Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 8 Til fyri júst einum ári síðani, tá ið alt aftur gekk galið. Vildi drepa meg sjálvan Fyrrverandi kona Magnus var komin niðan at vitja síðst í sep­ tember í fjør. Hon hevði ein varhuga av, at at alt ikki ruggaði rætt. Meðan tey sótu og prátaðu um støðuna, reisist Magnus brádliga frá borðinum og fer í kjallaran. Hann kemur uppaftur við byrsu og eini patrón. Hetta var ikki fyrstu ferð, at hann umhugsaði at taka lívið av sær, men hetta var fyrstu ferð, at hann kom so langt. Hann stongdi seg inni á vesinum við byrsuni og uttanfyri stóð kon­ an og royndi at fáa samband við hann. »Eg drepi meg sjálvan nú«, rópti Magnus aftur. Hann minnist einki av tí løtuni. Hann hevði aftur fingið eitt black­ out. Eina løtu seinni raknar hann við aftur. Hann finnir seg sjálvan í brúsuni við byrsuni í hondini og varnast, at hann ikki hevði koyrt patrónina í byrsuna. Nú var kvirt uttanfyri hurðina. Konan var farin. Brádliga ringir telefonin hjá Magnusi. Framvegis innistongdur á vesinum tekur hann telefonina og í horninum er ein fryntlig politi- kvinna. Konan hevði ringt eftir løgregluni og tað var tað einasta rætta at gera, sigur hann. Magnus sigur við hana, at tey kunnu saktans koma inn til hansara, tí hann var klárur í høvdinum aftur og hann hevði lagt byrsuna og patrónina út í durin at lata løg­ regluni. – Tvær politikvinnur komu inn. Tær vóru ílatnar skottryggjaðar vestar og tær høvdu hondina á skotvápninum. Tað var ein ógvuslig uppliving, minnist Magnus aftur á – men tað var neyðugt. Tær báðar práta við hann og stuðla honum og saman semjast tey um, at nú skuldi Magnus biðja um at verða innlagdur á psykiatriska depilin enn einaferð. Inn á lukkaðu deild hesaferð. Var ósjónligur í fongslinum Magnus varð innlagdur á lukkaðu deild. Fyrsta upplivingin hetta kvøldið var, tá ið ein fyrikomandi lækni og sjúkrasystur tóku ímóti honum. Tey vóru blíð og fingu Magnus at kenna seg tryggan. – Tey vóru so fitt við meg. Tey vístu empati og góvu mær loyvi til at gráta við teirra herðar. Tey uggaðu meg í støðuni, har alt tóktist vera skramblað saman und­an mær, og eg var endaður í svartasta myrki á lívsins botni, sigur Magnus. Hann varð leiddur inn í sína stovu – kamar nummar 2 á lukkaðu deild. Tá broytist kenslan. – Mín niðurtúrur á lukkaðu deild byrjaði, tá ið eg kom inn í kamarið og upplivdi tað ísakalda rúmið. Eg vónaði at sovna frá øllum og var glaður um sovimedisinið eg hevði fingið, sigur Magnus Hansen. Hann fekk heilivág móti absti­ nensum og hann fekk sovitablettir. Hann sovnaði og vaknaði aftur morgunin eftir klokkan 5.30. Tá vildi hann á ves og undir brúsuna. Tann fyrsta upplivingin hendan morgunin var, at tað var skræpa á vesibrettinum á tí skitna vesinum, sum øll innløgdu máttu deilast um. – Tað var so ólekkurt, at eg fór í gongd við at vaska alt vesið, áðrenn eg sjálvur fór á ves, sigur Magnus Hansen. Útafturkomin av vesinum spák­aði Magnus sær ein túr á køldu gongini á lukkaðu deild. Handan tjúkkan glasmúr sótu fýra røktarstarvsfólk. Hurðin var læst, men Magnus steðgaði hóast tað á, í royndini at fáa samband við tey. – Eg ynskti so brennandi, at onkur kom at tosa við meg. Eg kendi meg so einsamallan og hevði tørv á at føla, at onkur har legði í meg og kundi vera mín ljósglotti, minnist Magnus Hansen afturá. Men har var eingin, sum tóktist vilja tosa við hann. Hann fór tí vón­ brotin og keddur aftur í kamar nummar 2 og keðiligu kenslurnar byrjaðu at hópa seg upp. – Eg kendi meg brádliga para­ noidan. Hetta kalda kamarið kend­ist sum eitt fongsul og eg kendi meg niðurgjørdan sum menniskja. Eingin legði í meg og mína støðu. Eg skuldi bara sita inni í hesum kamarinum við stríputum songjarklæðum – strípum, sum mest minna um fongsilsklæðir, sigur Magnus. Gólvið á kamari 2 var illa slitið og lappað í ymiskum litum gjøg­ num árini.. Veggirnir vóru slitnir, tað gýsti inn í kamarið og vindeyga kundi bert latast eitt lítið vet upp inneftir. – Eg fór at hugsa, hvat vildi hent, um eldur kom í. Eg hevði ikki sloppið livandi úr kamarinum, sigur Magnus Hansen. Dagarnir gingu og hóast Magn­ us hevði fingið lovað, at hann skuldi sleppa í opnu deildina á psykiatriska deplinum, so skjótt pláss var fyri honum, so hoyrdi hann einki aftur. Sjey dagar var hann á lukkaðu deild. Sjey dagar í helviti, sum hann sjálvur sigur tað. – Hvønn morgun sat eg einsa­ mallur og át morgunmat. Eingin uggaði meg, eingin legði í, hvussu eg hevði tað. Eingin royndi at hjálpa mær, sigur Magnus. Sálarsjúka TEMA FAKTA Magnus Hansen er útbúgving arkitektur og hevur havt sítt egna virki. Tá ið sjúkan brast á, hevði Magnus ótrúliga nógv um oyruni á arbeiðsplássinum umframt, at familjan var einsamøll um ábyrgdina av hansara gomlu og óhjálpnu foreldrum. Síðani hevur Magnus mist alt. Hann hevur mist familjuna, húsini og sítt egna virki. Hann livir í dag av peningi frá ALS, men orsakað av longu sjúkraleguni er útgjaldið frá ALS ov lítið til, at Magnus metir seg hava møguleika at liva eitt virðiligt lív. Fyrst og fremst tí, at ALS- gjaldið verður roknað út frá sjúkradagpeningum frá seinasta sjúkratíðarskeiðnum og ikki út frá sáttmálalønini. MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN