hósdagur 6. oktober 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
5
ikki kenni so nógv fólk, so vita øll,
hvør eg eri. Eg eiti eisini júst sum
omma mín, sum hevur verið ein
stór fyrimynd fyri meg, greiðir
Frida Poulsen frá. Omma Fridu
Poulsen andaðist beint áðrenn tey
keyptu húsini í Skálavík.
- Eg ivist ikki í, at hon er part
ur av orsøkini til, at vit eru aftur
her, sigur Frida Poulsen, og leggur
afturat, at tey eru sera væl móttik
in í Skálavík.
- Í barnagarðinum hjá soninum
læra øll børnini seg tvey italsk orð
um dagin, so at hann skal kenna
seg meiri sum heima. Tað riggar
ordiliga væl, tey eru so røsk, og tað
er týðiligt, at tað hevur so nógv at
siga fyri Samuele, sonin, sigur
Frida Poulsen.
- Sjálvandi er ymiskt, sum vit
fara at sakna. Kaffi, fyrst og fremst.
Baksturin, croissant, italienskan
morgunmat. Í heila tikið tað at
vera lívsnjótari, at ganga á kafé.
Men hvat, tað er kortini ikki tíð til,
tá ein hevur smábørn, sigur hon.
Børnini fram um alt
Úr mótametropolinum Milano
til Skálavíkar. Fjarstøðan tykist
ómetaliga stór, ikki minst í hug
anum, men Frida Poulsen sær ong
an trupulleika í hesum.
- Vit internetinum ber alt til. Eg
kann saktans arbeiða fyri ein og
hvønn kendan sniðgeva, meðan
eg siti og tekni í Skálavík. Vit eiga
eisini eina íbúð í Italia, so eg havi
eitt stað at búgva og møguleika at
ferðast ímillum. Tað verður ikki
aktuelt, nú børnini framvegis eru
so smá. Eg havi valt, at vera í frið
nú og taka tey fram um alt, greiðir
Frida Poulsen frá.
- Eg havi verið heimagangandi
í nøkur ár nú, og eg virðismeti
ómetaliga høgt at børnini kunnu
hava síni foreldur hjá sær fyrstu
árini og ikki eru á stovni ov langar
dagar, sigur Frida Poulsen.
Frida Poulsen skilir, at hon
gongur móti rákinum. At tað at
seta yrkisleiðina til síðis fyri at
ansa børnunum, ikki er í tráð við
tíðarandan. Hon væntar tó, at tað
er tann leiðin, tað heila ber.
- Eg veit væl, at eg eri gomul
dags. Kortini vil eg siga, at eg eri
nokk so modernað. Tí tað er tann
vegin, tað ber. Fólk vilja koma
nærri og nærri náttúruni, finna
aftur til røturnar. Tá fara tey eisini
at raðfesta familjuna og tíð saman
við børnunum í størri mun enn
núð, greiðir Frida Poulsen frá.
Hetta “gammeldags” lyndi sæst
aftur í bæði húsunum og sniðgev
ingini hjá Fridu Poulsen.
- Vit hava keypt eini gomul
hús og hava avgjørt at varðveita
upprunaliga bygningin. Í heilum
spyrja fólk, um vit skulu umbyggja
húsini ella bróta veggir niður. Vit
vilja tó varðveita húsið, sum tað
var. Kanska er tað uppvøksturin
hjá ommu og abba, sum ger seg
galdandi, sigur hon.
Tann gamli mátin at hugsa upp
á ger seg eisini galdandi innan
sniðgevingina.
- Eg geri onga massaframleiðslu.
Hóast mær ikki dámar so væl at
seyma sjálv, so vil eg heldur ikki
lata alt upp í hendurnar á bíligari
arbeiðskraft í eysturlondum. Eg
haldi, at ein eigur at gera so nógv
sum møguligt í tí landinum, ein er
í. So heldur taka sær ómak við at
gera færri, men dygdarbetri pløgg,
enn nógv pløgg, sum oyðileggjast
eftir fáum døgum, sigur Frida
Poulsen.
Yngsta dóttirin er tveir mánað
ir gomul og Frida Poulsen hevur tí
ongan skund at taka nakra avgerð
um, hvat framtíðin skal innihalda.
- Eg vænti, at eg fari at skipa
fyri skeiðum, bæði vikuskiftis-
og kvøldsskúlaskeiðum. Eg
kundi hugsað mær at hildi skeið
í italienskum og í italienskari
matgerð. Mær dámar sera væl at
gera mat. Áðrenn eg fór til Italia,
arbeiddi eg í køkinum á Lands
sjúkrahúsinum. Tað passar mær
væl at hava matgerðina við síðunar
av sniðgevingini, tí at sniðgeving
in er eitt nokk so stillisitandi arb
eiði. Í matgerð fái eg høvi at reisa
meg og flyta meg meiri, sigur Frida
Poulsen. Hon kundi eisini hugsað
sær at hildið skeið í tekning og
seyming. Eisini hevur hon áður
undirvíst á Tekniska Skúla og
nevnir tí eisini tann møguleikan.
Líkamikið hvat framtíðin hevur
at bjóða, so er familjan er komin til
Føroya fyri at vera.
NI
A
MYND: ÁLVUR HARALDSEN