Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 7. oktober 2016 – Gott í tykkum í lands­stýr­i­num: Komið nú við einum milli­ón­er­skatti! Soleiðis segði Sonja Jógvansdóttir, løg­tings­ kvinna, tá fíggjarlógin var til viðgerar í løg­tingi­num mikudagin. Hon minti samgonguna á, at kanska skuldu tey torað betur politiskt at staðið við sín­a hugsjón og víst hana í verki. Og tá hon tosar um »tey«, so munnu tað vera tey sjey umboðini, sum Javn­að­ar­flokk­ ur­in hevur eftir í løgtingum, tey sjey tjóð­ veld­is­fólkini í løgtinginum og so hini sjey, sum teir báðir vinstravendu flokkarnir hava í lands­stýr­inum. Tað er sjálvandi áhugavert at halda val­ lyft­ini upp fyri flokkarnar – og ikki minst tær at­finningar, sum Tjóðveldi og Javn­að­ ar­flokk­ur­in førdu fram ímóti stýrinum hjá Jørg­en Nicla­sen og Kaj Leo Johannesen, sum tey hildu vera ov rík­manna­vin­ar­ligt. Men hasa styrkina, sum Sonja Jógvans­ dótt­ir vísir á, hevur samgongan ikki Sam­gong­an er er ein minni­luta­sam­ gonga, sum bara hevur 16 tingfólk – tað sama sum and­støðan. Og tað er kanska júst styrkin hjá sam­ gong­uni, at hon ikki hevur meiriluta – og at hon ikki kann grunda sína tilveru á stuð­ul frá Sonju Jógvansdóttir. Tað einasta, sam­ gong­an kann rokna við í so máta er, at Sonja ikki fer at fella samgonguna til frama fyri eina borgarliga samgongu. Sambært Sonju Jógvansdóttir hevði mill­i­ón­er­skatt­urin givið 5-7 milliónir krónur í lands­kassan. Hon nevnir eisini fleiri gjøld á vinnuna og gjøld á bankaflytingar. Og so nevndi hon eisini forskattingina av pen­ sjón­u­num, sum skuldi rullast aftur. Tað kostar 300 milliónir krónur. Tað hevði verið áhugavert at sæð samlaða roknistykkið hjá Sonju hesum viðvíkjandi. Men bara at taka slíkt upp sum briskl und­ir eini fíggjarlógarviðgerð er sym­bol­pol­ i­tikk­ur, so tað stendur eftir. Um Sonja Jógvansdóttir meinar hetta í álv­ara, so er tað allar minsta, at hon leggur upp­skot­ini fyri tingið. Samgongan fer ikki at gera tað, tí Sonja hevur tikið ta styrkina frá sam­gonguni, at hon kann reka politikk utt­an um andstøðuna í løgtinginum. Sonja Jógvansdóttir hevur forrestin ikki enn sagt okkum, hví hon valdi Javn­að­ar­ flokk­in og samgonguna frá. – Legg nú hasi uppskotini fyri ting­ið, so fáa vit at síggja, hvør tykkara kann tak­ast í álvara! Hóast hann er vanur við at hyggja aftureftir, so hevur hann nú vent sær við – og hyggur frameftir! Tað er ímyndina av einum hanvarmanni, Birgar Johannesen, vit sipa til. Hann er vorðin so troyttur av býráðspolitikarum í Havn, at hann at enda bara sjálvur stovnaði býarsavnið í Havn. Men nú kann so gera nakað við tað. Birgar Johannesen er eitt av valevnunum hjá Framsókn til býráðsvalið. Á seinasta býrðaðsvalið vantaði nýggja liberala flokkinum 9 atkvøður í at fáa umboð valt í býráðið. Á odda lá Ruth Vang, sum seinni fekk sæti á tingi fyri Poul Michelsen. Kanska verður tað Birgar Johannesen, ið sum tann fyrsti fær høvi at forma býráðspolitikkin hjá Framsókn í høvuðsstaðnum. Ruth Vang hevði 118 atkvøður á fyrsta plássi seinast. Framsókn liggur væl fyri at fáa umboð valt hesaferð – og tað kann saktans gerast Birgar Johannesen, ið sum fáur vísir sín alsk til býin í verki. Kom tú við milliónerskattinum, Sonja Nú skal Birgar hyggja frameftir afturhvarv til politikk Les eisini blaðið á telefonini Hava brúk fyri meira enn orðum Laura Katrine Apol Tíðargrein síða 14-15 Fíggjarmálaráð­ frúa um fíggjarlóg Tíðargrein síða 20 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? At 13 fólk hava sitið í Tórshavnar býráð í fleiri enn 20 ár? gylt lyfti ella bluff? Klára Kaj Leo og Bogi at sann­føra okkum um, at teir ikki bluffað, so hava teir upp­borið fólksins stuðul Í hesum døgum verða vit bomb­arderað við vallyftum av alskyns slag. Summi eru meira ítøkilig enn onnur – og í øðrum førum er hugflogið í so kreativt. Gamli løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hev­ur meldað seg fram sum borg­ar­stjóravalevni í høv­uðs­ staðnum, egnir við, at Tórs­ havn­ar kommuna skal selja bygn­ingar fyri 300 mill­i­ónir krón­ur og lækka komm­un­u­ skatta­prosentið eitt prosent um árið í 10 ár. Skattainntøkurnar hjá Tórs­havn­ar kommunu eru um 850 milliónir krónur. Skal skatt­urin lækka eitt pro­sent­ stig, so svarar tað til 24,5 mill­ iónir krónur. Í 10 ár er talan um 245 milliónir krónur. Bogi Andreasen úr Folka­ flokk­i­num er fleiri ferðir so gáv­u­mild­ur, sum gamli løg­ mað­ur. Hann vil lækka skatt­ in 4 prosent – sum svar­ar til 170 milliónir krónur um árið! Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen eigur nú at gera ein lista yvir teir kommunalu bygn­ing­ar, sum hann heldur, at komm­ unan skal selja. Ann­ars er vandi fyri, at hann til døm­is fer at selja teir nýggju skúlar­ nar. Bogi Andreasen eigur at geva okkum ein lista yvir tær tænastur, sum Tórs­havnar kommuna ikki skal bjóða næstu árini. 170 mill­i­ón­ir krónur eru ræðuliga nógv­ir pengar at spara – og gjøgn­um næsta valskeið er tal­an um 680.000 milliónir krón­ur. Sjálvandi høvdu hes­ ir pengar komið væl við í lummunum á havn­ar­borg­ ar­um – men vit vilja altso hava at vita frá Boga, hvat skal sparast burtur - hvørjar tæn­astur, vit skulu vera fyri utt­an. Kunnu hesir báðir garp­ar sannførandi greiða frá hes­ um, so hava teir uppiborið okk­ara atkvøðu á valinum 8. nov­ember! Kaj Leo og Bogi vilja spara fleiri hundrað milliónir Kaj Leo Holm Johannesen og Bogi Andreasen vilja fegnar loysa av Heðin Mortensen sum borgarstjóra á nýggjárinum