Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 Sosialurin ÍVERKSETAN tað Danjal av Rana 1. januar í ár byrjaði fyrsta privata kanningarstovan í landinum. Tað er Marita Debes Magnussen, sum saman við øðrum hevur stovnað fyritøkuna Thetis. – Hugskotið til at stovna eina privata kanningarstovu kom, tá eg sá, hvussu nógvar royndir vórðu sendir av landinum til kanningar. Eg hugsaði, at tað mátti borið til at kanna teir í Føroyum, sigur Marita Debes Magnussen. Hon hevði spælt sær við tank­ an í eina tíð, men á sumri í fjør bleiv ferð sett á, tá hon fekk fólk afturat sær at arbeiða víðari við málinum. – Tað gekk øgiliga skjótt, tá eg sá, at onnur høvdu hugsað sama tanka og vildu hjálpa mær, og í septembur fór eg at fyrireika at byrja Thetis, sigur hon. Menna fakvitanina í Føroyum Marita Debes Magnussen er út­búgvin sum medisinskur mikro­biologur og hevur millum annað starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hon hevur tí holla vitan um, hvussu nógvar royndir verða sendar av landinum til kanningar. – Vit vistu, at marknaðurin var har. Føroyskar fyritøkur nýta nógvan pening upp á at senda royndir av landinum til kann­ingar. Í okkara eygum lá marknaðurin víðopin. Hví skulu vit ikki gera kanningarnar í Føroyum? Á hendan hátt kunnu vit skapa fleiri arbeiðspláss, um­framt at menna eina holla fakvitan á økinum her í Før­ oyum. So kunnu tey mongu, sum grenja um, at tey ikki kunnu koma heim, endiliga koma heim, greiðir hon frá. Komandi mánaðirnar nýtti hon so at seta seg inn í lógar­ verkið á økinum, at finna út av, hvørji loyvi skuldu fáast til vega og slíkt. – Eingin hevði roynt slíkt fyrr og tí visti eg í veruleikanum ikki, hvat tað var, eg leyp útí. Tað vísti seg, at eg í veruleikanum ikki skuldi hava loyvi frá nøkrum, men kortini vóru nøkur krøv, ið skuldu lúkast. Síðani fór eg undir at finna útgerð, starvsfólk, høli og annað líknandi, greiðir hon frá. Byrjanin hevur verið av­bjóð­ andi. Marita Debes Magnussen hevði vónað, at tað fór at bera til at seta í gongd og virka eina tíð og síðani fáa altjóða góð­kenn­ ingar og annað upp á pláss, men so var ikki. – Vit fingu beinanvegin greið boð um, at um vit vildu ar­beiða við vørum, ið skuldu út­flytast, máttu vit hava altjóða góð­ kenning. Hetta gjørdi byrjanina eitt sindur truplari enn væntað. Tíbetur fingu vit beinanvegin góðar kundar, so byrjanin hevur kortini verið góð, sigur hon. Betri fyri vinnuna Marita Debes Magnussen heldur, at tað er ein styrki fyri føroyska vinnulívið at hava skjótari og lættari atgongd til eina kann­ ingar­stovu. – At hava eina kanningarstovu í Føroyum, umframt Heilsu­ frøði­ligu Starvsstovuna, gevur vinnu­lívinum nógv betri at­ gongd. Úrslitini kunnu fáast til vega skjótari og neyðug tiltøk setast í verk ella góðkenningar skrivast. Fiskivinnan hevur sjáld­an tíð at bíða eftir, at svar upp á royndirnar skal koma úr Dan­mark, greiðir hon frá. Hví er alt alment? Marita Debes Magnussen sigur, at hon ofta hevur spurt seg sjálva, hví alt skal vera alment í Før­oyum. Hon heldur, at nógvar upp­gávur, sum tað almenna loysir, kundu eisini verið loystar at privatum fyritøkum. – Trupulleikin er, at tað er sera torført at hava eina privata vinnu í Føroyum, serliga um hon er lítil, sigur hon. Nógvar slíkar fyritøkur eru í kapping við almennar stovnar, sum hava almenna játtan aftan fyri seg. Marita Debes Magnussen er tó bjartskygd um framtíðina. – Um eg ikki hevði góðar vónir, hevði eg ikki kastað meg út í hetta. Eg dugi ikki at spáa um framtíðina, men um hendan samfelagsgongdin heldur fram og vit megna, at halda høvdið kalt, so skal Thetis nokk blíva ein suksess, sigur hon. Í løtuni starvast tvey starvsfólk á Thetis, sum leigar høli frá iNova uppi á Hálsi í Havn. Meðan tey bíða eftir altjóða góðkenning, ger Thetis kanningar fyri kundar, ið senda vørur á heimamarknaðinum, umhvørvisgóðkenningar, komm­ un­ur og privatfólk. »Tað er sera torført at hava eina privata vinnu í Føroyum, serliga um hon er lítil«