Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 Sosialurin ÍVERKSETAN íverksetarar verkætlanirnar ikki eru komnar nóg langt. Tær mangla búning, og fyri at íleggjarar skulu vísa áhuga, so mugu verkætlanirnar blíva eitt vet betri, sigur Bjartur Nolsøe. Fyri at loysa gordiska knútin hevur Íverksetarahúsið átikið sær at vera tann leinkjan, ið manglar mill­um íverksetarar og íleggjarar. – Vit gera eina roynd í tveir til tríggjar mánaðar, har vit søkja eftir verkætlanum, ið mangla fígging. Tey skulu melda seg til átakið, og so fara vit í Íverksetarahúsinum at leita eftir mentorum, ið verða settir í samband við íverksetararnar, sigur Bjartur Nolsøe. Framløga fyri íleggjarum Hugskotið er, at serfrøðingarnir geva verkætlanunum eitt so mik­ ið gott skump rætta vegin, at íverksetararnir nakran mán­aðir seinni kunnu luttaka á ein­um íverksetaradegi, har verk­ætl- anirnar í átakinum verða lagdar fram fyri møguligum íleggjarum. – Tað er einki garanti, at íleggj­ arar seta pengar í hesar verk­ætl- anirnar, men hetta verður gjørt fyri at fáa teir meira upp á banan. Teir hava eisini sjálvur eftirlýst, at ætlanirnar eru komnar longri enn tær eru, sigur Bjartur Nolsøe. Stjórin fyri Íverksetarahúsinum leggur dent á, at átakið er serliga ætla teimum, ið longu eru komin í gongd, men onkursvegna hava tørv á hjálp at koma víðari á leiðini. – Tað eru nógv góð hugskot til, men hetta átakið er til teirra, ið eru komin í gongd, men har áhugin hjá íleggjarum fyri teimum ikki er nóg stórur enn, tí antin mangla tey at koma út á ein útlendskan marknað ella mangla at skipa felagið soleiðis, at tað er áhugavert hjá íleggjarum at koma inn, sigur Bjartur Nolsøe. Ókeypis luttøka Tað er Íverksetarahúsið, ið við stuðli frá Vinnuframa, skipar fyri átakinum, ið er ókeypis fyri lut­ takararnar. Sjálvt átakið byrjar umleið hálv­ an oktober og endar við einum til- taki, har íverksetarar leggja sína ætlan fram fyri íleggjarum í januar 2017. Tilmeldingarfreistin er 14. ok­ tob­er 2016 og tey sum ynskja at luttaka skulu senda eina motiveraða um­sókn, har stutt verður greitt frá um fyritøkuna og hví ein ynskir at luttaka.  hallur@sosialurin.fow »Tað er nokk av pengum til og nokk av íleggjarum eru í Føroyum, men trupulleikin er mangan at fáa íleggjarar og íverksetarar at møtast og koma víðari við eini verkætlan« Okkara tænastur umfata • Grannskoðan • Roknskapar- og bókhaldshjálp • Skatta- og avgjaldsráðgeving • Ráðgeving í.s.v. fíggjarstýring • Leiðsluráðgeving • Ráðgeving í.s.v. stovnan av vinnuligum virksemi • Ráðgeving í.s.v. keyp og sølum av fyritøkum • v.m. Vit vilja vera kend fyri at gera tað rætta, og eru fyrsta og higartil einasta grannskoðaravirki í landinum, sum hevur staðið fult vanligt óheft góðskueftirlit á altjóða støði. NUMO, løggilt grannskoðanarvirki Postsmoga 1165, undir Bryggjubakka 13, FO-110 Tórshavn | Postsmoga 144, Vágstún 2, FO-710 Klaksvík | Tel +298 20 13 13 | numo@numo.fo | www.numo.fo