hósdagur 6. oktober 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
6
Í morgin, 8. oktober, fyllir Martin
Fjallstein sjeyti. Martin varð
borðin í heim og vaks upp í Leirvík
úti á Áargarði,
Ikki var langt ímillum húsini
hjá okkum og hjá teimum, men við
tað at hann var nakað yngri enn
eg, so vóru vit ikki so nógv saman
sum ungir dreingir. Tað kundi
tó verði ein longri søga at skriva
um uppvøksturin hjá okkum
dreingjum úti á Garði (Rosenvej)
men verður tað ikki á hesum sinni.
Eftir uppvøksturin fóru flestu
av okkum í hvør sína ætt. Martin
giftist í 1967 við Betty Dalsgarð av
Argjum, og eiga tey 3 børn. Tey
búgva í Helsinge á Norðursælandi.
Martin tók læraraprógv í
Odense í 1976. Hann hevur havt
ymisk lærarastørv og mong onnur
størv sum ikki verður greitt frá
her. Einaferð um ta tíðina tá ið
Bátasavnið var opnað í Leirvík,
komu Martin og eg at tosa um allan
tann útróður, sum hevði verði í
Leirvík upp ígjøgnum øldirnar, og
um hvussu tað hevur myndað hesa
bygdina og tey fólk sum her hava
búleikast. Vóru samdir um at spell
var at hetta ikki var fest á blað.
Sum tann søgufróðarmaður,
sum Martin var og er, so visti eg,
at longu tá hevði Martin skrivað
nógv niður í brotum, sum lá spjatt
í ymiskum góymslum hjá honum.
Av teimum eldru sum vistu
nógv um útróður, vóru nú fáir eftir
á lívi, og var tað tí nú í tøkum tíma
at fáa fatur á allari tí vitan, sum
hesir menn og kvinnur sótu inni
við, um ikki nógv av søgu skuldi
gleppa okkum av hondum.
Eftir hetta bleiv so ein grunnur
stovnaður til frama fyri Leirvíkar
søgu at savna pening til hesa ætlan.
Av fyrstum bleiv mest hugsað
um útróðrarsøguna út frá Leirvik
og til lands í Íslandi. Seinnri bleiv
tó avgjørt at hetta eisini skuldi
blíva ein bygdasøga.
Í 2007 fór Martin til verka, og
tað var ikki hissini! Hann byrjaði
við býlinginum á Toftanesi frá
umleið ár 1000-1200 og helt áfram
ígjøgnum alla bygdina við søguni.
Frá umleið 16-1700 til 2014 er hvørt
mansbarn í bygdini nevnt.
At skriva eina so útgreinaða
bygdasøgu sum hesa krevur eitt
sera stórt granskingararbeiði,
sum samstundis krevur eitt sera
gott tol. At skula savna og nevna
umleið 3ooo nøvn við eftirnavni,
at finna myndir av fólki, bátum,
skipum, húsum, varðum, hjallum,
útgrefstri v.m., at støkka inn á gólvi
hjá so mongum fólkum og eitt ótal
av telefonsamrøðum. Alt hetta
krevur menniskjaligar eginleikar
og hegni langt yvir tað vanliga.
Hetta eigur Martin stóra tøkk fyri.
Hesi 6 bindini, sum hann
hevur greitt úr hondum, er søga,
sum sigur frá sera nógvum, sum
er farið fram í bygdini. Hon sigur
frá ljósum og dimmum døgum,
frá sorg og gleði, frá bátum sum
komu borðfullir í dýrdarveðri av
Norðhavinum, men eisini sigur
hon frá feigdardøgum, og frá
teimum sum ikki vunnu upp land
og ongantíð komu aftur á støðna.
Hon sigur frá slektum og ættar
liðum, sum vit lítið kendu til áður.
Somuleiðis sigur hon frá veður og
vindi og teim liviumstøðum, sum
okkara forfedrar hava búleikast
undir.
Hon minnir okkum eisini á tey
menniskju, sum í ringum tíðum
settu alt sítt egna til síðis fyri at
hjálpa øðrum. Tey, sum vóru faðir
leysum faðir og móðir.
Hendan bygdasøga, sum Martin
hevur skrivað, er eindømi í landi
okkara. 2900 síður við umleið eini
mill. orðum og tilhoyr-andi mynd
um. Hetta hevur kravt eitt ótrúligt
seiggi.
Frá tí byrjað bleiv at fyrireika,
tók hetta sjey ár at fáa frá hondini.
Hetta tók mest somu tíð sum
patriarkurin Jákup mátti tæna
fyri at fáa Rakul til konu, tað var
honum nógv stríð og aftrat hesum
bleiv hann so eisini lumpaður. Men
ikki so hjá okkum bygdarfólkinum.
Vit blivu ikki lumpað. Nú sita
eftirkomararnir við eini heilari
lexikon at slá upp í!
Tað er so sera umráðandi at
skriva niður tað, sum ein hoyrir og
sær. Um ikki alt tað, sum er frásagt
í hesum stóra bókaverkið, var
niðurskrivað, so var longu nú ein
stórur partur endaður í tíðarinnar
og gloymskunnar havi. Men hetta
kláraði Martin eftir gjølla at hava
ransakað frásøgukeldurnar til
hetta bókaverk. Treyðugt so, at
ikki okkurt navn ella frásøgn kom
skeivt fyri, men ongantíð við vilja.
Eitt er at skriva søgu um tað,
sum hendi fyri tvey hundrað árum
síðani. Tá er lætt at seta gloriu á
persónar, ella eisini at lasta, tí har
eru eingi vitnir at siga frá ella at
mótmæla. Men tað sum Martin
hevur skrivað, fevnir líka til dagin
í dag, og tað varð ein stór avbjóðing
at skula skriva um bygdalagið,
sum hann vaks upp í og fólkið,
sum hevur búðleikast her um
sama mundi uttan at hava gingið
onkrum ov nær og skapt trega. -
Meiningarnar um hvønn annan
eru jú oftani ymiskar.
Góði Martin, nú tú rundar tey
sjeyti, vilja vit við hesum nýta
høvi at takka tær fyri, at tú gjørdi
hettar megnar verk, sum bleiv til
Leirvíkar bygdarsøga, bind 1-6 og
somuleiðis fyri allar fyrilestrar og
frásagnir annars, tú hevur haft á
Savninum og í Bygdarhúsinum.
Góði Martin, nú tú rundar tey
70, vilja vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við degnum, og mong
góð ár enn saman við familju tíni.
Vónandi kemur nógv aftrat frá
penni tínum!
Jórun og Osmund
Lærari og rithøvundur 70 ár
NØVN
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 4. november verður
Einar Joensen í Oyndarfirði 90 ár.
Nátturði verður klokkan 18 í skúl
anum í Oyndarfirði sama dagin.
Tað hevði glett Einar at sæð familju
og kenningar til nátturðan.
Vinarligast sig frá í seinasta lagi
mánadagin 24. oktober hjá:
Marjun, tel. 27 60 06, Karlu, tel. 59
07 80, Elibert, tel. 44 47 21
100 ára føðingardagur á
Eysturoyar Røktar-og ellisheimi
Alfred Haraldsen úr Elduvík, sum býr
á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi,
verður 100 ár mánadagin 10. oktober
2016. Í hesum sambandi skipar
familjan, Roðin og Runavíkar komm
una fyri hátíðarhaldi á heiminum.
Hátíðarhaldið, sum er avmarkað til
tey nærmastu og innboðin, verður
millum kl. 18.00 og 21.00.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 10. oktober verður
Alexandrina Sørensen (Allan),
Tvøroyri, 90 ár.
Tey, ið ynskja at heilsa upp á
Alexandrinu, eru vælkomin á Segl
loftið frá kl. 15.00.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 7. oktober fyllir Elisa
beth Maria Sofía Egilstrøð, vanliga
nevnd Bettemi, Eiði, 90 ár. Dagurin
verður hildin í Ítróttarhøllini á
Eiði frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 8. oktober giftast
Katarina við Skipá, Hoyvík og
Dávid Petersen, Kamsdalur. Vígsl
an verður í Oasuni, Kirkjustræti
4, 188 Hoyvík kl. 12. Veitsla verður
fyri innbodnum kl. 17.30. Opið hús
verður seinni um kvøldið frá kl.
20.30 í Oasuni, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 15. okt. giftast
Hildigarð
Djurhuus
Hansen,
Syðrugøtu og Jørleif Djurhuus,
Morskranes.
Vígslan
verður
í Gøtu kirkju kl 14:00. Opið
hús verður í bygdarhúsinum í
Leirvík frá kl 19:00. Øll eru væl
komin.
Hildigarð og Jørleif
65 ára føðingardagur
Nú eg fari at runda tey 65 árini,
hevði tað glett meg at sæð familju,
vinir og kenningar til ein betri bita
heima hjá okkum á Kambsdali
leygardagin 8. oktober frá kl 14 og
úteftir. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Liljan í Lambanum
Brúdleyp
Leygardagin 15. oktobur 2016
kl.10 giftast Tove Maria Ehlers
og Peter Ratajczak Gylling
Nielsen í Sigerslevvester kirke.
Sigerslevvestervej 20A, 3600
Frederikssund.
Buffet er frá kl.12.30 fyri inn
bodnum. Opið hús er fra kl.17 í
IF1864 klubhus. Strandvangen
13, 3600 Frederikssund, har
vinir og kenningar er hjartaliga
vælkomin.
Tove og Peter