hósdagur 6. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
BARBARA HOLM
S
einastu árini hevur verið
frægari. Psykiatriin hevur
eitt nú fingið játtað ein
nýggjan bygning. Men
Tórmóður Stórá viðgongur, at
hóast øll ting eru relativ, so ber
til at siga, at psykiatriin dragnar
afturút, um tú samanber við aðrar
sjúkur.
– Hyggur tú eftir lønarút
reiðslunum á Landssjúkrahúsinum
seinastu árini, so sært tú, at tað er
vaksið í krónum og oyrum, men
parturin til psykiatriina, í mun
til restina, dragnar afturúr, sigur
Tórmóður Stórá.
Tað sæst eisini sami tendensur
í Danmark og í øðrum londum í
Vesturevropa, at psykiatriin ikki
verður raðfest eins ovarliga og
aðrar sjúkur. Avleiðingin av hesum
í Føroyum er, at psykiatriin ikki
fær tað lyft, sum mong meina
henni tørvar.
– Tá ið veruleikin er tann, at
man dragnar afturút í gjøgnum
fleiri ár, so er ikki nóg mikið at
gera spakiliga menning. Tað er
tørvur á einum ordans lyfti, at
gera frambrot á onkran hátt, sigur
Tórmóður Stórá.
Hann vísir á, at tað eru fleiri við
gerðar møguleikar, sum psykiatriin
ikki fær sett í verk, tí peningur ikki
er til tess.
Tórmóður Stórá hevur verið
leiðari á Psykiatriska Deplinum
í 10 ár. Og hann vísir á, at nógv
er broytt, hóast mong eftirlýsa
betringar.
– Hyggja vit eftir heildarætlanini,
sum varð gjørd í 2002, so staðfesti
hon, at psykiatriin hevði 70
songjarpláss. Í dag hava vit bert
19. Tað er eitt frambrot á tann hátt,
at fleiri sjúkur verða viðgjørdar
ambulant, sigur Tórmóður Stórá.
Hava sett fokus á innihaldi
Seinastu árini hava færri og færri
verið innløgd í longri tíðarskeið á
Psykiatriska Deplinum.
– Fyrr var tað so, at fólk við
sálarsjúku vóru innløgd í fleiri ár.
Í dag eru tey meira og meira ein
partur av samfelagnum. Tey eru
ikki goymd burtur og vit tora at
tosa um sálarsjúku nógv meira enn
áður, sigur Tórmóður Stórá.
Tað er ein vaksandi tørvur á
viðgerð frá Psykiatriska Deplinum.
Serstakliga børn og ung hava í ár
óvanliga stóran tørv á viðgerð frá
Psykiatriska Deplinum.
– Vit vita ikki, hví tað eru fleiri
ung, sum hava tørv á hjálp. Ein
orsøk kann vera, at vit áður ikki
hava havt tilboð til tey ungu, og
tí vóru óvitandi um tørvin. Ein
onnur orsøk kann vera, at meðan
tað fyrr var mett sum »taparaligt«
at fáa sálarfrøðiliga hjálp, so er
tað als ikki so í dag. Í dag er tað
eitt fólkakrav, at fáa sálarfrøðiliga
hjálp, um ein hevur verið fyri
ógvusligari hending. Tú kanst siga,
at tað er eitt gott tekin, at vit í dag
fanga tey, sum hava tørv á hjálp,
Tórmóður Stórá
– Psykiatriin
dragnar afturúr
Sálarsjúka
TEMA
– Generelt haldi eg, at psykiatriin verður ikki raðfest í mun til aðrar
sjúkur. Psykiatriin er raðfest meira frammarliga seinastu árini,
men kortini sær út sum, at psykiatrini er afturút í mun til aðrar
sjúkur, sigur Tórmóður Stórá, leiðari á Psykiatriska Deplinum
SOSIALURIN 115
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016