eginleikunum, sum
Diana prinsessa vísti.
Alexandra hevur, síðani
hon fekk tittulin prinsessa,
verið við í óteljandi upp-
latingum av bæði sjúkra-
húsum,
barnagørðum,
søvnum o.s..fr. Hon hevur
verið talsfólk fyri fleiri
grunnar, og verið við í sera
nógvum vælgerandi enda-
málum.
Spurningurin er longu
byrjaður at ljóðað, hvørt
hetta man fara at skaða
umdømið
hjá
danska
kongshúsinum, sum altíð
hevur staðið sera sterkt í
mun til hini kongshúsini.
Vit kunnu taka enska
kongshúsið, sum hevur sæð
skandalu eftir skandalu, og
sum nú eisini hevur mist
ein stóran part av stuðlinum
ímillum fólki.
Svenska
kongshúsið
hevur eisini fingið nógva,
vánaliga umtalu í sein-
astuni, og listin av fallandi
kongshúsum er langur.
Tey kongaligu skulu jú
vera symbol, tey skulu hava
ein ávísan status, og tey
skulu allarhelst sveima
nakað yvir vanligu borgar-
unum.
Men við skilnaðinum,
byrjar hendan ímyndin at
krakkelera, og spurningurin
er, hvussu hetta fer at á-
virka danska kongshúsið í
framtíðini.
Men tey livdu ikki lukkuliga...
Einaferð var alt gleði og
gaman, og fáur vildi trúð, at
kærleikin ikki fór at vara.
Men nú er vátt komið í
reiðrið, og parið er sundur-
lisið, við tí fyri eyga at fáa
hjúnaskilna
Edmund og Edfríð Joensen hava verið í báðum prinsabrúd-
leypunum. – Brúdleypið hjá Alexandru og Joachim var
ógvuliga romantiskt. Tey fingu í øllum førum ta bestu
byrjanina, sigur Edmund
C
M
Y
K
7
6