Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 177 - 17. september 2004 Nr. 177 - 17. september 2004 9 Skóta- hjálpin 20 ár Sjálvhjálparbólkar til børn og ung, ið hava mist foreldur við deyða SKÓTAHJÁLPIN tíðindaskriv Skótahjálpin hevur av- gjørt, at føroyska verk- ætlanin skal vera »Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, ið hava mist foreldur við deyða«. Í hálvtannað ár hava hesir sjálvhjálparbólkar verið virknir. Hetta arbeiðið hevur víst at sera stórur tørvur er á upplýsing á hesum øki úti í samfelagnum og ráðgeving til teirra, ið hava tørv á hesum. Ofta hava børnini tað trupult í skúlanum. Í flokkinum kunnu tey hava tað trup- ult í sambandinum við flokksfelagar, men eis- ini við forstáilsi og stuðli frá lærara og øðr- um vaksnum, ið eru kring barnið/hin unga. Summi børn hava eisini tosað um trupulleikar í sambandi við avvarandi. Tey skilja ofta ikki hvønn annan. Meðan barnið/tann ungi er í samband við onnur sum eru í somu støðu, situr eftirsitandi foreldrið ofta einsamalt við síni sorg og tankum. Hetta arbeiðið krevur sjálvsagt ymiskt tilfar, sum saman við prátin- um kann hjálpa og stuðla teimum í sorgar- arbeiðinum. Eisini er ætlanin at keypa bøkur, sjónbond og tónleik, ið hóskar til teir ymsu aldurbólkarnar - og um møguleiki er, skuldi okkurt eisini verið umsett til føroyskt. Um tilfar skal fáast til vega er neyðugt við pengum, og vilja føroysku skótar- nir her rætta eina hjálp- andi hond. Meira fast at vita frá Anna S. Dalsgaard tlf. 31 95 52/51 95 52 Renna fyri fólkaheilsuni Í morgin skipa lands- stýrismaðurin í al- manna- og Heilsu- málum, Hans Pauli Strøm, og Bragdið fyri Fólkaheilsurenn- ing í høvuðsstaðnum. Renningin er ein liður í arbeiðinum fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum FÓLKAHEILSA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ætlar at gera sítt til, at fólkaheilsan í Føroyum betrast. Tískil hevur hann saman við fel- agnum fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdinum, tikið stig til at skipa fyri eini so- nevndari fólkaheilsurenning í høvuðsstaðnum í morgin. Renna ella ganga Renningin verður fyri allar aldursbólkar. Børnini, fødd 1991 og yngri, renna tveir kilometrar. Hinir luttakar- arnir verða býttir í tvinnar bólkar. Ein bólkur verður nevndur vaksin, meðan tey, sum eru fødd í1958 og eldri, renna í einum bólki, sum verður nevndur veter- anar. Hesir báðir bólkarnir renna ein tein, sum er fimm kilometrar langur. Hjá summum kunnu fimm kilometrar tykjast sum ein nakað langur tein- ur, men fyrireikararnir siga, at tað er upp til hvønn ein- stakan luttakara, um tey renna ella ganga teinin. Sagt verður, at fólka- heilsurenningin ikki hevur til endamáls at kappast, men heldur at geva bæði ungum og eldri eitt gott høvi til at koma út og røra seg. Tað týdningarmiklasta er at verða við, siga fyri- reikararnir í einum tíð- indaskrivi. Bøta um heilsuna og liviumstøðurnar Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroy- ingum. Eins og í flestum av grannalondum okkara økist talið av sjúkutilburðum, sum beinleiðis koma av liviháttunum, t.v.s. eitt nú vánaligum kosti, ov lítlari motión og líknandi. Landsstýrið er av teirri fatan, at tað er sera um- ráðandi at arbeiða fyri eini góðari fólkaheilsu, og hetta arbeiðið verður raðfest ov- arlaga av landsins myndug- leikum. – Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til renningina leyg- ardagin, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15 í morgin, og byrjarnarnummurini fáast við badmintonhøllina tveir tímar undan byrjanini. Starturin á renningini verð- ur frá p-økinum við bad- mintonhøllina. Vinnararnir av renningini fáa heiðursmerkir, men allir luttakararnir fáa eisini eina t-troyggju við prenti á til minnis um dagin. Tá ið luttakararnir koma á mál, fáa teir eisini frukt og okkurt leskiligt at drekka. Í vikuni hava øll starvsfólk hjá løgregl- uni í Føroyum verið á skeiði, har tey hava fingið kunning um arbeiðsumhvørvi, strong og mat SKEIÐVIRKSEMI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyrr í vikuni vóru øll starvsfólk há løgregluni í Føroyum á skeiði í Havn. Á skeiðnum kunnaðu so- nevndir Wellness-konsul- entar um arbeiðsumhvørvi, strongd og matvanar. Sum tað eisini sæst á heitinum, so er endamálið hjá hesum Wellness-konsulentum at leggja lunnar undir, at fólk kunnu fáa tað betur. Á sjálvum skeiðinum sluppu starvsfólkini hjá løgregluni ikki einans at sita afturá og bara lurta, tí Wellness-konsulentarnir gjørdu eisini nakrar rørslur, ið eru góðar at gera í ger- andisdegnum saman við teimum. Hetta við at skipa fyri slíkum trivnaðarskeiðum fyri sínum starvsfólkum er nakað, ið av álvara er við at vinna fram her á landi, og sum skilst eru tað fleiri fyritøkur og stovnar, ið hava víst hesum Wellness- konsulentum áhuga. Løgreglufólk á trivnaðarskeiði Tað er blivið alsamt betri umtókt millum føroyingar at taka lut í rennitiltøkum. Í morgin verður neyvan undantak í so máta Tað er landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ið hevur tikið stig til fólkaheilsurenningina Starvsfólkini hjá løgregluni í Føroyum sluppu at røra seg, tá ið tey vóru á skeiði mikudagin Mynd: Jens Kristian Vang Tit hava gjørt eitt álvarsamt mistak 15 vágbingar, sum í løtuni búgva í Havn, halda lítið um avgerð- ina hjá Vágs býráð at havna menningarætl- anini hjá landsstýr- inum. – Hugburðurin hjá vanliga vágbing- inum í málinum er, at tað var ein býtt av- gerð, sum Vágs býráð tók, tí ætlanin hjá landsstýrinum hevði skapt nøkur hart til- trongd arbeiði í syðru helvt av Suðuroynni MENNINGARÆTLAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er næstan skomm at vera vágbingur í hesum døgum. Vit rópa áhaldandi um hjálp, og tá, ið vit eina- ferð fáa hana, sigur býráðið nei takk, og eftir stendir fólki. Tað er mikudag seinna- part, og vit eru stødd á skúl- aheiminum í Marknagili í Havn. 15 vágbingar, sum í løtuni búgva í Havn, eru savnaðir saman fyri at gera vart við sína ónøgd um avgerðina hjá Vágs býráð at havna tilboðnum hjá lands- stýrinum um ein skúladepil í Hovi og eitt røktarheim í Vági. Teir 15 vágbingarnir eru misnøgdir við útsagnirnar, sum hava verið í fjølmiðl- unum seinastu dagarnar, tí teir meta ikki viðmerking- arnar, sum hava verið frammi, umboða hugburðin hjá vanliga vágbinginum. – Hugburðurin hjá van- liga vágbinginum í málin- um er, at tað var ein býtt av- gerð, sum Vágs býráð tók, tí ætlanin hjá landsstýrinum hevði skapt nøkur hart tiltrongd arbeiði í syðru helvt av Suðuroynni, sigur talsmaðurin Jens Sivar Djurhuus, sum er í læru sum timburmaður. Dennis fer skeivur – Tað er tvætl at siga, at miðnámsskúlin í Vági hevur givið ávøkst seinastu 15 árini, tí tað einasta sum er vaksið er arbeiðsloysi. Vágbingarnir eru alt annað enn samdir við út- sagnini hjá samfelagsfrøð- inginum Dennis Holm í Sosialinum mikudagin. Dennis metti tað vera rætt av Vágs býráð at havna til- boðið, tí miðnámsskúlin fer at geva ein nógv størri vinning enn eitt røktar- heim. – Tað er fyrst og fremst arbeiðspláss, vit hava brúk fyri. Vit einum røktarheimi høvdu vit fingið 35 arbeiðspláss, og tú mást eisini hugsa um alt ar- beiðið, sum skal gerast í samband við byggingina av einum røktarheimi og ein- um skúladepli. Avgerðin hjá býráðnum er tí burtur- við, sigur Jens Sivar Djur- huus. Vágbingarnir vísa á, at flestu næmingarnir á mið- námsskúlanum í Vági fara at lesa víðari, og eftir lokna útbúgving flyta tey ikki aftur til Suðuroy, tí har er einki arbeiði til teirra. Mið- námsskúlin er tískil bert við til at útflyta fólk av oynni, halda vágbingarnir í Havn. – Eg haldi, at Vágs býráð fyrst og fremst hugsar um seg sjálvan og ikki borgar- arnir í kommununi. Ein kallaði herfyri Vágs bygd fyri eina oyðimørk, og skulu vit koma burturúr trupulleikunum er bráð- neyðugt at fáa arbeiði aftur í bygdina, heldur Jens Sivar Djurhuus. Fer at kosta Spurdir, um teir vænta, at Vágs býráð verður revsað á kommunuvalinum í novem- ber mánað eftir, at teir havnaðu tilboðnum hjá landsstýrinum, svarar vág- bingarnir avgjørdir, at tað vænta teir avgjørt. – Um hetta ikki fær av- leiðingar fyri býráðslim- irnar, so er okkurt galið. Fær avgerðin ongar av- leiðingar, ja so verða vit noyddir at flyta úr Vági, halda teir skemtandi fyri. – Tað er fyrst og fremst arbeiðspláss, vit hava brúk fyri. Vit einum røktarheimi høvdu vit fingið 35 arbeiðspláss, og tú mást eisini hugsa um alt arbeiðið, sum skal gerast í samband við byggingina av einum røktarheimi og einum skúladepli. Avgerðin hjá býráðnum er tí burturvið, sigur Jens Sivar Djurhuus Mynd: Jens Kristian Vang Løgmaður Jóannes Eidesgaard heldur lítið um útsagnina hjá formanninum í Búskapar- og Løg- frøðingafelagnum, Niels Winther. – Hasar viðmerking- arnar eru av slíkum slagi, at eg havi ong- an áhuga at gera nakrar viðmerking- ar til tær. Málið er alt ov álvarssamt til sleingja við tíllíkum útsagnum, heldur løgmaður SKERJING Í MIÐFYRISITINGINI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Vit stevna beinleiðis ímóti óskilinum í 80 ár- unum. Tað var eingin slingur í valsinum, tá for- maðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Niels Winther, var biðin um at siga sína hugsan um uppsagnirnar í mið- fyrisitingini mikudagin. – Hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini eru ein liður í royndunum hjá ávísum politikarum at føra okkum aftur í 80-ini, har tilvild og ábyrgdar- loysi ráddi í politisku skipanini, segði ein av- gjørdur Niels Winter í Út- varpinum mikukvøldið. Formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum helt, at hópuppsagnirnar vóru ein liður í eini lang- ari røð av hendingum, har politikarnir tilætlað royna ota seg inn á øki, sum umsitingin eigur at taka sær av. Sterk fyrisiting Løgmaður, Jóannes Eid- esgaard, hevur ikki stór- vegis viðmerkingar til út- sagnirnar hjá formannin- um í Búskapar- og Løg- frøðingafelagnum. – Hasar viðmerkingar- nar eru av slíkum slagi, at eg havi ongan áhuga at gera nakrar viðmerkingar til tær. Málið er alt ov álvarssamt til sleingja við tíllíkum útsagnum, heldur løgmaður. Er umsitingin á veg aftur í 80 árini? Nei tað er hon ikki.Eg var landsstýrisamaður fyrst í nítiárunum, og tá høvdu vit eina veika og lítla umsiting. Eg vil siga, at vit í dag hava eina sterka og góða miðfyrisit- ing. Støðan í dag kann als ikki samanberast við áttatiárini. Kann borgarin kenna seg tryggan við viknaðu fyrisitingini? Ja avgjørt. Seinnu árini hevur umsitingin ment seg nógv og hon er eisini blivin størri í vavi. Tað er ikki so svart og hvítt, at uppsagnirnar gera mið- fyrisitingini veikari. Bú- skaparligi veruleikin er, at vit eru noyddir at tátta í á fleiri økjnum, eisini í miðfyrisitingini, men vit hava framvegis ein góða og sterka fyrisiting. Løgmaður sigur, at samgongan fer á fíggjar- lógin fyri 2005 var- skógva, at neyðugt er á fleiri økjum at spara. – Vit verða øll noydd at taka eitt tak, og tað má miðfyrisitingin eisini, sigur Løgmaður. Fáorðaður løgmaður C M Y K 9 8