Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 7 BARBARA HOLM A ugust 2012. Lívið hjá Magnusi Hansen í Havn verður vent á høvdið. Tveir dagar hvørva úr minninum – Magnus ánar ikki, hvat er hent. Hann fær eitt sokallað blackout. Uttan at vita, hvat og hvussu, eru tveir dagar tiknir úr lívinum og eingin veit, hvat Magnus hevur gjørt hesar dagarnar. Ein vinmaður finnur Magnus og fær hann trygt heimaftur. Magnus raknar við aftur og kemur aftur til hesa verð­ ina. Tá gerst greitt fyri Magnusi, at støðan er ring. Tað er fyrstu ferð, at hann viðurkennur, at tað ikki stendur so væl til sálarliga. Hann hevði kanska vitað tað áðrenn, men hann hevði fortrongt veruleikan. Tað var fyrstu ferð, at Magnus bað um hjálp. Saman við familjuni tók hann støðu til at biðja um, at blíva innlagdur á psykiatriska depilin, fyri at fáa hjálp. Hann varð innlagdur á opnu deild. – Eg føldi beinan vegin, at tað gjørdi mun. Tað kendist sum, at nú hevði eg givið hendan trupulleikan víðari til tey serkønu. Eg kendi meg lættaðan, sigur Magnus Hansen. Men seks dagar seinni gongur tað upp fyri Magnusi, at hann fekk ikki nakra veruliga hjálp. Hann varð útskrivaður og mettur sum frískur uttan tilboð um víðari sálar­frøðiliga viðgerð. Eftirfylgjandi, eftir áhaldandi áheitanir frá Magnusi og hansara nærmastu fekk hann bjóðað samrøður á deplinum. – Tað kendi eg sum, at tað var fyri frið skyld. Trupulleikin við tí var, at hesar viðgerðir tóktust óneyðugar, tí eingin nágreinilig útgreining av sjúkuni varð gjørd, sigur Magnus. Síðani gingu nøkur ár, har hann royndi ymiskar møguleikar. Hann var aftur á opnu deild við sama úrslitið og hann royndi at fáa hjálp frá Blákrossi. Hvørja ferð var Magnus mettur at vera nóg frískur til at fara út aftur í samfelagði uttan sálarfrøðiliga hjálp. Bláikrossur hjálpti honum væl, tó tað heldur ikki var nóg mikið. Hann misti alt. Var ikki førur fyri at arbeiða, konan og hann fóru frá hvørjum øðrum og fyritøkan hjá Magnusi fór á heysin. Konan og børnini fluttu út og Magnus varð verandi einsamallur í heiminum. – Eg kendi, at eg datt niðurímillum. Ikki bara einaferð, men fleiri ferðir teir sjey dagarnar eg var á lukkaðu deild. Eg kendi meg vera frátikin míni grundleggjandi borgararættindi. Eg kendi meg vera fyri sálarligum yvirgangi og ikki minst kendi eg meg vera óynsktan av summum røktarstarvsfólkum– og læknum. Eg hevði, hóast alt, sjálvboðin latið meg innleggja fyri at søkja mær hjálp og hevði tí vónað annað enn tað eg upplivdi. Orðini eigur 58 ára gamli Magnus Hansen, sum í fjør varð innlagdur á lukkaðu deild hjá Psykiatriska deplinum. – TAÐ VAR EITT REINT HELVITI Lívið á lukkaðu deild Sálarsjúka TEMA