týsdagur 4. oktober 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
F
øroyska A-landsliðið skal komandi
fríggjakvøld spæla annan dystin í HM
2018 undankappingini, sum verður móti
Lettlandi á útivølli. Bara tríggjar dagar
seinni kemur evropameistarin Cristiano
Ronaldo á Tórsvøll saman við Portugal.
Fleiri av føroysku spælarunum eru væl
fyri. Útisetarnir hava flutt seg á eitt hægri
stig, men vit hava fyrr brent okkum av
yvirmóti. Nú er lykilin at brúka alla orkuna
upp á Lettland, áðrenn vit byrja at huga um
Portugal.
Lars Olsen hevur longu boðað frá, at
tað verða broytingar á liðnum, so teir somu
ellivu ikki byrja dystin móti Portugal, sum
byrja inni móti Lettlandi.
Í løtuni hava vit eitt stig fleiri enn Portu
gal. Tað hevði verið ótrúliga, um Føroyar eis
ini vóru frammanfyri Portugal, tá teir koma
á Tórsvøll.
FÓTBÓLTUR Føroyska landsliðið er væl fyri til
uppgávurnar móti Lettlandi og Portugal. Lykilin
hjá Lars Olsen verður nú, at fáa spælararnar at
hugsa um Letland fyrst, og blanda kortini rætt, so
vit fáa mest møguligt burturúr báðum dystunum
FOKUS OG RØTT BLA
TRÓNDUR ARGE
Málmenn
GUNNAR NIELSEN
FH (Ísland): Føroyski lands
liðsmálverjin spælir fast í
tvífalda íslendska meistara
felagnum. Hann bleiv heint
aður til FH undan hesum
kappingarárinum. Hann hevur
staðið so væl, at heimasíðan
433.is valdi hann til besta spæl
ara í allari kappingini.
Føroyar: Gunnar Nielsen er
fyrsta val millum stengurnar
og verður ein av teimum, sum
spælir báðar dystirnar
Teitur M. Gestsson
HB: Hevur havt eitt misjavnt
kappingarár, men tykist
framvegis at vera annað val.
HB hevur mist stevið í ár, men
tað er ikki tí málverjin spælir
illa.
Føroyar: Hann er framvegis
annað val á landsliðnum, men
hendan seinasta mánaðin
hevur Kristian Joensen helst
hálað eitt vet inná hann.
Kristian Joensen
KÍ: Hevur spælt væl ein stóran
part av kappingarárinum, men
átti lut í einum av málunum,
sum AB skoraði sunnudagin.
Hevur havt eina góða verju
frammanfyri seg, men fall við
restini av KÍ liðnum á Argjum.
Føroyar: Hevur munin á
Tórði Thomsen og Símun
Rógva Hansen í løtuni. Hetta
er hansara annar møguleiki at
sannføra landsliðsvenjaran, at
Kristian Joensen hoyrir heima
í landsliðshópinum.
Verjuspælarar:
JÓNAS TÓR NÆS
B36: Spælir fast á bakkinum
hjá B36, sum tykist hava rakt
formin nú. Hann hevur spælt
allar minuttirnar uttan eina
dystin, tá hann hevði leikbann.
Tað lýsir væl hvussu støðugur
hann er.
Føroyar: Misti plássið til Bárð
Hansen móti Ungarn. Er helst
eitt vet tættari liðnum hesa
ferð, tí Bárður Hansen hevur
verið skaddur, men eitt nú er
Gilli R. Sørensen við aftur.
Atli Gregersen
Víkingur: Er tveir sigrar frá
at vinna FM, fyri fyrstu ferð
síðan piltar, tá hann skoraði
avgerandi málið í 1-1 javnleiki
móti HB, sum tryggjaði hans
ara táverandi felagi B36 FM.
Hóast eina langa yrkisleið í
fótbólti, so er hetta helst tann
størsti mánaðin av øllum.
Føroyar: Er nú liðskipari og tí
sannlíkt, at hann spælir báð
ar dystirnar. Hevur ótrúliga
stóran týdning sum stýri
maður, men spurningurin er
um hann restutera væl millum
dystirnar.
Sonni Ragnar
Nattestad
Fylkir (Ísland): Spælir reglu
liga fyri fyrstu ferð síðani
summar í fjør, men tað gekk
ikki betri enn at Fylkir flutti
niður. Er í framgongd aftur og
komandi kappingarár verður
avgerandi fyri hvussu langt
miðverjin kann koma.
Føroyar: Hann bleiv frávaldur
til venjingarlandsdystin móti
Kosovo, men var aftur á
liðnum móti Ungarn, har hann
spældi væl. Spælir sannlíkt
báðar dystirnar.
Rógvi Baldvinsson
Vidar (Norra): Spælir triðj
bestu deildini í Norra, eftir at
hava roynt seg í eitt nú næst
bestu deildini í Danmark.
Spælir fast, men tað óvist á
hvussu høgum stigi deildin er
á. Tykist annars væl fyri.
Føroyar: Eftir nøkur góð ár
við málum, so er hann dottin
longur niður á listan. Millum
annað er hann ikki so stað
fastur í verjuni, tá hann spælir
har. Ósannlíkt at hann spælir í
miðverjuni, men spældi eitt nú
móti Kosovo.
Jóhan Troest Davidsen
HB: Er liðskipari hjá HB, har
hann stýrir verjuni. Tað hev
ur riggað av, tá hann og Fróði
Benjaminsen hava verið
makkarar. Tað sást millum
annað í Evropa.
Føroyar: Sat uttanfyri móti
Ungarn, men Lars Olsen tykist
hava stórt álit á honum, tí
hann verður millum annað
valdur framum Odmar Færø,
ið ikki er úttikin.
Viljormur Davidsen
Vejle BK (Danmark): Er vara
liðskipari og spælir hvørja ferð,
men liðið er sera umskiftiligt í
løtuni. Felagið er júst keypt og
nógvir nýggir spælarar. Tykist
skjótt hava uppnátt alt hann
kann í næstbestu deildini í
Danmark.
Føroyar: Spældi væl móti
Ungarn og er eitt tað fyrsta
navnið á talvuni, tá liðið skal
setast. Spurningurin verður
um hann klárar at spæla við
eins nógvari orku báðar dystir
nar.
Bárður J. Hansen
Fremad Amager (Danmark):
Spælir fast á høgra bakki eft
ir skiftið í summar. Hann er
komin væl frá sínum upp
FÓTBÓLTUR
FØROYAR
VS LETTLAND