týsdagur 4. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114
16
Sosialurin
ÍVERKSETAN
Hallur av Rana
Vinnuhúsið í Klaksvík kunngjørdi
fríggjadagin eitt nýtt átak, ið hevur
til endamáls at veita íverksetarum
tí røttu og hjálpandi hondina, ið
kann gera verkætlanina til veru
leika.
Átakið
hevur
fingið
heitið
Íverksetarastrimbran,
og
lýsa
fyrireikararnir átakið sum eina
accelerator skipan við atknýttum
mentorum.
Hugskotið er at geva íverk-set
arum, ið møguliga hava trupul
leikar við at fáa neyðuga kapitalin
til at gera verkætlanina til veru
leika, mangla rætta netverkið
ella hava aðrar byrj
anartrupulleikar, eina hjálp uttan
ífrá, ið kann geva verkætlanini eitt
skump rætta vegin.
Nokk av pengum til
Bjartur Nolsøe er stjóri í Íverk
setarahúsinum í Klaksvík, ið hev
ur tikið stig til nýggja átakið.
Sambært honum er nokk av bæði
føroyskum kapitali, ið er sinnaður
at seta pengar í verkætlanir, og av
hugskotum. Trupulleikin tykist tó
at vera, at fáa ment hugskotini so
mikið, at íleggjarar
fáa áhuga fyri teimum.
– Tað er nokk av pengum til og
nokk av íleggjarum eru í Føroyum,
men trupulleikin er mangan at fáa
íleggjarar og íverksetarar at møtast
og koma víðari við eini verkætlan,
greiðir Bjartur Nolsøe frá og leggur
afturat.
– Tað manglar ein leinkja millum
íverksetarar og íleggjarar, men man
kann ikki siga, at nakar
hevur skyldina. Man skal bara gera
meira fyri at fáa tað samskipað, og
tað er tað, ið vit royna við hesum
átakinum.
Mangla búning
Stjórin
í
Íverksetarahúsinum
vísir á, at størsta avbjóðingin hjá
nýggjum íverksetarum er mangan,
at teirra verkætlanir ikki eru
nóg búnar til, at íleggjarar hava
áhugað í at seta pening í tær. Tað
skapar eina keðiliga støðu fyri
íverksetarar.
– Íverksetarar standa og mangla
pening til at vaksa um virksemi,
og grundin til at íleggjarar ikki
eru so áhugaðir í teimum er tí, at
Tað manglar ein leinkja
millum íverksetarar og
íleggjarar, sigur Bjartur
Nolsøe, stjóri fyri
Íverksetarahúsið. Tí er stig
nú tikið til eitt nýtt átak, ið
skal knýta samband millum
íverksetarar og íleggjarar
Vilja stimbra