hósdagur 6. oktober 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
11
BARBARA HOLM
A
t kalla øll starvsfólk
hava fingið endurút
búgving í kognitivari
terapi, í »tí truplu sam
røðuni« og nú eru tey í ferð við at
taka endurútbúgving við heitinum
»Sikker Psykiatri«. Hetta síðsta
er millum annað fyri at bøta um
trygdina og fyri at minka um tvang.
– Tá umræður teir menniskjaligu
eginleikarnar, so verður eyka orka
nýtt í setanarsamrøðuni so, at
man sum mest møguligt tryggjar
sær, at starvsfólk á Psykiatriska
Deplinum eru før fyri at vísa um
sorgan og empati, sigur Sirið Sten
berg, landsstýriskvinna.
Hon vísir á, eins og Tórmóður
Stóra í aðrari grein í blaðnum, at
tað eru dømi um fólk, sum eru
farin úr starvi, tí tey ikki egna seg
at arbeiða við fólki.
Tá umræður pening, sum er
avsettur til Psykiatriska Depilin, so
vísir Sirið Stenberg á, at tað í dag
virkar so, at ein posi av pengum
verður latin til sjúkrahúsleiðsluna,
og so er tað teirra uppgáva at býta
peningin sum frægast.
– Vit hava eisini gjørt raðfest
ingar frá politiskari síðu. Eitt nú
við at uppraðfesta børn og ung
innan psykiatriina og í næstum at
fara undir at uppraðfesta demens
viðgerð, sigur Sirið Stenberg.
Samstundis hevur samgongan
uppraðfest økispsykiatriina, so
at fólk fáa viðgerð á tí staðnum í
landinum tey búgva.
Likamlig og sálarlig
heilsa javnstillast
Fyri landsstýriskvinnuna er um
ráðandi, at raðfestingar verða
gjørdar so, at likamlig og sálarlig
heilsa verður javnstillað.
– Sinnisbati og Psykiatriski
Depilin hava gjørt nógv fyri at
bróta tøgnina. Tað er minni tabu
kent at hava sálarliga sjúku og tað
er kanska eisini ein orsøk til, at
eftirspurningurin er so stórur. Og
tað kann man fegnast um, tí tað
merkir, at vit fáa hjálpt fleiri enn
áður, sigur Sirið Stenberg.
Í aðrari grein í blaðnum finst
Magnus Hansen at fysisku um
støðunum á Psykiatriska Depl-
inum.
– Eg eri samd í, at tað hevur ikki
verið nóg gott. Eitt er, at vit byggja
ein nýggja bygning til Psykiatriska
Depilin, men vit hava eisini raðfest,
at betra um verandi karmar, tí tað
kravdist av álvara, sigur Sirið Sten
berg.
Í royndini at javnstilla likamliga
og sálarliga sjúku verður nýggi
bygnigurin bygdur saman við
restina av Landssjúkrahúsinum, so
at sálarliga sjúk kunnu fáa ágóða av
fasilitetum, sum Landssjúkrahúsið
hevur at bjóða.
Fer at taka atfinningarnar
til eftirtektar
Sirið Stenberg greiðir frá, at í næst
um skal hon á fund við leiðsluna
á Psykiatriska Deplinum og
við Sinnisbata í einari roynd at
finna fram til, hvar skógvurin
trýstur hjá teimum við sálarligum
trupulleikum.
– Vit mugu ongantíð fara lætt
um atfinningar, sum sjúklingarnir
hava. Tí hóast tú ongantíð fær øll
nøgd, so er eingin ivi um, at vit
skulu stremba eftir, at hvør ein
stakur fær so góða uppliving sum
gjørligt, sigur Sirið Stenberg.
Í næstum ætlar landsstýris
kvinnan eisini at endurskoða
heildarætlanina fyri Psykiatriska
økið, og har hevur tað týdning, at
brúkarar eisini sleppa til orðanna.
– Tað eru hóast alt tey, sum
kenna økið á egnan kropp, sigur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Vit skulu taka allar
atfinningar í álvara
– Tá umræður eftirútbúgving eru starvsfólk á Psykiatriska Deplinum væl
fyri. Men sjálvandi skulu vit taka atfinningar í álvara, sigur Sirið Stenberg,
sum í næstum fer á fund við leiðslu í Psykiatriska Deplinum og Sinnisbata
til tess at finna fram til teir avbjóðingar, sum hond skal takast um
Sirið Stenberg