Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 177 - 17. september 2004 Nr. 177 - 17. september 2004 13 Aftur til Hvalbiar eftir 100 árum Í mai í ár vórðu júst hundrað ár liðin, síðan fyrsta Bláa Kross felagið varð stovnað í Føroyum. Felagið varð stovnað í Hvalba, og nú stívliga hundrað ár eftir skip- ar Blái Krossur fyri hundrað ára hátíðar- haldi í Hvalba við nógvum ymiskum á skránni 100 ÁRA HALD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin, 18. september og sunnudagin, 19. sep- tember, skipar Blái Krossur fyri hátíðarhaldi í Hvalba í samband við, at tað í ár eru liðin 100 ár, síðan presturin, Franz Busch í Hvalba, stovnaði fyrsta Bláa Kross felagið í Føroyum. Síðan presturi kom til Suðuroyar í 1896, hevði hann trúliga skipað fyri Blá Kross-fundum, sum vóru kristiligir fundir, har dentur varð lagdur á fráhalds- málið. Nú í vikuskiftinum fer Blái Krossur so hundrað ár eftir stovnanina at hava ymisk tiltøk í fimleikar- høllini og í Missiónshús- inum í Hvalba. Hátíðarhaldið byrjar í fimleikarhøllini leygar- morgunin klokkan 10, tá ið haldið verður sett. Tórhild Bjarkhamar, fyribyrgingar- leiðari hjá Bláa Krossi, fer at viðgera spurningin, hvussu vit hjálpa børnum sum líða. Tá ið Tórhild er liðug við sítt innlegg, fer Poul Jákup Lundsbjerg, sum nú er leiðari á Blá- krossCaféini, at greiða frá sínum lívi. Eftir, at Tórhild og Poul hava greitt frá, kunnu fólk seta spurningar og gera viðmerkingar. Klokkan 14 leygardagin fer Absalon, búktalari og Ásbjørn, gyklari, at hava okkurt stuttligt til børnini, sum eisini fáa okkurt heim við frá Bláa Krossi. Hetta tiltak verður eisini í fimleikarhøllini. Leygarkvøldið klokkan 20 verður møti í Missións- húsinum í Hvalba við Al- fred Olsen, har sangkreftir úr Porkeri eisini eru við. Tað verður Jaspur Lang- gaard, sum er aðalskrivari í Bláa Krossi Føroyar, ið endar møtið. Sunnudagin, 19. sep- tember, verður kirkjugongd í Hvalbiar Kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur prædikar. Sverri er eisini formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi. Blái Krossur Føroyar sigur, at øll tiltøkini í Hvalba leygardagin og sunnudagin eru ókyepis. – Vit vóna, at nógv fólk fara at nýta høvi at hátíðarhalda henda dagin í Hvalba saman við okkum, siga tey á skrivstovuni í Saltangará. Um bygnaðin hjá Bláa Krossi Føroyar kunnu vit í stuttum siga, at aðalfund- urin er hægsti myndugleik- in í felagsskapinum. Síðan kemur landsnevndin, har Sverri Steinhólm sum nevnt er formaður. Aðal- skrivari er Jaspur Lang- gaard, og fíggjarleiðari er Kristian á Reynatrøð. Undir hesum bygnað- inum – ella sum fundament undir honum – liggja eitt nú Blákrossheimið, har Olga Magnussen er leiðari og BlákrossCaféin, har Poul Jákup Lundsbjerg er leið- ari. Blái Krossur Føroyar hevur eisini ein fyribyrg- ingarleiðara, sum er Tór- hild Bjarkhamar. Í snøggum faldara, sum Blái Krossur hevur givið út í sambandi við, at felags- skapurin nú hevur 100 ár á baki, skrivar Johs. Andr. Næs nøkur orð um tíðina, tá ið Blái Krossur festi rót í Føroyum. Hann skrivar: Mangir fráhaldsfelags- skapir við ymiskum sjónar- miðum gjøgnum tíðirnar hava verið stovnaðir ymsa- staðni í heiminum við ym- iskum reglugerðum – eisini í Føroyum. Blái Krossur er ein av hesum felagsskap- um. Hann er stovnaður við kristnu trúnni sum grund- støði. Felagsskapurin varð stovnaður í Sveits í 1877. Hann kom til Danmarkar í 1894 og til Føroya í 1904. Men, sigur Johs. Andr. Næs, at frásøgn er um, at nakrar kvinnur í Havn longu í 1895 royndu at stovna ein Bláa Kross fel- agsskap, men hesum kom lítið og einki burtur úr. Sum áður nevnt, var tað presturin, Franz Busch í Hvalba, sum stovnaði fyrsta blákrossfelagið í Føroyum. Í faldaranum verður sagt: Við sínum kristna boð- skapi hevði hann víst til tey fráhaldsfeløg, ið vóru frammanundan – eisini á tað, sum tá var í Hvalba. Nú í 1904 vóru tey feløgini øll deyð - eisini tað, sum hevði verið í Hvalba, og tí var høvi til at stovna eitt blá- krossfelag. Felagið, sum varð stovn- að í Hvalba, 15. mai. 1904, varð stovnað sum ein deild í stóra danska Bláa Kross- felagsskapinum. Ovast fv.: Regin Jacobsen, Poul Jacob Lundsbjerg, Jaspur Langgaard, Kaj Eli Hansen, Kristian á Reynatrøð, Símun Joensen og Ernst Pólsson Miðjan fv.: Sverri Steinhólm, Kristianna Vang, Marja Lamhauge Niðast fv.: Annelisa Rasmussen, Tórhild Bjarkhamar, Olga Magnussen, Harriet Lamhauge og Ida Jacobsen Í Hvalba fer Blái Krossur at hátíðarhalda hundrað ára dagin saman við suðuroyingum Blái Krossur hevur givið út snotuligan faldara í sambandi við, at felagsskapurin í Føroyum nú er farin um tey hundrað árini NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705. Biskupur í Maastricht í Hálandi. Hann varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað. 85 ár Í dag, 17. september, verður Hensia Jacobsen Syðrugøtu 85 ár. Dagurin verður hildin á Muntra saman við familjuni. 70 ár Í dag, 17. september, verður Hans Karl Saltá, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá Ednu og Hilmar leygar- dagin 18. september frá kl. 14.00 til kl.19.00. Í dag 17. september verður Hensia Jacobsen í Syðru- gøtu 85 ár. Eg ætlaði ikki at skriva hennara lívssøgu á hesum sinni, men bert nøkur minni frá barnaárunum. Mamma er ættað úr Streymnesi, dóttir Jóhonnu og Zacharias Zachariassen skipara. Hon er elst av 9 systkjum, tveir brøður doyðu sum smádreingir, hini eru øll á lívi. Sum 23 ára gomul giftist hon við Poul Andrias Ja- cobsen úr Syðrugøtu. Pápi var einabarn, borin til kongsfestið á Dunganum. Tey giftust inn í barn- dómsheimið hjá pápa, har omma og abbi, sum vóru blivin eldri, eisini búðu. Tey fingu 8 børn í trettan ár, fimm døtur og tríggjar synir. Øll eru tey gift og eiga børn, tilsamans eru nú 34 ommubørn og 11 lang- ommubørn. Nógv er broytt síðan eg var barn. Tað vóru ikki nógvir pengar tá. Ikki var bara at fara í handilin at keypa. Maturin mátti gerast úr teimum rávørum, sum garðurin gav. Klæðir bind- ast og seymast. Ongin heil- automatisk vaskimaskina. Vit høvdu kúgv ella kýr, sum skuldu ambætast hvønn dag. Mamma hevur verið sera røsk. Umframt tað húsliga arbeiðið og alt tað, eitt bóndafesti krevur, hevur hon bundið nógv. Fyrr bant hon troyggjur, húgvur, vøtt- ir o. a. at selja, umframt alt hon bant uppá okkum hús- fólkini. Hugnaligt var mangan vetrarkvøldini, tá vit plagdu at sita og binda, ella nappa ull. Nú hesi seinnu árini, hevur hon bundið nógvar knappa- troyggjur og hosur til tjóð- búnan, sum eftirkomararnir hava fingið gleði av. Vit børnini blivu eisini lærd at hjálpa til. Vit fingu fastar uppgávur, sum vit skuldu gera, um vit ikki tímdu so væl altíð, so gjørdi ongin tað fyri okk- um. Hetta er komið okkum tilgóðar seinni í lívinum. Uppvaksin eru vit í einum kristnum heimi, mamma og pápi hava altíð leitt okkum til Guðs orð. Vit gingu til Norðragøtu í kirkju.Tað var nokkso langt hjá einum barni, eisini var langt at fara í Missónshúsið í sunnudagskúla og á møti. Pápi plagdi at lesa lestur, um vit ikki fóru í kirkju. Ikki var loyvt at spæla í kirkjutíð. Sunnudag var tíð at hugna okkum, eingin ar- beiddi sunnudag. Góðar summardagar fóru vit út- ferð niðan í hagan, ofta var døgverðin borðin við og etin úti, vit brendu bál og spældu í onkrari á. Eisini plagdu vit at henta ber, har uppi vóru nógvar góðar løtur. Altíð hevur henni dámað sera væl at gera mat, og ger tað enn.Tað fyrsta hon hugsar um, tá vit siga at vit koma ein túr, er hvat hon skal geva okkum at eta. Fyri 4 árum síðani doyði pápi. Tað seinasta árið viknaði hann nógv, men mamma passaði hann væl. Teir seinastu 3 mðr. fingu tey tó heimahjálp. Lyndið hevur hon altíð havt lætt. Henni dámar sera væl at koma út millum fólk. Til Leirvíkar í Eldrafelagið Fjallið fer hon tá høvið býðst, og í Sjómanskvinnu- ringinum er hon trúgv. Tað kann tí meira enn so koma fyri at onkur kemur á læstar dyr, tá frúan er farin til stroks. Men hetta er bert at fegnast um. Nú gleða vit okkum at koma í føðingardag. Hjartaliga tillukku og Guds signing ynskja vit øll. Bjarta við familju Hensia 85 ár Jóhan Chr. Dam 70 ár Mikudagin 15. septemb- er fylti Jóhan Chr. Dam, málarameistari, í Havn 70 ár. Jóhan er porkerning- ur, sonur Jóhan í Bill- húsi úr Sumba og Petru Klyver, Porkeri. Sum ungur fór hann til Havnar at læra til málara hjá Símuni Djurhuus, málarameistara, sum eisini er úr Porkeri. Fá ár eftir lokið sveinabræv fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan og hevði bæði lærlingar og sveinar í arbeiði. Í farnu 56 árini sum málari hevur Jóhan tyk- ist við bæði stórt og smátt. Hann hevur mál- að og tapetiserað hjá fólki, eisini hevur hon- um dámt avbjóðingina at taka av arbeiðum uppá stórar bygningar so sum virkisbygningar, skúlar, kirkjur og aðrar bygningar. Hann trívist í arbeiðinum, tí hevur hann hildið á í so nógv ár. Jóhan er giftur Ásu Elinborg Dam, f. Poul- sen, ættað úr Sumba og saman hava tey trý børn: Herman er elst, hann er leiðari av Havnar Sjúkrakassa og býr á Argjum. Poul búsettist í Øravíkarlíð, hann hevur egið virki á kaiøkinum á Tvøroyri. Lítlasystirin Marian er ergoterapeut og býr í Havn. Hans Karl Saltá 70 ár Í dag, fríggjadagin 17. september, verður Hans Karl Saltá í Saltnesi 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í morgin kl. 14-19 hjá Ednu og Hilmari Høj- gaard í Saltnesi. Ivaleyst eru tað mong kring landið, sum komast við Hans Karl, sum síðani í 1965 hevur verið í starvi hjá Esso og síðani Statoil. Hann er fyrikomandi og honum dámar væl at práta, Hans Karl fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og hann hevur ógvuliga greiðar og avgjørdar meiningar. Hans Karl er ættaður úr Saltnesi, og har hevur hann búð so at siga alla sína tíð. Hann er sonur Ingu og Edmund Jacobsen, sum var av Roykheyggi. Hon varð rópt danska Inga. Tað komst av, at hon varð fødd í Danmark og var tvey ára gomul, tá ið hon kom til ommuna og abban á Strondum at vera. Edmund Jacobsen fórst í september í 1941 við Morning Star. Eingin av manningini spurdist aftur, og millum skips-felagarnar hjá Ed- mundi vóru pápi hansara og ein beiggi hansara. Tá ið pápin fórst, var Hans Karl sjey ára gamalur og elstur av trimum systkj- um. Hini eru Salemon, sum býr í Kollafirði, og Elsa, sum býr á Toftum. Inga giftist seinni uppaftur við Mikkjali á Fossinum á Toftum. Tey fingu eina dóttur. Hon eitur Edith og býr í Havnini. Hans Karl giftist í 1956 við Annu. Hon er úr Fuglafirði, dóttur Hilmu og Meinhard Jacobsen ella Meinhard á Gulldrangi, sum hann varð nevndur. Anna og Hans Karl, sum fingu sær Saltá til eftirnavn fyri umleið tredivu árum síðani, eiga trý børn: Edna, Hildigunn og Jóan Símun. Hildigunn býr í Havnini, og Edna og Jóan Símun búgva í grannalagnum hjá for- eldrunum. Abbabørnini hjá Hans Karl eru sjey, og langabbabørnini eru tvey. Familjan stendur føðingar- dagsbarninum ógvuliga nær, og tað er honum stór gleði, at síðstu skotini á familjubulinum eru grann- ar hjá honum. Í 1950 fór Hans Karl til skips við Gunhild, sum Hanni við Rætt førdi. Seinni var hann við Val- farinum og Phiphi, og í 1959 fór hann við Hans Olivuri Højgaard, sum varð bygdur í Noregi. Tá var Hans Karl maskinmaður. Veturin 1957/58 hevði hann gingið á motorpassaraskúla í Klaksvík. Øll hesi árini var Johan Fossdalsá, van- liga nevndur Hanne bror, skipari. Í 1965 fór Hans Karl í starv hjá Esso, og hann er framvegis í starvi hjá Statoil. Hann rekur bensin- pumpuna í Oyrum á Toft- um. Fram til 1993 sigldi hann við olju kring oyggj- arnar. Fyrst var tað við Esso Søldarfjørð, síðani við Esso Føroyar og so Stathav, sum fórst árið eftir, at Hans Karl var farin í land. Eftir at hann var givin at sigla, arbeiddi Hans Karl í nøkur ár hjá Statoil í Søldarfirði. Frá tí at hann var 38 ára gamalur, hevur Hans Karl verið plágaður av liðagikt. Men hóast darvaður av veikleika og tey seinnu árini heilsuveikur, so hevur hann við stálsettum vilja, treiskni og stórum ídni og nærlagni lagt nógv arbeiði á seg sjálvan. Fleiri ferðir hevur Hans Karl ligið lágt, men hvørja ferðina hevur hann sum fuglurin Føniks reist seg aftur. Tað ber neyvan til at finna trúfastari fólk enn Hans Karl. Hann er sera góður við sítt heimpláss og sína kommunu, hevur við lív og sál gingið uppí Fríð- rikskirkjuna og leguhúsið í Nesvík, og so plaga tey at siga, at Fólkaflokkurin, Statoil og Toyota bilarnir hava verið hansara eitt og alt. C M Y K 13 12