Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 4 SAMRØÐA Eg veit at eg eri gamaldags, men eg havi valt at vera í frið nú og taka børnini fram um alt, sigur Frida Poulsen, sniðgevi, sum er flutt úr Milano til Skálavík DANJAL AV RANA E ftir 12 ár í Italia er 35 ára gamla sniðgevin, Frida Poulsen, flutt aftur til Før­oya. Í 2004 fluttu hon og ein vin­kona til Italia at læra seg at sniðgeva. Nú, 12 ár seinni, flytir hon aftur til Føroya, sjálv fimta. Við sær hevur hon mannin Valentino, og børnini Samuele Esbern, sum er fýra ár, Sofia Laura, sum er tvey ár og Sara Elina, sum er tveir mánaðir. Frida Poulsen hevði gingið á skandinaviska designháskúlanum í Danmark og søkti inn á Design­ skúlan í Keypmannahavn. Hon slapp ikki inn, men varð eggjað at søkja aftur árið eftir. Kortini valdi hon heldur at royna eydnuna í Italia. - Valið stóð tá millum París ella Mil­ano. Eg hevði havt franskt í studentaskúlanum og hevði vitjað í Fraklandi, so tað talaði fyri at fara til París. Hinvegin hevði eg eina vinkonu frá designháskúlanum, sum gekk á einum designskúla í Italia. Ein av lærarunum undirvísti á eisini á skúlanum. Eftir at vit høvdu vitjað vinkonuna á skúla­ num, valdu eg og ein onnur vin­ kona at fara á skúlan í Italia. Skúlin tóktist sera áhugaverdur og kend­ ir sniðgevar sum Dolce & Gabbana hava báðir gingið har eisini, sigur Frida Poulsen. Longu í 2005 møtir hon Valen­ tino Acierno og í 2010 giftust tey. Í 2008 varð hon liðug á skúlanum, og hev­ur síðani starvast á ymiskum teknistovum. Hon hevur sniðgiv­ ið fyri Patrizia Pepe, Anteprima, Giov­anni Cavagna og hevur tekn­ að nógv til Kina. Gjøgnum fyri­ tøkurnar hevur hon eisini havt sam­starv við Giorgio Armani og Robert Wilson frá Guggenheimer Museum í New York. Hon hevur arbeitt við øllum møguligum sniðum og klæðum, bæði til mannfólk, konufólk og børn. - Sjálv dámar mær best at gera klæði, sum kunnu brúkast av bæði mannfólkum og konufólkum. Serliga dámar mær væl at gera barnaklæði, sum bæði dreingir og gentur kunnu nýta. Eg haldi, at klædnamarknaðurin, serliga til børn, er alt ov uppdeildur í gentu- og dreingjaklæðir og gentu- og dreingjalitir, sigur hon. - Í 2013 stovnaði eg mítt egna merki, men higartil havi eg bara gjørt eina klædnakollektión. Eg havi verið upptikin av okkara trimum børnum, umframt at eg havi havt nógvar bíleggingar frá privatpersónum, greiðir Frida Poul­sen frá. Raðfestingarnar broytast Lívið í Italia var gott og vinnu­ møguleikarnir góðir, men sum familjustøðan broyttist, broyttust eisini raðfestingarnar í lívinum hjá Fridu Poulsen - Síðani eg varð liðug á skúlan­ um, hava øll vinfólkini frá bæði skúla og arbeiði flutt heim aftur ella til onnur lond. Tá byrjaði eg spakuliga at leingjast heim eisini, sigur Frida Poulsen. Sum børnini gjørdust eldri, byrj­ aðu Frida Poulsen og Valentino Acierno at hugsa meiri um fram­ tíðina. Hon greiðir frá, at í Italia er ótrygg­leikin vorðin so stórur. - Løgreglufólk standa uttanfyri dagstovnar og skúlar. Tað er bara ávísar tíðir, at foreldrini sleppa at heinta børnini. Vit ynsktu, at børnini skuldu uppliva tann barndómin, sum vit høvdu, men hann er ikki í Italia longur, sigur Frida Poulsen. Italska samfelagið er nógv annar­leiðis enn føroyska. Frida Poul­sen nevnir, at í Italia er van­ ligt, at tey ungu búgva heima hjá foredrunum til tey giftast, hóast foreldrini kanska einans hava eitt kamar. Børnini sova tí í kamarinum, meðan foreldrini sova í stovuni. - Tað var torført at skula góð­taka at liva soleiðis, tá vit samstund­is vistu, at vit kundu liva rúmligari í Føroyum, greiðir hon frá. Havnin er ein lítil bygd - Vit hava alla tíðina ætlað, at børn­ ini skuldu í skúla í Føroyum og ikki í Italia. Børnini eru nógv meiri fræls her, og luftin er fantastisk. Føroyar er eitt fantastiskt land og helst fyri kreativ fólk, dagarnir eru longri her. Børnini eru meir frí og luftin er fantastisk, sigur hon. Føroysk-italska familjan kom til Føroya í januar. Fyrstu tíðina búði tey í Runavík, men í juni funnu tey síni dreymahús – í Skálavík. - Skálavík er eitt tað vakrasta og besta staðið í Føroyum. Vit komu her tí at hesi húsini stóðu til sølu, og vóru tey bestu húsini av øll­um teimum kring alt Føroyar, vit hava hugt at, sigur hon. Men er Skálavík ikki øgiliga lít­ið í mun til Milano? - Jú, men tað er Havnin satt at siga eisini. So fyri okkum gjørdi tað minni mun, um vit búsettu okk­ um í Havnini ella í útjaðaranum. Nú valdi vit at keypa hesi hús­ini í Skálavík. Tað ger, at vit nú hava eini hús í Skálavík og eini í Italia fyri tað sama, sum eini hús høvdu kostað í Havnini, greiðir Frida Poul­sen frá. Kom heim til ommu Vakstrarætlanin Sandoy skipar í hes­um døgum fyri einum átaki, sum eitur Mítt Yndisstað á Sand­ oynni. Í einum av filmsbrotunum greið­ir Frida Poulsen frá, hví hon er flutt til Skálavíkar. Hon greiðir mill­um ann­að frá, at omma hennara var av Skarvanesi og at hon í eini seks til átta ár tænti á Møl­ini í Skálavík. Frida Poulsen greið­ir frá, at omm­an eisini var ein orsøk til, at tey valdu at koma aftur til Føroya. - Eg eri uppvaksin hjá ommu og visti, at hon nú var vorðin gomul. Eg ynskti tí at sleppa til Føroya og vera hjá henni. Hon andaðist fyrr í ár, og eg eri ómetaliga takk­som fyri teir mánaðirnar, vit høvdu saman. Nú er tað er nokk so deil­ igt at hyggja út og vita, at omma hevur verið her. Sjálvt um eg ikki havi spælt her so nógv og heldur Vit hava nú hava eini hús í Skálavík og eini í Italia fyri tað sama, sum eini hús høvdu kostað í Havnini Frida Poulsen TEKUR BØRNI FRAM UM YRKISLEIÐINA