fríggjadagur 17. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 177 - 17. september 2004
Nr. 177 - 17. september 2004
11
Bretskir myndugleikar kunngjørdu nú um dagarnar
úrslitið av 22. útbjóðing til leiting eftir kolvetni á land-
grunninum. Og ikki kann sigast annað enn, at tað er eitt
gott signal til okkara egnu kolvetnismyndugleikar og
vinnuna, nú flestu av nýggju loyvunum eru latin á
Atlantsmótinum og her ikki minst allan vegin framvið
okkara marki. Tað sigur í hvussu er so mikið sum, at
altjóða oljufeløg hava ikki mist áhugan fyri økinum,
sum er beint við okkasra egna mark og framhald av
teimum teigum, sum longu eru bodnir út hjá okkum.
Í forlongilsi av hesi útbjóðingini kemur so okkara
nýggja útbjóðing. Tað vil tí vera rættiliga náttúrligt at
rokna við, at feløgini, sum hava fingið tillutað loyvi
bretsku megin markið, eisini fara at hava áhuga í at fáa
loyvi føroyskumegin markið, tí tá kunnu tey koma at
arbeiða við samanhangandi økjum, tó hvør sínu megin
markið.
Vitandi at politisk mørk ikki eru jarðfrøðilig mørk, og
vitandi, at tað er ikki óvanligt, at olju- og gassfelt kunnu
ganga tvørtur um mørk millum lond, er tað eisini ein
logisk niðurstøða, at oljufeløgini, sum síggja Atlants-
mótið sum eitt nýtt og spennandi oljuøki, fegin vilja
hava fatur á goymslum í undirgrundini, líka mikið um
tær liggja á føroyska og bretska landgrunninum. Einasti
munur eru so sjálvandi treytirnar, sum bæði londini seta
feløgunum. Við verandi oljuprísum átti tað tó ikki at
verið nøkur forðing. Munurin er kanska "bara" basaltið
okkara megin. Men postiva avbjóðingin er so aftur,
minnast vit aftur á tað, sum umboð fyri Oljufyrisitingini
greiddi frá á oljumessuni í Norra herfyri, at møguleikar
eru fyri at gera risastóra fund undir sama basalti.
At ljóskastarin aftur av álvara er settur á Atlantsmótið
við hesi bretsku útbjóðingini er ikki til at taka feil av. Tá
so stór oljufeløg sum Shell og BP, Statoil og Chevron-
Texaco, ENI og BG og Amerada Hess fyri bert at nevna
nøkur framvegis kappast um at fáa leitiloyvi nærhendis
okkara marki, so merkir tað, at vónirnar til at finna olju
og gass framvegis eru til steðar.
Vit kunnu so bara vóna, at bretska útbjóðingin ikki
drenar alla orku, her eisini peningaligu orkuna hjá
feløgunum, soleiðis at tey velja okara egnu 2. rundu frá.
Men tá hugsað verður um, at partur av strategiini hjá
oljufeløgunum hinvegin er at spjaða váðan, so er eisini
hugsandi, at tey gera tað í hesum førinum eisini, tvs. at
tey vilja spæla uppá fleiri hestar, soleiðis at skilja, at fáa
tey ikki fatur í tí rætta á breskum øki, so gera tey tað
kanska føroysku megin markið.
Tað er kærkomið, at eitt so stórt felag sum Chev-
ronTexaco, nú av álvara setir fokus á alt økið framvið
markinum úr suðuri og heilt norður. At Statoil eisini er
við er í tráð við úttalilsini hjá stjóranum í felagnum
herfyri. Men umframt hesi feløgini eru so øll hini aftrat,
og tað er bara at vóna, at tey ikki steðga við tí 22. UK-
runduni men eisini koma við í 2. rundu her hjá okkum.
Annars tillukku til føroysku feløgini, at tey nú eisini eru
komin við av álvara í oljuleiting aðrataðni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gongur rætta vegin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Marjun Olsen
Tvøroyri
Hesin spurningur er ógvu-
liga aktuellur á Tvøroyri í
hesum døgum. Fólk flest
hava hoyrt í útvarpinum um
eina undaliga starvsetan av
leiðara í Fríðtíðarskúlanum
í Trongisvági.
Lýst var í bløðunum eftur
pedagogi. Tveir umsøkjarir
vóru. Ein pedagogur sum
arbeiðir í Fríðtíðarskúlan-
um á 4 ári og hevur allar
førleikar at røkja starvið,
fult líka væl sum nakar
annar.
Hin umsøkjarin, lærari,
slektaður av Tvøroyri, bú-
sitandi í Havn og hevði hug
at royna at búgva her suðuri
eina tíð, fær starvið.
Pedgogfelagið og Lands-
stýrismaðurin á økinum
gera kommununa varðuga
við at skeift er fari fram í
hesi starvsetan. Aftaná
knappar 4 vikur sigur
kommunan seg at hava
loyst máli.
Loysnin er henda !!!
Landstýrismaður á økinum
Hans Pauli Strøm biður um
fund við alt býráði, men
bert
javnaðarmennirnir
Sverri Midjord, Heri Mort-
ensen og býráðsformaðurin
Kristin Mikkelsen møta
(restin av býráðnum fær
ongantíð boðini) À fundin-
um verður samtykt at
ógilda setanina av læraran-
um, men landsstýrismaður-
in skal broyta Dagstovna-
lógina soleiðis, at tað í
framtíðini skal kunna setast
lærari sum leiðari á Frítíð-
arskúlum. Seinri hevur
fullmannað sosialanevnd
og fullmannað býráð fund,
sum samtykkir at ógilda
starvssetanina av læraran-
um. Samtykt verður eisini
at søkjast skal av nýggjum
eftur leiðara. Nú skuldi
man trúð at søgan endar,
nei nú blívur hon rættuliga
spennandi.
Meirilutin í sosialunevnd
Sverri Midjord, Heri Mort-
ensen løgdu uppskot fram
um at seta ein fyribilsleið-
ara til landsstýrismaðurin
hevur broytt lógina og gitið
nú tvøra- og føroyafólk
hvør hesin fyribilsleiðari er.
Púra rætt, sami lærari sum
beint bleiv loystur úr starvi.
Her á Tvøroyri er alt við
tað gamla, bert tú ert av
rætta slagnum, ert tú væl
syrgdur fyri.
Rættartrygd: Hvat er tað
???
Líka fyri lógini ???
Marjus Dam
løgtingsmaður
Hvør er tað, ið manipulerar
4. statsmaktini við vindandi
skeivum upplýsingum?.
Situr Høgni Hoydal enn
einaferð aftanfyri sínar dyr
og smílist, tí aftur eydnaðist
at lumpa 4.statsmaktina at
taka upp skeiv tíðindir til
høvuðstíðindir,
fyri
at
skaða sitandi samgongu?
Tað er tað mangt, ið bendir
á.
Seinastu tíðina hevur
mangt og hvat verið at
hoyrt í 4. statsmaktini: Út-
varpi, Sjónvarpi, og bløð-
um okkara.
Men onkuntíð kann ein
ikki annað enn undrast á
nøkur viðurskiftir
Undanfarni Landsstýris-
maður í fíggjarmálum setti
ein bólk at kanna alla MVG
lógina. Sagt var, at mongu
undantøkini vóru við til at
úthola MVG lógina. Em-
bætismannabólkurin hann
setti, hevur nú arbeitt í nøk-
ur ár. Og hann heldur sjálv-
andi fram at arbeiða sjálvt
um núverandi samgonga
hevur tikið við. Bólkurin er
nú liðugur og tilfarið verð-
ur sent til hoyringar hjá
ymiskum feløgum. Men
mest sannlíkt er, at Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
fingið fatur í tilfarinum, og
klippir bitar úr arbeiðinum
og sendir tað til pressuna -
fyri at villeiða.
Og í pressuni verður
endurgivið - púra skeivt - at
Landstýrið arbeiðir við at
... nærum forkoma øllum
virksemi her á landi.
Nú eri eg valdur í Løg-
tingið og eri í samgongu.
Og eg kann upplýsa, at
ongin ætlan um at forkoma
hesum landi fyriliggur.
Tann uppgávan verður bert
loyst við at gjøgnumføra
stevnuskrá Tjóðveldisflok-
sins. Og henni ganga vit als
ikki eftir. So á hesum øki,
kunnu fólk verða púra
trygg.
Men áliggur tað ikki 4.
statsmaktini at verða krit-
iskur og kanna, hvør keldan
er?. Tí tað kann ikki vera
endamálið hjá 4. stats-
maktini at bera rangan
tíðindaflutning. Gera teir
tað, so renna teir politisk
ørindir og missa harvið
fullkomuliga sítt trúvirði.
Hvør misnýtir 4.statsmaktina í Føroyum?
TÍÐINDASKRIV
frá Menningarstovuni
Í døgunum 30. september
og 1. oktober verður ráð-
stevnan »Value Added Sea-
food« á triðja sinni hildin í
London. Tær báðar fyrru
ferðirnar hevur henda ráð-
stevnan verið stak væl-
eydnað.
Ráðstevnan fer m.a. at
snúgva seg um menning av
nýskapandi
virðisøktum
sjómati,
niðursjóðaðum
sjómati, menning av fryst-
um fiskavørum, fyrireik-
ingum til sporførislógina í
2005, nýskapandi pakki-
tilfar, marknaðarrák, o.a.
Í sambandi við at fleiri
føroyskar fiskaútflutnings-
fyritøkur luttaka á ráð-
stevnuni skipar Menningar-
stovan saman við Umboðs-
stovu Føroya í London fyri
áhugaverdum vitjanum, ið
júst hava við t.d. virðis-
øking, marknaðarrák og
marknaðartilgongd at gera.
Ætlanin
er
at
vitja
Billingsgate fiskamarkn-
aðin og har fáa at vita, hvat
rákið innan feskan fisk er.
Tosað verður eisini við
innkeypsstjóran á Young’s
Blue Crest við tí endamálið
at hoyra hansara meiningar
og metingar um kundakrøv,
og um hvør innkeypspoli-
tikkur vanliga verður førd-
ur av týdningarmiklastu
fiskakeyparunum í Ong-
landi. Eisini ferð Hazel
Curtis at leggja fram frá-
greiðing, sum SEAFISH og
KPMG hava gjørt um
virðisketuna fyri m.a. tosk
og hýsu á bretska markn-
aðinum. Hendan frágreið-
ingin gevur eitt gott innlit í,
hvussu bretski toska- og
hýsumarknaðurin er skip-
aður.
Meiri fæst at vita um
ráðstevnuna á
www.agra-net.com
Sp/f Røkt, sum eig-
ur Vindmyllurnar
uppi á Mýrum við
Vestmanna, hevði í
fjør eitt yvirskot
áljóðandi 1.446 tkr.
ROKNSKAPUR
Jákup Mørk
Sp/f Røkt hevur annars
fyri tað mesta fingist við
Aling fram til í fjør
summar, men tað er
helst ikki í hesum, at
positiva
ársúrslitið
liggur. Av ársfrágreið-
ingini framgongur eis-
ini, at felagið fyribils er
steðgað við smoltfram-
leiðslu fyri egna rokn-
ing, men at teir ístaðin
ala smolt fyri aðrar.
Hetta tí vágin í virksem-
inum fyri útseting av
alifiski í løtuni er ov
stórur.
Primeri raksturin gev-
ur eitt úrslit upp á 2.297
tkr., og hóast talan fram-
vegis er um stórar rentu-
útreiðslur, so er hetta
talið væl og virðiliga
nóg stórt til at tryggja
lønsemi í framleiðsluni.
Í
ársfrágreiðingini
verður einki nevnt um,
hvørjum úrslitum rokn-
að verður við framyvir,
men tað verður tó stað-
fest, at virksemið við
vindmyllunum væntandi
fer at økja um lønsemi
felagsins. Samstundis
verður í roknskapinum
upplýst, at menningar-
kostnaðir
verða
út-
reiðsluførdir, so hvørt
sum hesir koma fyri.
Okkum hevur ikki
eydnast at fáa fatur á
stjóranum í felagnum,
Jóhan Leivur í Niðri-
stovu, men tað er helst
lítið at ivast í, at menn-
ingarkostnaðirnir hava
verið hampuliga stórir
hetta fyrsta árið, sum
streymframleiðsla hevur
verið partur av virk-
seminum. Og tá hetta
virksemi
hartil
bert
hevur fevnt um part av
árinum, er lítið at ivast í,
at talan hjá Sp/f Røkt er
um ein góðan sáttmála
um streymframleiðslu,
sum teir hava gjørt við
SEV.
Víðari kann sigast, at
avskrivingartíðin
fyri
vindmyllurnar er 15 ár,
og svarar hetta til ára-
málið, sum felagið í
fyrstu atløgu fer at
framleiða streym fyri
SEV. So er spurningurin,
hvørt teir eisini fáa loyvi
at binda nýggjar vind-
myllur í kervið hjá SEV,
og – um so er – hvønn
søluprís teir tá kunnu
samráða seg til við
felagsskapin.
Samlaða fíggjarjavn-
vágin í felagnum var við
árslok 2003 22.175 tkr.
Av hesum er eginognin
5.454 tkr.
Pengar í vindinum
Árni Joensen
form. Føroya
Ráfiskaseljarafelag
Av tí at nakað av skriving
hevur tikið seg upp, nú
arbeiðsloysi økist (higartil
uml. 4-5 %), tykist alt
benda á ta borðið, at rávøra
okkara, fiskurin, nærum
fyri einhvønn prís, skal
tvingast inn á føroysk fram-
leiðsluvirkir.
Alt gott um hugsanina at
skapa sum mest av arbeiði í
landinum og helst til allar
arbeiðsførar hendur, men
tað er nú einaferð so, at tað
eru tvær síður í eini søk og
so er eisini her.
Virðisøkingin í fram-
leiðsluliðinum er sera týdn-
ingarmikil fyri samfelagið
og hvørki kann ella skal
undirmetast, men við vána-
ligum marknaði kann hon
eisini gerast negativ og hvat
er so vunnið á landi.
Hinvegin so skal ein
støðug rávørutilgongd til
hjá virkjunum, fyri yvir-
høvur at fáa sáttmálar við
góðar keyparar, tí lever-
ingstrygd er ein grundar-
steinur undir góðum og
støðugum handli.
Tað tykist sum at teir per-
sónar, ið alment hava átikið
sær at skriva um hetta mál
eru ikki sørt subjektivir og
hugsa nærum bert um ta
einu síðuna av málinum,
nevniliga at helst skal øll
veiða fyri einhvønn prís
leggjast upp her í landinum
til virkingar og virðisøking-
ar.
At skipaeigarar- og selj-
arar vilja hava sum mest
fyri fiskin er eyðsæð, og
átti ikki at undra nakran,
men vit vilja ikki hava sit-
andi á okkum at vit útflyta
feskan fisk, tí at vit bert
hugsa um okkum sjálvar og
ikki samfelagið. Í fleiri før-
um er spurningurin at av-
markað eitt tap hjá skipun-
um, so hjá teimum er støð-
an ikki góð og støðga skip-
ini so er lætt at gita um úr-
slitið.
Tað er sum kunnugt
nevniliga so, at fyri at fáa
fatur í fiskinum, skulu
veiðufør til, og fyri at
sleppa at veiða skulu veiðu-
loyvi til, og alt hetta kostar
sera nógv og skal sjálvsagt
forrentast.
Tað er ein sannroynd í
hesum stuðulsfríu tíðum, at
virkini á landi, við lógini
um vinnuligan fiskiskap í
hendi, ómakaleyst fáa fatur
á ein føstum parti av rá-
vøruni, tí at reglur tryggja
hesum. Teimum nýtist ikki
at gera so nógv burturúr, tí
skipini noyðast at leggja
ávísa nøgd uppá land, skulu
tey ikki verða revsa við at
missa fiskidagar.
Vit, ið fáast við sølu av
feskum fiski, hava mangan
verið, og koma av og á útí
ta støðu, at virkini á landi
ikki megna at takað ímóti
veiðu- ella pørtum av veiðu
okkara og hinvegin, so ger
hitt øvugta seg eisini gald-
andi, har eftirspurningurin
er størri enn útboðið, men
hóast tað, so fæst prísurin
her heima ikki upp, eins og
í grannalondum okkara tá
eftirspurningurin økist.
Tað er veruliga her, íð
skógvurin trýstur, tí hvat
gert tú tá virkini her heima
av og á ikki klára at taka
ímót, - ella ikki vilja lyfta
prísin upp á støðið har
útlendingar mangan eru.
Soleiðis eru nakrir spurn-
ingar, ið vit av og á skulu
taka støðu til m.a.:
• Hvat gera vit við fiskin tá
virkini ikki megna at taka
ímóti? (hendir av og á).
• Hvat gera vit við fiskin tá
virkini eru stongd vegna
frítíð?
• Hvat gera vit við fiskin tá
arbeiðstøðgur tekur seg
upp?
Hví eru t.d. prísirnir her
heima so javnt lágir fyri
okkara størstu rávøru, t.d.
upsan og hýsuna, tá útlend-
ingar hinvegin, hóast alt, av
og á megna at lyfta prísin
upp, bæði tvær og tríggjar
ferðir prísin her heima,
sjálvsagt alt eftir útboði.
Har er so hóast alt "lív" í
prísgongdini og ein náttúr-
lig javnvág millum útboð
og eftirspurning, har av-
speglingin sæst í prísinum.
Er tað sølan av liðugt-
framleiddum vørum sum
haltar, við harav vánaligum
rávøruprísum?
Hvat er vorðið av tí
dynamisku prískappingini,
ið verða skuldi?
Jú, orsøkin er heilt einfalt
hon at ov fáir keyparar eru
at bjóða uppá fiskin, (ikki tí
hetta hendir eisini av og á í
grannalondum
okkara),
men her heima skulu skip-
ini smbrt. lóg leggja ein
lutfalsligan part av veiðuni
upp í Føroyum og tá henda
lóg tryggjar rávøruna, so
gerst ómakurin at fáa
hendur á henni, tilsvarandi
minni.
Vit skulu fegnast um, at
bæði veiðu- og søluliðið av
feskum eru so mikið at sær
komin, at tey gjølla fylgja
prísgongdini á marknaðin-
um í grannalondum okkara
og fegið vil søkja slíkar
marknaðir eisini, tí um alt
stóð, - ella fall við heima-
marknaðinum, so eri eg
bangin fyri at soðið gjørdist
ov tunt, við teirri avleiðing
at flotin, - ella partar av
honum ikki hóraðu undan.
Tað tykist sum planbú-
skapurin er við at troka seg
innaftur gjøgnum bakdyrn-
ar og at tað ræður um, við
lógini í hond, at fáa alt at
stagnera í berum máttloysi.
At fiskakeyparar siga
seg, - hóast royndir, ikki at
fáa fatur í fiskinum hevði
verið møsn, um proforma-
sølurnar vóru avtiknar, og
hesar kunnu bert avtakast
við at broyta - ella avtaka
kunngerð nr. 148. Henda
kunngerð ger meiri skaða
enn gagn, men torført tykist
at fáa hana avtikna, so her
kundu politikkararnir hósk-
andi byrjað …
Um onnur krøv, sum t.d.
flokking koma, ja, so lat tað
avspeglast í prísunum, so-
leiðis at tað veruliga loysir
seg.
Hygg t.d. at flotanum, ið
fiskar uppsjóvarfisk, har
eru ikki avmarkingar til
hvussu nógv skal leggja
uppá land í Føroyum og
hvussu nógv kann landast
uttanlands og júst hetta
frælsi hevur økt um før-
oyska kappingarføri og
skapt ein neyðugan prís-
dynamikk, til gagns fyri
bæði skip og virkir.
Ongar avmarkingar eru
til rækjuflotan, tá um sølu
av vøruni ræður. Hesin
partur av flotanum liggur
tíverri tungt í sjónum, men
her er orsøkin nokk ov stórt
útboð av rækjum í mun til
eftirspurningin.
Ongar avmarkingar eru
til alda fiskin, alararnir
hava neyðugt frælsi frá
føroysku mynduleikunum,
hóst teir eins og vit hava
eitt loyvi frá myndugleik-
unum. At teirra marknaðar-
støða líkist tí hjá rækjuflot-
anum, kemur helst av eini
altjóða ovurframleiðslu.
Hví skal botnfiskaflotin
so hava avmarkingar, tá um
avreiðing ræður, hví skal
lóg til fyri at tryggja virkj-
unum vøru, - er tíðin ikki
farin frá protectionismu?
Boðskapurin má vera:
Lat vinnuna skipa seg
sjálva …
Um t.d. øll kunngerðin
nr. 148, ella partar av henni
verða strikaðar, (orðingina,
… at fiskurin skal bjóðast
út og seljast) burtur, serliga
orðingina: at fiskurin skal
seljast, tí tað er her at
trupulleikin stingur seg
upp, og er sjálv rótin til
proformasølurnar, so verða
ongar proformasølur, tí so
verður fiskurin heilt einfalt
bjóðaður út, men ikki
tvingaður ígjøgnum eina
sølu fyrrenn rætti marknað-
arprísurin er fingin, tað
verði seg úti ella heima.
Tvang elvir ongantíð til
nakað gott og positivt!
Latið okkum latað upp
fyri at fáa eitt breiðari- og
meiri fjølbroytt úrvæl av
keyparum, ið kappast sína-
millum, soleiðis at rávøra
okkara kann fáa tann prís
hon eftir marknaðinum
veruliga hevur uppiborið
og latið okkum saman loysa
hesar, fyri vinnuna so við-
komandi spurningar.
Ráfiskastøðan
VIÐMERKINGAR
Sp/f Røkt hevði í fjør nærum hálva aðru millión í avlopi
Virðisøking og sporføri av fiskavørum
C
M
Y
K
11
10