Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 177 - 17. september 2004 Nú eru tey fýra FS Vágar vann útsetta dystin móti TB, og nú tykjast sandoyingar at hava bestu kortini undan endaspurtin- um 2. DEILD Jákup Mørk Ivaleyst høvdu tvørámenn ætlað sær at klintrað upp á eitt einsamalt fyrsta pláss, tá teir mikudagin skuldu spæla útsetta dystin móti FS Vágum. Oftani kann tað vera trupult at skula ferðast um Suðuroyarfjørð í miðviku, men vágamenn gjørdu ikki mætari enn at ferðast við tyrluni, og so var lag á monnum at fara suður at spæla, og kortini sita heima í egnari stovu seinni á kvøldi. Og einki er at ivast í, at hetta loysti seg hjá vága- monnum. Tað var kanska TB, sum átti størra trýstið í dystinum, men gestirnir megnaðu fyri tað mesta at hava tamarhald á, og tá TB so kom fram til sínar møguleikar, gjørdist talan í onkrum føri um heilt stórar avbrennarar. Í so máta vóru gestirnir effektivari, og tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda, tá Sonni Johansen royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum. Nak- að seinni kundi Wellington økja eftir hornaspark, og so var talan av álvara um mótbrekku hjá TB. Og hon gjørdist ikki minni eftir steðgin. Tór- Ingar Akselsen fekk lætt spæl, tá hann økti til 3-0, og tá so Wellington enn eina- ferð skoraði, lá eitt møgu- ligt sorl av álvara í luftini. TB fekk tó minkað um munin við tvemum tøttum málum móti dystarenda, men spenning fingu teir ikki skapt í hesm dystinum. Men í oddastríðnum er nú av álvara talan um spenning. Fyri bara tveim- um vikum bendi alt annars á, at dysturin á Sevmýru millum TB og AB komandi vikuskifti skuldi gerast avgerandi fyri gullmerkini, men nú tykist hetta at blíva lagnudysturin hjá øðrum av pørtunum. TB og AB eru framvegis í oddinum við 29 stigum, men tað hava sandoyingar nú eisini, og beint í hølun- um á hesum trimum koma vágamenn nú við 27 stigum. Og eftirverandi dystar- skráin bendir kanska á, at tað í veruleikanum eru sandoyingar, sum eru størstu favorittarnir. Sandoyingar hava tey bæði komandi umførini heimadystir móti botnlið- unum báðum, VB og KÍ, áðrenn teir í seinasta um- farinum vitja hjá B36, sum er trið niðasta liðið. Vágamenn skulu leygar- dagin royna seg í Klaksvík, har lítið hevur borið til í ár, men síðani verður talan um tveir truplar dystir. Fyrst úti móti væl koyrandi LÍF og síðani heima móti AB. TB hevur sum sagt AB á heimavølli leygardagin, og síðani eru tvær grannaupp- gerðir móti ávíkavist Royn (úti) og VB (heima) og tað plaga vanliga at vera truplir dystir. Og AB stendur helst við truplastu skránni. Fyrst á Sevmýru móti TB, síðani heima móti Sumba og at enda á útivølli móti FS Vágum. 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 15 9 - 2 - 4 38 21 17 29 2 B71 15 9 - 2 - 4 39 28 11 29 3 AB 15 9 - 2 - 4 26 19 7 29 4 FSV 15 8 - 3 - 4 52 28 24 27 5 Royn 15 8 - 0 - 7 35 34 1 24 6 LÍF 15 6 - 4 - 5 25 28 -3 22 7 Sumba 15 6 - 4 - 5 23 26 -3 22 8 B36 15 4 - 2 - 9 21 42 -21 14 9 KÍ 15 2 - 3 - 10 22 33 -11 9 10 VB 15 1 - 4 - 10 14 36 -22 7 Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HIK 7 5 - 1 - 1 18 8 10 16 2 Sønderjyske E 7 4 - 2 - 1 18 9 9 14 3 AC Horsens 7 4 - 1 - 2 13 8 5 13 4 Køge 7 3 - 3 - 1 21 12 9 12 5 Skjold 6 4 - 0 - 2 13 9 4 12 6 Vejle 7 4 - 0 - 3 19 16 3 12 7 NFA 7 3 - 2 - 2 21 13 8 11 8 Fredericia 7 3 - 2 - 2 16 9 7 11 9 Fremad Amager 6 3 - 1 - 2 13 8 5 10 10 Frem 6 2 - 3 - 1 7 4 3 9 11 AB 6 3 - 0 - 3 10 12 -2 9 12 Brønshøj 6 1 - 1 - 4 10 20 -10 4 13 Næstved 7 1 - 1 - 5 6 16 -10 4 14 B 93 7 0 - 4 - 3 7 19 -12 4 15 Ølstykke 7 1 - 1 - 5 5 20 -15 4 16 Dalum 6 1 - 0 - 5 8 22 -14 3 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen, Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Vágamenn tóku alt við sær í tyrluna, tá teir mikukvøldið leiktu útsetta dystin móti TB Mynd: Áki Bertholdsen HB og EB/Streymr, sum ongantíð hevur vunnið unglinga- deildina, tryggjaðu sær mikukvøldið plássini í unglinga- finaluni, sum skal spælast á mikkjals- messu UNGLINGAR Jóannes Hansen Unglingafinalan í fótbólti í ár verður endurtøka av finaluni í fjør. Tá vóru tað HB og EB/Streymur, sum spældu. Á mikkjalsmessu fæst at síggja, um úrslitið fer at verða tað sama, sum tað var í fjør, ella um tað hesa ferð fer at eydnast teimum í Sundalagnum at vinna. Í fjør vann HB 2-1. Finalan skal spælast á uttanveltaðum vølli. Í fjør varð hon spæld í Gøtu. Enn er ikki greitt, hvar hon verður, men tað man vera sannlíkt, at hon verður onkra staðni í Eysturoy. Mótstøðuliðið hjá HB í Gundadali var B36. Leikgongdin og úrslitið var staðfesting av, at støðan í yngru deildunum hjá HB er fleiri ferðir betri, enn hon er í B36. HB vann 6-1, eftir at teir høvdu verið á odda 4-0 í steðginum. Jóhan Eyvind R. Mour- itsen setti hol á í 10. min- utti, og ein minutt seinni økti Eli Thorsteinsson. Í 25. minutti skoraði Svenn Jacobsen, og fýra minuttir undan steðginum økti Rókur av Fløtum Jespersen upp á brotsspark. Stutt eftir steðgin smekk- aði Rasmus Nolsøe fríspark í meskarnar, og í 53. minutti var tað ein annar av teimum, sum hevur verið á besta liðnum, Páll M. Joen- sen, sum skoraði, áðrenn Tummas Rubeksen fyri B36 pyntaði um. Á Mølini á Eiði vann heimaliðið 3-0 á NSÍ, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda við einum máli. Hálvur tími var farin, tá ið Búgvi Øster skoraði. Leif Niclasen, sum hevur snoddað til besta liðið, økti til 2-0, áðrenn Marni Djur- huus, sum er fastur fúsur á besta liðnum, staðfesti við brotssparki, eftir at Arn- bjørn Hansen var feldur. EB/Streymur hevur ongantíð vunnið unglinga- deildina. HB var meistari í fjør, og síðani unglinga- deildin sá dagsins ljós í 1967, hava teir verið meist- arar sekstan ferðir. Fyrr í summar vann HB steypafinaluna ímóti Skála. HB sendi EB/Strreym úr steypakapingini, tá ið teir vunnu 6-1 á teimum. Endurtøka í finaluni C M Y K 16 Nr. 177 - 17. september 2004 17 Poul Hansen PDF 95% 100 ára hald hjá Bláa Krossi í Hvalba 17.-18. september Nógv ymiskt verður á skránni, og vóna vit, at nógv fólk vilja nýta høvi, at hátíðarhalda hendan dagin saman við okkum. Tiltøkini leygardagin vera í fimleikahøllini í Hvalbiar skúla. Møti um kvøldi verður í missiónshúsinum. Skráin sær soleiðis út: Leygardagin 18. september 2004 kl. 10:00 100 ára haldi verður sett Tórhild Bjarkhamar - Hvussu hjálpa vit børnum sum líða Poul Jákup Lundsbjerg, greiðir frá sínum lívið Spurningar og viðmerkingar. kl. 14:00 Absalon, búktalari og Ásbjørn, gyklari hava okkurt stuttligt til børnini Børnini fáa okkurt heim við frá Bláa Krossi Føroya kl. 20:00 Møti við Alfred Olsen Sangkreftir úr Porkeri Jaspur Langgaard, endar Sunnudagin 19. september 2004 kl. 12:30 Kirkjugongd í Hvalbiar Kirkju - Sverri Steinhólm Øll tiltøkini eru ókeypis Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3365, P/F NOTIO Framtaksfelag, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 23.08.2004 Kapitalur: Hækking við kr. 38.920.000,00 til kr. 71.800.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 38.920.000,00 til kurs 125. Skráseting Føroya tann 13. september 2004 Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo 17