Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114 22 Sosialurin ÍVERKSETAN Hallur av Rana Tað kann ganga leingi frá tí, at eitt hugskot spírar í huganum hjá einum íverksetara, til tað loksins kann gerast veruleiki. Ímillum har eru ein røð av viðurskiftum, avbjóðingum og øðrum, ið íverk­ setarin má taka støðu til. Harímillum eru løgfrøðilig ivamál, spurningur um patent, hvussu felagið skal skipast o.s.fr. Tað kann gerast øgiliga nógv, men tíbetur er nógv ráðgeving at fáa í Føroyum til teirra, ið fara í holt við at gera síni hugskot til veruleika. Vit hava møtt einum teirra, ið veitir løgfrøðiliga ráðgeving til íverksetarar, Birita Sandberg Sam­uelsen, advokatur hjá SÓKN Advo­katum, til nøkur góð ráð til møguligar íverksetarar. Fá hjálp at stovna felag Birita Sandberg Samuelsen mælir til, at um man ikki veit hvussu man skal byrja eitt felag, so er tað eitt gott hugskot at søkja sær hjálp hjá einum advokati ella grannskoðara. Støða má tó takast til hvussu man vil skipa seg. – Man má kanna, um tað er ein fyrimunur at hava tað sum eitt firma ella felag. Tað er relevant um man ynskir at avmarka persónliga vágan. Í einum smápartafelag, parta­felag ella íverksetarafelag kann man ikki draga undirskotið av sínum persónligum inntøkum, men tað er møguligt, um man hevur eitt firma, greiðir Birita Sandberg Samuelsen frá. Birita Sandberg Samuelsen vís­ir á, at tað kanska serliga er, tá man er fleiri fólk um eitt hugskot, at tað verður skipað sum felag. Á tann hátt er virkið hjá felagnum avmarkað til tað, ið man hevur sett í tað, og ikki nakað persónligt. – So hongur man ikki persónligt upp á tað, um onkur av hinum per­ sónunum hevur gjørt ein feil, vísir advokaturin á. Ein nýggjur møguleiki 1. januar verður tað lættari hjá íverksetarum at stovna sítt egna felag. Tá ber nevniliga til at stovna sokallaði íverksetarafeløg. – Tað er ein broyting í parta­ felagslógini, ið ger, at man kann stovna eitt íverksetarafelag við einari krónu og upp til 49.999 krón­ ur. Tað er eitt slag av einum smá- partafelag, greiðir Birita Sandberg Samuelsen frá. Tað serliga við nýggju feløg­ unum er, at innskotið er einans ein króna, meðan tað áður hevur verið so, at tað hevur kostað 80.000 krónur at seta eitt smápartafelag á stovn. – Nú kann íverksetarin, ið hevur brúkt meginpartin av síni orku og pengum at menna hugskotið, og hevur hug at byrja framleiðsluna, men vil hava váðan av hesum í einum felag, stovna sítt egna felag við eini væl minni upphædd enn áður, greiðir Birita Sandberg Sam­ uelsen frá. Advokaturin greiðir víðari frá, at við nýggja leistinum kann ein íverksetari savna pening upp í sínum egna felag, heldur enn at venda sær til ein peningastovn og taka lán. – Fyrimunurin er at tú kanst stovna eitt felag við tí peningi man hevur og koma í gongd, held­ur enn at taka lán og stovna eitt felag fyri 80.000 krónur. Nú ber til at savna peningin, ið man hevur brúk til í felagnum, til man hevur nokk at umskráseta tað til eitt smápartafelag, sigur Birita Sandberg Samuelsen. Bíða við patentinum Um man hevur funnið uppá okkurt, ið man ikki kennir aðrastaðni, so kann tað vera freistandi at hugsa, at tað er týdningarmikið at taka patent upp á tað beinanvegin. Tað er tó ikki heilt neyðugt, metir Birita Sandberg Samuelsen, ið heldur mælir til, at man brúkar tíð upp á produktið fyrst. – Tá fólk hava fingið eitt hug­ skot, so spyrja tey meg ofta, um man skal verja hugskotið og søkja patent. Tað er vanliga ikki tað fyrsta, ið man brúkar orku uppá, tí tað er ein long tilgongd og kostnaðarmikið, sigur advokaturin og heldur fram. – Tá er betri at menna hugskotið og kanna marknaðin fyri at vita, um hetta er nakað, ið kann vera áhugavert fyri nøkrum øðrum enn mær sjálvum. Tað merkir tó ikki, at man heilt skal sleppa tankanum um at søkja patent. – Um man hevur uppfunnið okk­urt, ið man veit ikki er á markn­aðinum áðrenn, og sum hevur møguleika at selja á heims- marknaðinum, so kann man sjálv­ andi umhugsa tað. Men íverk­ setararnir vita vanliga sjálvir, nær tað er vorði so stórt, at man kann hugsa tann vegin, sigur Birita Sand- berg Samuelsen. hallur@sosialurin.fo Kunnu byrja við einari krónu Frá 1. januar verður tað møguligt hjá føroyingum at byrja teirra egna íverksetarafelag við einans einari krónu í eginpeningi »Fyrimunurin er at tú kanst stovna eitt felag við tí peningi man hevur og koma í gongd, held­ ur enn at taka lán og stovna eitt felag fyri 80.000 krónur«