týsdagur 4. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114
18
Sosialurin
ÍVERKSETAN
Sólvit E. Nolsø
Tórshavnar kommuna avgjørdi
fyri nøkrum árum síðani at gera
meira við íverksetan. Tey vildu
hava eitt fjølbroyttari vinnulív og
tey ynsktu sær eitt meira livandi og
spírandi umhvørvið, har íverksetar
kundi koma inn við hugskotum, fá
ráðgeving og menna hugskotið víð
ari.
Úr tú koma íverksetarahúsið
Hugskotið. Húsið byrjaði at veita
ráðgeving 01. apríl 2014 og hevur
sostatt meir enn tvey ár á baki.
Leiðari er Jónhild Rasmussen.
Nógv hugskot komin inn
– Tórshavnar kommuna veitt fígg
ing til eina tvey ára royndartíð í
2014. Tá vt sóu, at tað gekk somikið
væl, avgjørdi kommunan at leingja
tíðina við tveimum árum, so at
royndartíðin nú heldur fram til
2018, sigur Jónhild Rasmussen.
Jónhild Rasmussen sigur, at síð
an byrjan hava 205 hugskot verið
inni í húsinum og nógv av teimum
eru í dag blivin til fyritøkur, ið hava
fingið fígging og viðskiftafólk.
– Eg kann ikki nevna øll, men til
dømis hava veita.fo, Gómagott og
PADO, ið eru vælkendar fyritøkur,
allar verið inni hjá okkum og fingið
ráðgeving at byrja við. Tað eru
ymiskar fyritøkur við ymiskum ar
beiðsøkjum, men øll byrjan er eins
og tað er har vit koma inn, sigur
Jónhild Rasmussen.
Veita ráðgeving frá
byrja til enda
Hugskotið hevur ymsar skipanir,
alt eftir hvat passar til tey ymsu
hugskotini og hvat tey hava brúk
fyri.
– Vit veita ókeypis ráðgeving,
ið umfatar alt frá hugskotinum
sjálvum, til mennan av vøruni, til
fígging. Eg veiti sjálv ráðgeving,
men brúki eisini mítt egna net
verk nógv. Tað inniber m.a. annað
eina mentorskipan, har eg spyrji
serfrøðingar av ymsum slag at
koma inn og knýta teir at verk
ætlanini sum ráðgevar. Alt er tó
framvegis ókeypis fyri íverkset
aran, sigur Jónhild Rasmussen.
Hugskotið hevur eisini eina
innivist skipan, har fólk kunnu
koma inn og fáa eina skrivastovu
í húsinum.
– Fyri kr. 1000,- um mánaðin
kann ein leiga sær eina skrivstovu
her. Eftir tríggjar mánaðir hava vit
eina evaluering og eftirfylgjandi
er møguleiki at leingja tíðina. Tey
flestu fara víðari eftir einum ári
ella so, tí tá eru tey ofta komin so
mikið langt, at tey klára seg betur
einsamøll, sigur Jónhild Rasmus
sen.
Jónhild Rasmussen sigur víðari,
at tað at fleiri eru inni í senn er
eisini gott hjá teimum. Tey kunnu
hjálpa hvørjum øðrum og geva
hvørjum øðrum ráð. Ein, sum hev
ur verið í gongd í eina tið kunnu
væl hjálpa einum, sum nýliga er
byrjaður, sigur Jónhild Rasmussen.
Hevur gingið væl
Jónhild Ramussen letur væl at
gongdini í Hugskotinum og sigur,
at hetta avgjørt hevur verið eina
tørvur á tilboðnum í Havn, tí tað
verður nógv brúkt.
– Tað hevur gingið yvir allar
væntanir. Tað koma fólk inn alla
tíðina og fleiri detta inn á gólvið.
Vanlig manngongd er, at tey við
einum hugskoti ringja inn og biða
um eina tíð. Tað er ikki neyðugt
at hava nakað uttan eitt hugskot,
so kunnu tey koma inn til okkum
at tosa um restina, sigur Jónhild
Rasmussen.
solvit@sosialurin.fo
Hugskotið roynst væl
Tað manglar ein leinkja millum íverksetarar og íleggjarar, sigur Bjartur
Nolsøe, stjóri fyri Íverksetarahúsið. Tí er stig nú tikið til eitt nýtt átak,
ið skal knýta samband millum íverksetarar og íleggjarar