hósdagur 6. oktober 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
9
Út av teimum mongu starvs-
fólkunum, sum Magnus hitti á
síni ferð á lukkaðu deildini, vóru
tó nøkur, sum fingu hann at kenna
seg virdan sum menniskja. Tey
vóru bara alt ov sjáldan til arbeiðis
hesa tíðina. Og tey vóru ov fá í tali.
– Eitt, sum heldur ikki gjørdi
støðuna lættari, vóru ymisku
læknarnir á dagligu stovugongdini,
ið allir tóktust hava hvør sína
meining. Eg fekk kenslu av, at
eingin hevði tamarhald á nøkrum
sum helst, og eingin ánaði, hvør
hjálp skuldi til. Aftur her manglaði
útgreiningin av mínum trupulleika,
sum annars so flott stendur í
faldaranum hjá deplinum, er tað
allarfyrsta sum skal gerast fyri at
tryggja, at sjúklingurin skjótast
gjørligt fær røttu hjálpina, sigur
Magnus Hansen
Niðurtúrurin byrjaði aftaná
Við kensluni av ekstremum ein
semi fór Magnus Hansen sjey
dagar seinni, út úr lukkaðu deild
uttan lyfti um nakra viðgerð móti
sjúkuni.
– Eg kendi tað sum, at eg var
miðvíst niðraður gjøgnum hasar
sjey dagarnar. Ja, eg fari enntá so
lang sum at pástanda, at eg var
frátikin míni grundlógartryggjaðu
borgararættindi. Eg fekk at kalla
onga sálarfrøðiliga hjálp, men
bara heilivág. Eg fekk næstan onga
samkenslu, eg merkti heldur, at tey
ilskaðust inná meg, tá eg gjørdist
frustreraður, sigur Magnus Han
sen.
Tíðin aftaná var strævin, men
Magnus ger greitt, at hann ikki
gevur starvsfólkunum skuldina.
Tey eru offur eins væl og hann.
– Eg eri offur fyri einari sjúkari
skipan, og tey eru starvsfólk í
einari sjúkari skipan. Vit eru øll
offur í tí sum eitur psykiatriski
depilin. Eg má tíverri staðfesta,
at psykiatriin er álvarsliga sjúk og
hevur bráneyðugan tørv á viðgerð,
sigur Magnus Hansen.
Hann heldur, at psykiatriski
depilin ikki sørt kann minna um
eina djúpt dysfunktionella familju,
sum hevur búrað seg inni í síni
egnu vrangvendu verð, í óttanum
um, at umheimurin brádliga skal
fáa at vita, hvussu út av lagið ringt
skilið er innanfyri.
Hann veit, at hann kundi vera
strævin til tíðir, men man er á
lukkaðu deildini júst tí, at man ikki
hevur kontroll á sær sjálvum.
– Hinvegin spyrji eg meg sjálvan,
um starvsfólk eitt slíkt stað ikki
eiga at rúma, at sjúklingarnir eru
droyðir í løtum. Tey eiga at lofta
tær, sigur Magnus Hansen, sum
framvegis hvønn dag stríðist við
sjúkuna bipolar.Hvønn dag verður
hann noyddur at stramma seg upp
fyri at yvirliva, serstakliga tí, at
depilin í løtuni ikki bjóðar nakra
viðgerð til hansara.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Magnus Hansen hevur sjúkuna bipolar
Bipolar er ein sálarlig sjúka, sum vísir seg við at geva svingningar í huglagnum í form av maniskari og
depressivari tankagongd.
Yvirskipað kann sigast, at tá tú ert maniskur hevur tú ónaturliga stóra frøi um eitt hvørt og/ella
ógvusliga vreiðu og irritatión. Tann vanligi maniski persónurin hugsar skjótt, hevur nógv hugskot,
tosar skjótt og er mangan meira rastleysur enn vanligt er. Ofta sæst eisini, at ein maniskur persónur
missur sjálvkontrol, sum kann vísa seg umvegis eirindaleysa atferð, sum til dømis óveruliga stóra
peninganýtslu, øktan seksuellan hug og rúsdrekkamisnýtslu.
Tunglyndi sum liður í bipolar sjúkuni vísir seg gjøgnum sinnistyngd, niðursetta orku og niðursettan
hug. Svøvnur og matarlystur er vanliga órógvað, eins og tað mangan eru trupulleikar við
konsentratión og við minninum. Niðursett sjálvsálit og órímilig sjálvrevsing eru vanlig eyðkenni, eins
og sjálvsmorðstankar kunnu gera seg galdandi.
Magnus hevur skrivað stuttsøgu
um tíðina á lukkaðu deild
Søgan kann hoyrast í fullum líki í næstum. Her endurgeva vit ymisk brot úr
stuttsøguni:
»Dagurin á kamari 2 var veruleiki. 2. dagin upp í slag varð eg í roynd og veru
frátikin øll borgarlig rættindi á stongdu deildini á psykiatriska deplinum á LS.
Orsøkin var einføld, hví eg var her. Eg hevði havt ætlanir um at skaða meg
sjálvan – gera enda á lívinum- men í neyðini høvdu vinfók, við góðari hjálp frá
løgregluni, hjálpt mær at søkja hjálp á deplinum.
Móttøkan hevði eisini verið frálík, hóast mín støða als ikki var góð, tá eg kom
kom á depilin. Fryntligi læknin metti sálarstøðu mína verða soleiðis, at til
tess at verja meg, var best at vera á stongdu deildini í fyrstani. Verumátin hjá
menniskjaligu sjúkrasystrini gjørdi eisini sítt til, at eg kendi meg vera komnan á
rætta stað.
Tvey ár undan hesi hending hevði eg fingið staðfest sjúkuna Bipolar –ein sjúka,
ið førir við sær stór sveiggj í sinnalagnum. Hjá mær er tað soleiðis, at sveiggjini
eru stutt og skjótt hvønn vegin.
Tað merkti, at hóast eg kendi meg rímuliga væl fyri sálarliga, var eg –dagin eftir
hendingina- longu so mikið væl fyri, at eg bað um at sleppa yvir á opnu deildini.
Og glaður var eg sjálvandi, tá tá tað var mær játtað, so skjótt ein song gjørdist
tøk«
Brot 2
»Sær tú –á psykiatriska deplinum eru næstan líka nógv starvsfólk á vakt, 24,
sum eg roknaði meg fram til, sum samdøgrið er langt. Tá eru læknar og onnur
serkøn, ið eisini dagliga vitja deildina ikki íroknað. Alt gott um tað, men tá so
mong starvsfólk eru og tá vaktarskifti eru 8. hvønn tíma krevjast leiðreglur fyri,
hvussu samskiftast skal millum starvsfólkini, so at eg og hini innløgdu ikki detta
niðurímillum.
Eg kendi, at eg datt niðurímillum«
Brot 3
»Umstøðurnar á LS og serliga á psykiatriska deplinum eru út av lagi vánaligar.
Bygningarnir vórðu tiknir í nýtslu í 1969 og tykjast ikki hava átt nakran góðan
síðan tá. Treyðugt so, onkur hissini málingaumgangur hevur ivaleyst verið
klýndur uppá veggir og loft eins og gólvini er lappað, har skaði hevur verið.
Gólvini minna ikki sørt um vegirnar í Havn í 60-num har menn hjá kommununi
gingu runt við spakum og fyltu heitt asfalt í holini og ein lítil trumla koyrdi
aftaná og slættaði. Sjálvandi bara fyri at gera júst tað sama 14 dagar seinni, men
nú í einum nýggjum holi.«
Brot 4
»Hetta kann ikki vera veruleiki. Vónandi droymi eg, hugsaði eg. At vera
innlæstur í einum hvítmálaðum kamari, við hvítari hurð og fongsulsstrípum
á dýnuvári og kodda. Eingin spegli at siggja meg sjálvan gráta í. Eingin knaki
at hanga ein eygnalappa á. Eingin knaki at hanga klæðini á. Eitt ófantaliga
lappað linoleumsgólv í fleiri litum og ringast av øllum - hvat um eldur kom í og
eg ikki slapp at rýma út á gongina? Vindeyguni kundu jú bara gloppast eitt vet
inneftir!«
Brot 5
»Eg hevði fingið mína »innsovings«-tablett og spákaði mær dvaskur inn í
roykirúmið at siga góða nátt við eks. Var vorðin hálvtroyttur av tablettini og
ætlaði av gera skjótt av. Meðan eg standi og tosi við hana brestur hurðin upp.
»Gev mær telefonina« hvessir hon eftir mær. »Ha, telefonina«?, sigi eg undrandi.
»Ja, eg SKAL hava telefonina« nærmast rópar hon. Eg hugsi við mær sjálvum,
her má okkurt vera galið. Tað er týskvøld, 6. hvøldið eg eri á stongdu deildini (tí
einki pláss enn er á opnu deildini) og nú knappliga er telefonin ein trupulleiki.
Telefonin er jú lívlínan hjá mær, tá tey, eg ikki kann saman við –ella øvugt- eru á
vakt. Stendur einki í journalinum? Ella eri tað eg , ið taki feil –havi eg møguliga
ikki fingið loyvið at hava telefonina, kortini? Nei eg eri hvørki svakur ella býttur.
Eg veit at eg havi fingið loyvi at hava telefonina!«
Brot 6
Klokkan er um 16.00 seinnapartin og tað er hósdagur. Eg havi havt mína seinastu
samrøðu við starvsfólk á deplinum á hesum sinni. Læknin, ein av teimum
4-6 starvsfólkunum á deplinum eg havi álit á, hevur boðað mær frá, at eg eri
útskrivaður. Útskrivaður til hvat, hugsi eg? Mín sjúka, ið ikki varð staðfest fyrr
enn hálvtanna ár eftir mína fyrstu innlegging, hevur, saman við feilmedicinering
fyrsta árið eftir at eg gjørdist sjúkur, ført við sær, at mítt egna virki er burtur.
Hjúnabandið er burtur og tað stóra tóma húsið eg havi at koma heim til skal
fyrsta dagin tømast fyri innbúgv og seljast, tí eingin inntøka hevur verið og eg
harvið ikki klári at gjalda rentur og avdrøg.