fríggjadagur 17. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2004
15
Nr. 177 • fríggjadagur • 17. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Jón Rói Jacobsen varð
kosin besti maður hjá
Frem, men fyri fjórðu
ferð á rað eydnaðist
tað ikki hjá
niðurflytarunum at
fáa fulla úrtøku
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var eitt umfar
í næstbestu donsku deild-
ini. Fremad Amager var á
heimavølli, og hesa ferð
spældu teir í Sundby, har
umvælingin nú er liðug.
Seinastu ferðirnar hava teir
verið í Tårnby, tá ið teir
hava verið á heimavølli.
Andrew av Fløtum var
einsamallur føroyingur á
liðnum hjá Fremad Ama-
ger. Jann Ingi Petersen og
Hjalgrím Elttør vóru heldur
ikki á beinkinum.
Einsamalli føroyingurin
gjørdi rættuliga um seg, tá
ið Fremad Amager vann 4-
1 á niðurflytarunum úr AB.
Við
sigrinum
vaskaði
Fremad Amager eitt sindur
burtur av ússaliga avrikin-
um á útivølli ímóti Brøns-
høj.
Fremad Amager legði seg
á odda í 18. minutti, og í
33. minutti javnaði AB eftir
hornaspark. Mitt í 2. hálv-
leiki legði Andrew av Fløt-
um framum aftur. Tað
gjørdi hann við langskoti úr
25 metrum. Fýra minuttir
undan leikloki økti Fremad
Amager, og í síðsta minutti
staðfesti Andrew av Fløtum
trivaliga heimasigurin.
Í
vikuskiftinum
skal
Fremad Amager spæla í
Horsens. Johan Byrial Han-
sen og liðfelagarnir hjá
honum eru í góðari gongd.
Mikukvøldið vunnu teir 3-
2 í Vejle. Tað er næstan
tíggju ár síðani, at Vejle
síðst basti grannunum úr
Horsens, og heldur ikki
hesa ferð eydnaðist tað.
Talan var um rættuligt
undirhald. Trý av málunum
vórðu skorað upp á brots-
spark.
Hjá Frem gongur tað ikki
væl. Mikukvøldið høvdu
teir vitjan av Køge, sum
skoraði einsamalla málið
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Jón Rói Jacobsen var eftir
dystarenda kosin sum besti
maður hjá Frem. Í fýra
teimum seinastu dystunum
hevur Frem bara skorað eitt
mál. Verjan verður søgd at
vera stinnasti parturin av
liðnum. Tá ið Frem royndi
at koma afturíaftur, varð
Jón Rói Jacobsen fluttur
fram í álopið. Tað boðar
frá, at venjarin hevur funn-
ið út av, hvussu stórar
dygdir skjóti maðurin eisini
hevur í álopspartinum.
Einasti altjóða
føroyski fótbólts-
dómarin skal í næsta
mánað døma HM
undankappingardyst í
Bosnia Hersegovina
ALTJÓÐA DÓMARI
Jóannes Hansen
Tað hava í summar verið
boð eftir einasta altjóða før-
oyska fótbóltsdómaranum,
og nú eru aftur boð eftir
Lassanum Isaksen. Nú skal
hann niður á Balkan at
halda skil á. Talan er um
HM undankappingardyst
millum Bosnia Hersegov-
ina og San Marino. Dystur-
in í HM undankappingar-
bólki 7 verður í Sarajevo
mikudagin 13. oktober.
Saman við dómaranum fara
tveir føroyskir hjálpardóm-
arar – Jens Albert Simon-
sen og Jón Kári Frederik-
sen. Fjórði dómari verður
Michael Svendsen úr Dan-
mark.
Hetta er onnur ferðin, at
Lassin Isaksen stendur
frammanfyri sovornari av-
bjóðing. Fyrra ferðin var
fyri tveimum árum síðani,
tá ið hann dømdi undan-
kappingardyst millum Likt-
instein og Ísrael.
Seinasta fjórðings árið
hevur Lassin dømt tríggjar
altjóða dystir. Tann fyrsti
var Intertoto cup dystur í
Slovakia, síðani UEFA Cup
dystur í Luksemborg, og so
dømdi hann U-21 landsdyst
millum Estland og Luk-
semborg. Saman við hon-
um hava verið teir báðir
omanfyri
nevndu
og
Tummas Pauli Olsen.
Síðsta sunnudag dømdi
Lassin HB og B36, og nú
sunnudagin
skal
hann
døma á Toftum, har B68 og
ÍF fara at spæla sera
týdningarmikla
oyggja-
uppgerð.
– Mær dámar væl at
døma, og altóða uppgávur
av tí slagnum, sum vit nú
skulu døma í Sarajevo, taki
eg sum eyka herðaklapp og
høvi at gera tað, sum eg
seinastu nógvu árini havi
brúkt so nógva tíð og orku
uppá, sigur Lassin Isaksen,
sum er føddur í 1961 og
harvið hevur tvey ár eftir á
altjóða pallinum.
Andrew í rætta lagnum
Andrew av fløtum skeyt tvey mál, tá Fremad Amager mikukvøldið vann 4-1 á AB
Lassin á Balkan at halda skil á
Lassin Isaksen skal í komandi mánaði døma HM-
undankappingardystin millum Bosnia Hersegovina
og San Marino
15
14
Nr. 177 - 17. september 2004
Danska oljufelagið
Dong hevur verið
skorað kassan í 22.
rundu í bretskum øki.
Felagið fekk tillutað
íalt sjey loyvi og av
teimum liggja tey
flestu tætt upp at
føroyska markinum
OLJULEITING
Jan Müller
Danska oljufelagið DONG,
sum er tað útlendska olju-
felagið, sum samanlagt er
við í flestu loyvum á før-
oyska landgrunninum, er
nú helst eisini tað felagið,
sum er við í flestu loyvum
hinumegin markið eisini,
tvs. á bretska landgrunn-
inum.
Eftir at hava bygt upp
royndir og ekspertisu í olju-
og gassleiðing og fram-
leiðslu á donskum øki í
Norðsjónum hevur Dong
seinastu árini eisini hugt
longur vestur og norður, og
her serstakliga móti Atl-
antsmótinum. Dong var so-
statt eitt av feløgunum, sum
fekk tillutað loyvi í fyrstu
føroysku útbjóðingini í tí
sokallaða Faroes Partner-
ship samtakinum. Seinni er
felagið eisini farið uppí
samtakið,
sum
Statoil
stendur á odda fyri, og sum
hevur bæði 6 og 9 ára loyvi.
Herfyri keypti felagið seg
so eisini inn í fleiri loyvi á
bretska landgrunninum.
……og so hendir hetta!
Felagið hevur fingið tillut-
að ikki færri enn sjey leit-
ingarloyvi í økinum vestan
fyri Hetland. Um somu tíð
hevur felagið so gjørt av at
lata upp skrivstovu í Lon-
don og hevur sett stjóra,
Brent Cheshire, ið hevur
royndir í oljuvinnuni hjá
stórum feløgum sum Shell
og Amerada Hess.
Sum nakað heilt nýtt
verður Dong fyristøðufelag
í einum av loyvunum. Talan
er um eitt loyvi, sum liggur
norðan fyri Laggan-gass-
feltið, har felagið eisini eig-
ur ein part uppá 20%. Ann-
ars liggja fimm av loyv-un-
um, sum Dong hevur fingið
tillutað, tætt upp at før-
oyska markinum, har felag-
ið longu frammanundan er
við í loyvum, báðumegin
markið.
Altjóða leitistjórin hjá
Dong, Søren Gath Hansen
sigur, at økta virksemið og
tillutaðu loyvini eru partur
av strategiini hjá Dong at
vera við í leiting á Atlants-
mótinum við tí fyri eyga í
framtíðini at kunna fara
undir at framleiða olju og
gass.
– Vit eru í ferð við at
byggja upp eina sterka
støðu í økinum vestan fyri
Hetland, sum er eitt av
teimum mest lovandi økj-
unum í Norðureuropa, hvat
viðvíkur møguleikanum at
finna olju og gass. Vit hava
nú so mikið av virksemi í
økinum, og grundarlag er
fyri at stovna dótturfelag í
Bretlandi og í tí sambandi
hava vit fingið eitt gótt fólk
at standa fyri felagnum. Tað
skapar so aftur grundarlag
fyri at menna forrætning
okkara í bretska økinum
sigur Søren Gath Hansen.
Í samrøðu við Sosialin
sigur Dongstjórin, at loyv-
ini, sum nú eru latin vestan
fyri Hetland og har serliga
uppat føroyska markinum
vísa, at áhugin fyri hesum
útjaðaraøkinum aftur er við
at vaksa og kann tað hava
nógvar spennandi avbjóð-
ingar við sær. Her sipar
hann ikki minst til møgu-
leikan at fara undir fyrstu
veruliga gassframleiðsluna
frá gassfeltum í økinum.
Lagganfeltið, sum liggur
miðskeiðis millum Hetland
og føroyska markið, og sum
eftir øllum at døma er eitt
stórt
gassfund,
verður
møguliga bygt út í næstum.
Avgerð skal takast um hetta
næsta hálva árið. Fleiri stór
oljufeløg so sum Total, sum
eisini er fyristøðufelag fyri
Laggan-feltinum, hava eis-
ini fingið fleiri loyvi í 22.
Rundu. Her serliga loyvi,
sum liggur í tí sokallaða
»gassøkinum« norðan og
vestan fyri Hetland. Hugs-
ast kann, at uppaftdur
nýggj fund í hesum økin-
um, kunnu gera tað lønandi
møguligt, at hevur verður
bygt út ein rørleiðingsskip-
an.
Søren Gath Hansen sigur
seg annars vóna, at áhugin
fyri brestka økinum, eisini
kann koma at ganga kom-
andi leiting á føroyska
landgrunninum.
Dong
verður so í hvussu er eitt av
feløgunum, sum fer at meta
um alt Atlantsmótið undir
einum.
Dong fekk bingo
Brent Cheshire, sum hevur drúgvar royndir í altjóða oljuvinn-
uni, bæði hjá Shell og Hess, er frá 1. september settur sum stjóri
hjá dótturfelag í Bretlandi. Arbeiði hansara verður m.a. at fyri-
sita ein hóp av loyvum, sum liggja skamt frá føroyska markin-
um
Mynd Dong
Kortið vísír, hvat Dong hevur fingið lut í loyvunum, sum bretska stjórnin júst hevur latið oljufeløgunum.
- Kelda Dong
C
M
Y
K
14