Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 10 BARBARA HOLM T á ið umræður betringar á psykiatriska økinum er Magnus sannførdur um, at tað snýr seg ikki einsans um karmar og betraðir møblar – tað snýr seg eins nógv um, hvat psykiatriin skal kunna bjóða sjúku fólkunum. – Eg veit, at tey nú byggja ein nýggjan bygning. Tað er fín­asta slag. Men hvat skal nýggi bygn­ ingurin vera karmur um? Hvat ynskir man at bjóða fólki, sum eru sálarliga sjúk?, spyr Magnus Hansen. Hann vísir á, at sjúkrahússtjórin ella leiðarin á psykiatrisku deild ikki einsamallir eru teir, sum eiga trupulleikan. – Tað er alt samfelagið og serliga politikararnir. Eingin kann arbeiða ella virka optimalt í einari sjúkari skipan, staðfestir Magnus Hansen. Magnus Hansen byrjaði síðst í fjør uppá eina øðrvísi viðgerð – musikterapi, eisini eftir áhaldandi áheitanum frá hansara nærmast og sær sjálvum. Tað er fyrstu ferð, at Magnus hevur upplivað tað sum, at tað hevur gingið skjótt framá hjá honum. Men musikterapeuturin, sum Magnus gekk hjá, segði seg úr starvið fyrst í árinum, og enn er eingin settur ístaðin. – Tað hjálpti mær so væl og eg hevði ynskt, at ein nýggjur musik­ terapeutur varð settur, sigur Magnus. Ein musikterapeutur er í starvi hjá psykatriini í dag, men viðkomandi megnar ikki at nøkta allan tørvin. BARBARA@SOSIALURIN.FO Politikararnir mugu vakna – Politikararnir mugu vakna og geva psykiatriini betri kor. Vit mugu vera før fyri at gera okkara sjúku frísk. Hugsa tær, at útvið ein triðingur av okkara ungu millum 16 og 24 ár hava sálarligar trupulleikar og eru ávegis út av eggini. Ein triðingur av komandi arbeiðsstyrkini í hesum landinum. Hvat er eitt nú eitt brotið bein afturímóti tí, sum mest líkist eini sálarligari epidemi, meðan vit ganga við bindi fyri eyguni, spyr Magnus Hansen. Sálarsjúka TEMA