týsdagur 4. oktober 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. oktober 2016 · Nr. 114
NDING ER LYKILIN
gávum og tykist hava funnið
seg til rættis á Amager.
Føroyar: Tykist hava vunnið
dystin um høgra bakkin og
spældi væl móti Ungarn.
Spurningurin er nú, um hann
spælir báðar dystirnar, tá
hann hevur ein trupulleika við
økslini. eins og við Viljormi, so
er spurningurin um hann klár
ar tveir dystir við fullari orku.
Miðvallarar:
Kaj Leo í Bartalsstovu
FH (Ísland): Skifti seint í
uppstartinum til íslendsku
meistararnar og tað sæst á
spælitíðini. Verður fyri tað
mesta skiftir inn móti end
anum, men hevur fingið onk
ran dyst frá byrjan móti end
anum, tó utttan at hava verið
sannførandi.
Føroyar: Misti plássið til René
Shaki Joensen, sum tók av.
Kom als ikki inn móti Ungarn,
men fær helst spælitíð hesa
ferð. Serliga tí Lars Olsen
hevur boðað frá broytingum
millum dystirnar. Vengurnir
eru millum teirra, ið renna
mest. Kanska hann byrjar
í Lettlandi, ið eini roynd at
vinna dystin?
Sølvi Vatnhamar
Víkingur: Er eitt gott boð upp
á ársins spælara í føroysku
kappingini. Spælir væl á
miðvøllinum í Sarpugerði og
skorar nógv mál.
Føroyar: Hevur síðani gjøgn
umbrotið móti Grikkalandi
spælt fast á høgra kanti. Byrjar
heilt víst inni annan av dyst
unum, men spurningurin er
hvar og hvussu. Klárar hann
báðar dystirnar, og hvat
um Fróði Benjaminsen ikki
klárar tað, skal hann so inn á
miðvøllin?
Hallur Hansson
AC Horsens (Danmark): Er
í holt við sítt gjøgnumbrot í
superliguni. Er lyklaspælari á
miðvøllinum og venjarin letur
væl at. Avrikini halda fram at
verða góð.
Føroyar: Sjálvskrivaður á
miðvøllinum, har hann er í
holt við at blíva ein leiðari.
Aftur her er spurningurin um
hann klárar tvær ferðir fullan
dyst. Bleiv útskiftur seinastu
minuttirnar móti Ungarn.
Byrjar helst báðar, men spælir
ikki vist 180 minuttir.
Brandur Hendriksson
Olsen
Randers FC (Danmark): Hevur
ikki fingið nógva spælitíð
síðani skifti til Randers, men
er ein mánað aftanfyri í upp
startinum. Hevur boðað frá,
at hann ætlar at kempa fyri
møguleikanum.
Føroyar: Spældi væl móti
Ungran og rann nógv. Aftur er
spurningurin, um hann heldur
til tvær ferðir 90 minuttir, tá
hann ikki er í dystarvenjing.
Tó sannlíkur startari til báðar
dystirnar.
Heini Vatnsdal
Fremad Amager (Danmark):
Eftir ein tíð við umskiftandi
umstøðum, er miðvallar
motorurin aftur á landslið
num. Hann spælir fast á mið
vøllinum, men hevur eisini
spælt í miðverjuni. Byrjar
hvørja ferð.
Føroyar: Fekk nakrar minuttir
móti Ungarn, men fær sannlíkt
fleiri, tá miðvøllurin skal rot
erast eitt sindur. Møguliga ein
dyst frá byrjan, ella tvær inn
skiftingar tykist sannlíkt.
René S. Joensen
Vendsyssel FF: Tykist hava
vunnið sær næstan fast pláss,
og hevur flutt seg síðani farna
kappingarár. Liðið er oddalið,
og hann er partur av tí.
Føroyar: Tók av møguleik
anum á vinstra kanti móti
Ungarn. Tykist sannlíkt, at
hann spælir minst annan
dystin frá byrjan. Er stekur í tí
verjukenda, so kanska dystin
móti Portugal?
Árni Frederiksberg
NSÍ: Hevur aftur havt eitt
gott kappingarár í Føroyum
við fleiri góðum uppleggum
og málum.
Føroyar: Er ein av ytstu
mandatinum á landsliðnum,
men spælir á einum plássi,
ið mangan tolir útskiftingar í
leypi av einum dysti. Nú eru
tveir dystir, so tí er ein møgu
leiki fyri einum innhoppi.
Pól Jóhannus
Justinussen
NSÍ: Eisini havt eitt gott
kappingarár í NSÍ, men hevur
ikki ordiliga sett seg ígjøgnum
í teimum stóru dystunum. Er
við tíðini blivin ein profilur í
føroyskum fótbólti.
Føroyar: Var ikki upprunaliga
úttikin til landsliðið, so hann
er helst ytsta mandat í øll
um hópinum. Kann tó spæla
fleiri leiklutir og tað kann blíva
hansara fyrimunur.
Fróði Benjaminsen
HB: Legendariski miðvallarin
er nú fluttur aftur í miðverj
una, har hann stórtrívist.
Saman við Jóhan Troest
Davidsen myndar hann eina
frálíka miðverju í føroyskum
fótbólti, men er síðani lands
dystin móti Ungran fluttur
longur fram.
Føroyar: Spældi væl á mið
vøllinum og skapar javnvág.
Tó er ósannlíkt, at hann spæl
ir tvær ferðir fullan dyst, men
hann er týdningrmikil fyri at
fáa miðvøllin at rigga.
Gilli Rólantsson
Sørensen
Brann: Spælir fast á vonginum
og tað gongur væl. Tykist sum
skiftið hevur gjørt nógv gott
fyri tvøramannin, sum annars
hevði langtíðarsáttmála í AaB.
Føroyar: Fær trupult við at
skumpa nakran av liðnum,
men góðu avrikini í Brann
gera, at hann er eitt gott boð
upp á eina startara í minst ein
um av dystunum.
Áleyparar:
Jóan Símun
Edmundsson
OB (Danmark): Hevur vunnið
sær fast pláss á høgra miðvøll
inum, har hann eisini megnar
at fáa mál frá. Hevur lyft seg á
eitt hægri stig í ár.
Føroyar: Er fyrstaval í álop
inum og prógvaði tað aftur
móti ungarn. Arbeiddi hart og
sterkur á bóltinum. Er eisini í
”vandabólkinum” fyri at blíva
útskiftur, so hann heldur báð
ar dystirnar, tí hann er ein av
teimum, sum helst spælir báð
ar dystirnar.
Klæmint A. Olsen
NSÍ: Er enn eina ferð topp
skjútti í føroyskum fótbólti.
Hevur havt eitt gott kapp
ingarár, men eins og restin av
NSÍ liðnum, so mangla málini
í onkrum av toppdystunum.
Føroyar: Er annað val til
álopið, men hevur ikki sann
ført teir dystirnar hann hevur
spælt, men tú veist at tú fær
eitt 100 prosent innsats.
Páll A. Klettskarð
KÍ: Eisini havt eitt gott kapp
ingarár, har hann er lyk
ilin í uppspælinum hjá KÍ.
Hevur havt dystir, har verju
spælararnir hava verið um ein
háls av honum.
Føroyar: Hevur eins og Klæm
int A. Olsen ikki sannført, tá
hann hevur spælt, men inn
satsinum bilar ikki. Tú veist
at tú fær alt hann hevur.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO