hósdagur 6. oktober 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
3
Tær eru feministar og als ikki bangnar
fyri at sláa eitt slag fyri tí, sum tær trúgva.
GUT/Productions við Duritu Dahl And
reasen og Mariann Hansen er nú til reiðar
við leikinum "Einaferð var tað eg", sum er
eitt modernað feministiskt ævintýr. Um
leikin siga tær, at hann er sjálvransakandi
og snýr seg um innara bardagan hjá eini
kvinnu sum fyllur 30 ár. Hon vil “drepa”
tað penu gentuna í sær sjálvari, og endur
reisast sum gandakelling.
Leikurin er millum annað bygdur á
tankarnar sum Eyðun Andreasen, í bókini
‘Ævintýr’, leggur fram um genturnar í
føroyskum ævintýrum.
Nærveran er grundarsteinurin í sýn
ingunum fyri teimum einans 25 áskoðaru
num, ið verða loyvdir inn til hvørja sýning.
Tað er búkkensla og rá intuitión sum
stýrir listabólkinum, ið vil skapa samtíðar
palllist í Føroyum - til ein altjóða áskoðara.
Sýningarnar byrja 8. oktober í Perluni.
FRÍGGJADAGUR
SUNNUDAGUR
LEYGARDAGUR
10-13
10-13
10-13
5-10 m/s
5-10 M/s
5-10 m/s
Fríggjadagin, leygardagin,
sunnudagin og mánadagin
verður gul til stívt andøvsgul
av landsynningi, 5 til 10 m/s.
Turt og sólglottar, men í løtum
kann tað gerast meiri skýggjað
og onkrir mjørkaflókar, serliga
í náttar- og morguntímunum.
Hitin um dagin millum 10 og 13
stig, um náttina, og tá mjørki er,
millum 7 og 10 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Í dag eri eg
glaður fyri, at
í gjár var í gjár
fyrradagin.
Sæð á Facebook:
Eftir óteljandi áheitamir frá serliga mammu, havi eg gjørt
av at stilla upp til komandi val fyri seyðaflokkin. Aðalmálið
er, at ikki ein tann einasti seyða sparlur skal vera at finna á
føroyska vegakervinum. Málið skal røkkast áðrenn ár 2025
og sloganið er "Slutt við seyðasparlum 2025!"
Hesa vikuna viðgerð Løgtingið fíggjarlógina.
Um orðið sigur Sprotin:
fíggjarlógkv2
(stjm.) lóg um inntøkur og útreiðslur
landsins eitt fíggjarár
Landsinnsavningin hjá
Reyða Krossi vísir, at
føroyingar góvu 19
krónur í part – í alt
950.000 krónur.
Hósmorgun var innbrot
í Svimjihøllina í Havn.
Umfatandi skaði stóðst
av innbrotinum.
Maður var funnin
deyður í Havn í vikuni.
Løgreglan kennir ikki
deyðsorsøkina enn.
Løgtingið byrjaði
viðgerðina av
fíggjarlógini í vikuni.
Nú er greitt, at Eik
banki ikki svarar Taks í
skattamálinum fyrr enn
í desember.
19 av
teimum 400
starvsfólkunum
hjá Mærsk Supply
Service, sum vórðu
uppsøgd í august, eru
føroyingar.
Landsverk vil ikki rinda
fyri skaðarnar, sum
komu, tá ið bilar koyrdu
yvir brotið rulliportur í
summar.
»Fíggjarlóg«
Eitt feministiskt
ævintýr í Perluni
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur eru farin til trongj
andi børn frá felagsskap
inum Odd Fellow Føroyar.
30.000
Visti tú?
Leif Niclasen hjá EB/
Streymi er tann leikarin,
sum hevur skorað flest
mál í 1. deild upp á eitt
kappingarár
MANGT OG HVAT